mánadagur 7. apríl 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Nýggju samstarvsavtalurnar
við
Landssjúkrahúsið
og
Deildina fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu
samsvara
væl við ambisjónirnar á
Fróðskaparsetrinum, ið er
farið undir at víðka virk
semið innan gransking og
útbúgving á heilsuøkinum.
Eitt nú er umsóknar
freistin úti í dag at søkja
tvey
vísindastørv
innan
sjúkrarøktarfrøði á Fróð
skaparsetrinum – á lektara-
ella adjunktstigi, alt eftir
hvussu fakliga væl skikk
aðir umsøkjararnir eru. Og
herfyri var eisini lýst eftir
einum vísindafólki í heilsu
vísindum á professara- ella
lektarastigi.
- Vit ynskja eitt tættari
samstarv við Landssjúkra
húsið, millum annað við
víkjandi
útbúgvingini
til
sjúkrarøktarfrøðing.
Vit
hava
jú
frammanundan
samstarv um tey sjúkra
røktarfrøðilesandi, sum øll
taka kliniska partin av út
búgvingini á millum annað
Landssjúkrahúsinum, sigur
Sigurð í Jákupsstovu, rektari
á Fróðskaparsetrinum.
Hann heldur tað eisini
vera ein týdningarmiklan
part av avtaluni, at lagt
verður upp til, at gransking
á báðum stovnunum kann
verða knýtt saman, soleiðis at
partarnir bjóða hvør øðrum
við í granskingarverkætlanir
og minnast til at kunna hin
partin, tá gransking fer í
gongd.
- Í granskingarhøpi eiga
vit at leggja okkum eftir at
samstarva breitt á heilsuøki
num, sigur rektarin.
Læknavísindi
Men ambisjónirnar røkka
longur enn til granskingar
samstarv og at økja talið av
sjúkrarøktarfrøðilesandi.
Umframt fleiri onnur sam
størv í avtaluni, snýr ein
partur av henni seg um at
kanna og lýsa, hvussu ein
grundútbúgving í lækna
vísindum kann skipast í
Føroyum, og hvussu fram
haldsútbúgvingin
kann
tryggjast í samstarvi við út
lendsk universitet.
- Ja enn eru tankarnir við-
víkjandi
læknavísindaligu
grundútbúgvingini
á
byrjanarstigi, men teir eru
grundaðir á, at tað er ein
vaksandi
áhugi
millum
fólk, ið ynskja at lesa innan
heilsuøkið, sigur Sigurð í
Jákupsstovu.
Bachelor ella minni
Um
grundútbúgvingin
í
læknavísindum
verður
veruleiki, er tað tó enn óvist,
um talan verður um eina
bachelor-útbúgving ella eina
útbúgving á eitt sindur lægri
stigi.
- Skulu vit bjóða eina slíka
grundútbúgving, mugu vit
gera eina samstarvsavtalu
við onnur universitet um at
taka ímóti okkara lesandi
til framhaldslesturin, sigur
Sigurð í Jákupsstovu.
Fróðskaparsetrið víðkar
virksemið á heilsuøkinum
Fróðskaparsetrið hevur ambisjónir um at víðka um tilboðini og virksemið innan
heilsuvísindaliguligu útbúgvingarnar, og ætlar eisini at vita, um tað ber til at
stovna eina nýggja føroyska læknavísindaliga grundútbúgving
- Tað er ein vaksandi áhuga millum fólk, at lesa heilsuvísindi, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
pengar til gransking