mánadagur 7. apríl 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Føroyar og føroyingar við
sínum
sereyðkennum
og
serligu livivanum, ið gjøg
num øldir hava ment seg
uttan stórvegis uppíblanding
uttanífrá, eru eitt satt eldora
do fyri lækna- og heilsufrøði
ligar granskarar.
Tað eru 37 ára gamla
Maria Skaalum Petersen og
36 ára gamla Jónrit Halling
samdar um, og tað var eisini
rættiliga avgerandi fyri, at
tær eftir loknan lesnað fluttu
heimaftur fyri at skapa sær
eina karrieru sum gransk
arar. Tær eru báðar farma
ceutar – cand.pharm – og
ph.d, giftar og eiga ávikavist
trý og tvey børn.
Men alskurin til heim
landið spældi eisini ein týð
andi leiklut, tí tað vóru als
ikki útlitini fyri eini tryggari
tilveru sum granskarar, sum
fekk tær at flyta heim aftur
til Føroya. Maria Skaalum
Petersen og hennara familja
flutti heim í 2007, og í 2008
flutti Jónrit Halling heim við
síni familju.
Fíggjarliga strævið
- Tú flytir altso ikki úr til
dømis Danmark og heim til
Føroya at granska, tí umstøð
urnar eru betri her. Vit mugu
berjast fyri hvørjari krónu, og
her eru ikki somu fasilitetir,
sum á stórum universitetum
ella sjúkrahúsum. Men her
eru aðrir fyrimunir, sum
telja nógv, millum annað
áhugaverd granskingarøki,
tryggur
uppvøkstur
hjá
børnum, stuttar frástøður
o.s.fr. Tað er sera áhugavert
og spennandi at granska í
Føroyum. Vit hava eitt gott
granskingarumhvørvi
á
deildini, og at búgva í Føroy
um er tað, eg helst vil, sigur
Maria Skaalum Petersen.
- Politikararnir her heima
siga alla tíðina, at teir vilja
gransking, men vit síggja
bara rættiliga lítið til tann
viljan í veruleikanum – tá
pengar skulu játtast, sigur
Jónrit Halling.
Vón um stuðul
Nú eru tær sera spentar
upp
á
stuðulspengarnar,
ið Granskingarráðið hevur
fingið at umsita frá Sjúkra
kassagrunninum.
Sera lítið verur nevniliga
sett av til gransking á Løg
tingsins fíggjarlóg, so peng
arnir til gransking koma í
stóra mun aðra staðir frá
– og tá er tað í stóran mun
uttan úr heimi. Maria Skaal
um Petersen, sum granskar
í orsøkum til parkinson
sjúkuna, og Jónrit Halling,
sum granskar í autismu og
millum annað, hvussu dálk
andi evni ávirka heilsuna
hjá føroyingum, hava ikki
fast starv og hava ongantíð
havt tað, síðani tær fluttu til
Føroya. Teirra granskingi og
løn er bara fíggjað við stuðli,
og stuðulin fra Granskingar
ráðnum hevur verið teimum
góður - men stuðul uttanífrá
er eisini avgerandi.
- Tað hevði lítil og ongin
gransking verið í Føroyum,
um hon bert skuldi livað av
pengunum, sum Løgtingið
játtar. Nú koma rættiliga
nógvir pengar í einum frá
Sjúkrakassagrunninum. Eg
havi granskingarstuðul til
endan á hesum árinum, og
ætli at søkja úr Sjúkrakassa
grunninum. Fái eg tað, so
kann eg aftur anda lættan
í eina tíð. Men mítt ynski
er, at vit kundu fingið fast
vísundaligt starv á deildini,
so okkara tilvera hevði verið
tryggari, og størri kontinui
tetur kundi verið í granskin
gini, staðfestir Maria Skaal
um Petersen.
Støðan hjá Jónrit Hall
ing líkist nógv. Stuðulin
til
hennara
granskingar
verkætlan røkkur til næsta
summar.
Hægri raðfesting
Pengarnir úr Sjúkrakassa
grunninum eru kærkomnir
sum eitt ordans skump undir
føroyska
heilsugransking,
men fyri tær báðar er ongin
ivi
um,
at
granskingin
generelt eigur at hava mun
andi hægri politiska raðfest
ing, og tað merkir í teirra
hugaheimi hægri fíggjarliga
raðfesting.
- Sum støðan er nú,
kappast
nógv
gransk
ingarøkir um peningin í
Granskingargrunninum og
heilsugransking, sum okk
ara gransking kemur undir,
kappast við hini økini um
tær gott sjey milliónir krón
urnar, sum eru at søkja á
hvørjum ári. Tað sigur seg
sjálvt, at um ein skal søkja
um stuðul til bæði løn og til
at gera sjálvar kanningarnar
í meira enn eitt ár í senn,
verður upphæddin so høg,
at sannlíkindini fyri at fáa
játtan ikki eru stór, tí nógv
eru um boðið, og upphæddin
avmarkað, sigur Maria Skaal-
um Petersen.
Lokka fleiri heim
Tær báðar vænta avgjørt, at
fleiri vælútbúnir føroying
ar, sum í dag granska uttan
lands, høvdu tímað at flutt
heim aftur, um karmarnir og
umstøðurnar annars vóru
tryggari.
- Tað hevði verið ordi
liga gott, um vit vóru fleiri
granskarar,
og
vit
sam
starvaðu. Tað hevði eisini
skapt eina synergieffekt, tí
hvør einstakur hevur síni
netverk, sum tískil høvdu
verði flættað saman. Men
tað krevur, at her verður
skapt eitt støðugt og trygt
granskingarumhvørvi,
so
fólk tíma at koma. Tað er
jú unfair at biðja fólk flyta
heim við teirra familjum
at granska í til dømis eitt
ár, fyri so kanska at gerast
arbeiðsleyur, sigur Jónrit
Halling.
Ótrygg tilvera at vera granskari
Tær hoyra til tann bólkin, ið størst tørvur er á her heima – vælútbúnar kvinnur við børnum – tað vóru
tó ikki lokkandi arbeiðsumstøður, ið fingu granskararnar Mariu Skaalum Petersen og Jónrit Halling at
vilja og velja Føroyar, men heldur áhugaverd granskingarøki og Føroyar sum heild. Tær vóna at fáa lut í
granskingarpengunum frá Sjúkrakassagrunninum, men ynskja mest av øllum fast vísundaligt starv
Fakta
Maria Skaalum Petersen og Jónrit Halling eru vinkonur,
hava somu útbúgving sum farmaceutar, cand.pharm,
frá Danmarks Farmaceutiske Universitet (nú partur
av Københavns Universitet), har tær eisini í samstarvi
við Pál Weihe, granskara og yvirlækna á Deildini fyri
Arbeiðs- og Almannaheilsu, skrivaðu serritgerð saman.
Síðani hava báðar skrivað Ph.d-ritgerð á Syddansk
Universtiet, og nú granska báðar á Deildini fyri Arbeiðs-
og Almannaheilsu og hava felags skrivstovu í hugnaligu
amtslæknahúsunum við Rættará í Havn.
37 ára gamla Maria Skaalum Petersen granskar serliga
í genetiskum orsøkum til Parkinsons sjúku í Føroyum.
Lutfalsliga nógvir føroyingar hava hesa sjúkuna
samanborið við onnur lond.
36 ára gamla Jónrit Halling granskar í, hvussu dálkandi
evnir, til dømis PFC, ávirka heilsuna hjá føroyingum og
so er hon eisini við í eini føroyskari autismuverkætlan.
Maria Skaalum Petersen og Jónrit Halling eru vinkonur og arbeiða saman sum granskarar í Føroyum. Men tær eru samdar um, at skulu vit
vænta fleiri av teirra slag heim aftur, so mugu umstøðurnar bøtast munandi og granskingin raðfestast hægri fíggjarliga
pengar til gransking