Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eingin steðgaði monnunum hjá ÍF í ár. Eiheldur Fleyr, sum varð bjóðað til dans í FM-finalunum. Við tryggum 3-0-sigri í øðrum FM-finaludysti eins væl sum í tí fyrsta, tóku teir bæði gull og greipu við sær heim aftur til Fuglafjarðar íf buldraði seg til gull og greipu Pætur Albinus Menninir hjá ÍF høvdu leygar­dagin møguleikan at avgera FM-finaludystin ímóti Fleyr, við tað at teir høvdu vunnið fyrsta dystin greitt 3-0. Fleyr, sum fekk otað seg í finaluna við sann­ før­andi ÍF-liðnum, hevði fyri neyð­ini at vinna henda dystin fyri at fáa ein triðja og av­gerandi finaludyst sunnu­ dagin, men neyvan skuldi tað gerast lætt ímóti væl saman­ skrúvaða og væl saman­ spælda liðnum úr Fuglafirði. Hóast flogbóltsgólvið var lagt á til høvið, so stóðu karmarnir ikki í mát við steypafinaluna í februar, tá ið høllin var stúgvandi full – hesaferð var hon hálvfylt. ÍF setti støðið Favorittarnir úr ÍF buldraðu avstað í fyrsta setti, og áðrenn øll høvdu sett seg vóru teir á odda 6-0 og leik­ andi venjarin hjá Fleyr, Romica Øster, mátti taka time-out. Eitt sindur munaði, tí næstu tríggjar bóltarnar fekk Fleyr og so vóru eisini teir við í dystinum. Tað vóru teir tó ikki serliga leingi, tí einu løtuna rann ÍF avstað og vóru yvir­ legnir á øllum økjum. Fleyr skifti nógv hesa løtuna og teir leitaðu eftir einari nøkt­ andi uppstilling. Støðan var heili 21-9 til ÍF áðrenn Fleyr vann fimm bóltar á rað og minkaði niður í 21-15, áðrenn ÍF tók time-out fyri at fáa skil aftur á støðuna. Tað fingu teir og vunnu teir bóltar, sum eftir vóru, og harvið fyrsta sett greitt 21-15. Fleyr argaði Í øðrum setti var líkt til, at ÍF aftur fór at strúka avstað, men Fleyr vann seg inn aftur á tepru leiðsluna, sum ÍF hevði fingið sær. Serliga við góðum servum, sum ÍF hevði stórar trupulleikar av at fáa tamar­hald á, og ikki minst ferð­miklum smasjum og snildum avgerðum frá Róa Hentze, kom Fleyr á odda 10-6 og ÍF mátti taka time- out. Tað riggaði væl hjá fugl­ firð­ingum og teir vunnu teir næstu tríggir bóltarnar, so­ leiðis at teir høvdu minkað niður í 10-9 og so var tað Fleyr, sum bað um time-out. Fleyr megnaði at halda eina tepra leiðslu, men á odda 16-14 mistu teir hana á gólvið og ÍF kom á odda 18-16. Hesa leiðsluna helt ÍF fast um, og serliga við góðum smasjum frá eitt nú Trúgva Hansen vunnu teir settið 25- 20. ÍF avgjørdi Í triðja setti var søgan fram­ vegis hin sama. ÍF vann sær alt fyri eitt eina leiðslu, sum setti Fleyr í eina trýsta støðu, har teir alla tíðina máttu royna at elta ÍF. Hetta gjørdist ov stríggið hjá teim­ um og ÍF vóru eirinda­leys­ir fram við netið, har teir ferð eftir ferð høvdu góðan blokk og eisini nøkur góð smasj. Tað var ongantíð nakar ivi um, at ÍF fór at taka hetta settið, og vunnu teir at enda greitt 25-15 og harvið dystin 3-0. Teir vunnu sostatt báðar finaludystirnar 3-0 og fingu ikki bara FM-gullið heim til Fuglafjarðar, men eis­ ini greipuna eftirsum teir í februar eisini vunnu steypa­ final­una. flogbóltur ítróttur ítróttur