Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 ítróttur hondbóltur David Edvardsen hevur skrivað undir tvey-ára sáttmáal við ÍA á Argjum, har hann skal leggja lag á ungdómsarbeiðið næstu tvey árini Dømdu sjálv í Vági Avgerðin follin Edvardsen út á Argir Jákup Mørk ÍA eitur yngsta hond­bólts­ felagið í landinum. Felagið hevur heimstað á Argjum, og um vikuskiftið høvdu tey felagsdag, har tikið varð saman­um kappingarárið, sum nú er komið at enda. Um­framt at hetta var ein dagur, har mongu liðini hjá felagnum fingu eitt herða­ klapp, so hevði felagið eisini valt hetta sum dagin, har navnið á nýggja høvuðs­ venjaranum hjá ung­ dóms­liðum felagsins varð almannakunngjørt. David Edvardsen hevur verið ein av heilt stóru pro­fil­unum í føroyskum hondbólti. Bæði við StÍF, Neist­anum og Kyndli hevur hann víst síni framúr góðu hondbóltsevnir, og tá hann víð síðunar av hond­bólts­ spælinum eisini hevur nomið sær kunnleika til venjing og ungdómsarbeiði, halda tey á Argjum, at felagið við hesm hevur funnið profilin, sum kann bera felagið framá. Stoypa grundina Kristian Martin Skála er formaður í ÍA, og hann dylur ikki fyri, at hann er sera spentur upp á samstarvið við David Edvardsen. – Sum høvuðsvenjari kem­ur David at hava ábyrgd av at samskipa alla ung­ dóms­venjing hjá felagnum, og hetta er nakað, sum vit eru sera spent uppá, sigur Kristian Martin Skála, sum er formaður í hond­bólts­fel­ ag­num á Argjum. – Málið hjá okkum er fyrst og fremst at byggja eitt trygt fundament til fel­agið. Vit hava í dag lið í aldurs­ bólk­unum upp til U16 hjá dreingjum og upp til U12 hjá gent­unum, umframt at vit eisini hava lið í 2. deild hjá monnum. Setningurin er, at hesi fáa eina góða hond­bólts­ uppaling, og eitt nú hava vit eisini Svannu Hanusardóttir og Bent Jákup Hansen mill­ um okkara venjarar, og við David Edvardsen hava vit nú styrkt enn meira um venjaratoymið. Vónin er so sjálvandi, at vit við hesum kunnu virka til, at ÍA við árunum verður ein faktorur í fremstu røð í føroyskum hondbólti. Ikki minst, nú tað loksins eru útlit fyri, at ein ítróttahøll verður bygd á Argjum, sigur Kristian Martin. ÍA er rættiliga ungt felag. Felagið varð stovnað í 2011, og undirtøkan millum argja­fólk var longu fyrsta árið mun­ andi størri, enn stig­tak­arar­ nir høvdu droymt um. Talið av liðum og limum hevur verið vaksandi hesi árini, og vónin er, at felagið um ikki so langa tíð er umboðað í øll­ um deildum. jakup@sosialurin.fo Elektron Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunni javnt tapt +mál -mál Munur Stig 1 Kyndil 19 14 3 2 443 349 94 31 2 VÍF 19 14 0 5 507 428 79 28 3 Neistin 19 10 3 6 496 464 32 23 4 VB 19 9 2 8 515 493 22 20 5 StÍF 19 3 1 15 417 524 -107 7 6 Stjørnan 19 2 1 16 397 517 -120 5 VB - VÍF 29-27 (17-15) 10 min: 5-5 20 min: 12-10 40 min: 21-19 50 min: 27-23 VB: Gintare Butkovicute 11(6), Ingrida Kuodyte 5, Rannvá Johansen 4, Rúna Jacobsen 3, Helga Kjærbo 3, Birita Olsen 1, Christina Holm 1 VÍF: Durita Christophersen 10, Daniella Joensen 5, Agnas Olsen 4, Liljan Djurhuus 4(2), Tóra Seloy 2, Rakul Joensen 1, Randi Virgarsdóttir 1 Brotskøst: VB 7/6, VÍF 5/2 Útvísingar: VB 4, VÍF 2 Dómarar: Jóhan Lind & Bogi Mortensen Stjørnan - Neistin 28-34 (13-19) (Hava ikki móttikið dómaraseðil frá dystinum) Jákup Mørk Seinastu vikurnar hevur verið greitt, at Kyndil og VÍF skulu spæla FM-finalurnar. Tað vetið av spenningi, sum hevur verið, hevur snúð seg um, hvat av liðunum skuldi eiga heimavøllin í eini møguligari triðu finalu, og um Neistin megnaði at halda fast um bronsukrónurnar. Báðir hesir spurningar vórðu svaraðir í gjár. Í Vági eydnaðist heima­ lið­num at seta eitt gott punktum á heimavøllinum, tá tær ongan tíð lótu VÍF sleppa nakran veg. Fyri steðgin var tað VB, sum hevði munin, og eftir steðgin settu tær veruliga ferð á, so­ leiðis at sigurin ongan tíð var í vanda. Sigurin hjá VB munaði tó lítið í bronustríðnum, tí við útisigri móti botnliðinum úr Stjørnuni syrgdi Neistin fyri, at tær fáa bronsukrónurnar, tá seinasti dysturin er spældur. Soleiðis er nú endaliga staðfest, hvør raðfylgjan á stigatalvuni verður, tá sein­ asta umfarið er av komandi vikuskifti. Á pappírinum hevur Stjørnan møguleika at koma ájavnt við StÍF í stigum, men strandingar eru betri í innanhýsis upp­gerð­ unum, og tí verður Stjørnan verandi á aftasta sessinum, sum tær hava átt størsta partin av árinum. jakup@sosialurin.fo Sigrarnir hjá VB og Neistanum bera við sær, at seinasta umfarið í Elektron-deildini bert hevur kosmetiskan týdning Eingin dómari var komin til Vágs sunnudagin. Skuldi dysturin avgreið­ ast, varð neyðugt við alterna­tivum dómarapari. Fleiri ferðir í vetur hevur verið tosað um dóm­ara­trotið, sum er í føroyskum hondbólti, og onkra ferðina eru dystir eisini fluttir og/ella út­ settir, tí ikki hevur verið gjørligt at fáa dómarar til dystin. Tað var tó ikki dómara­ trot, sum var orsøkin, tá eingir dómarar møttu í Vági, har VB um viku­ skiftið hevði heima­dyst móti VÍF. Longu um mánaðar­ skifti varð hálvgum av­ rátt, at Birgir Sondum og Hanus Kúrberg skuldu til Vágs at døma, men enda­ liga váttanin um hetta fann ongan tíð vegin fram, og sjálvir vistu dóm­arar­nir av ongum, fyrr enn teir á Facebook kundu lesa, at teir ikki vóru møttir til dyst. Rós til feløgini Hartvig Joensen er dóm­ ara­samskipari, og hann harmast tað, sum hendi sunnudagin. – Tað er ikki nøkur bílig umbering fyri hetta. Ein kiksari í samskiftinum bar við sær, at endaligu boð­ini ongan tíð vóru komin fram til teir báðar, og tað er ótrúliga keðiligt, sigur Hartvig Joensen, dóm­ara­samskipari. – Tá eg varnaðist hetta, var tað longu ov seint, so vit fingu ikki bøtt um støðuna. Eg játtaði tó alt fyri eitt, at kundu tey fáa eitt dómarapar við einum umboði fyri hvørt felag, so varð hetta góðtikið. Og eg eri sera takksamur fyri, at feløgini sýndu ábyrgd og fingu dystin av­greiddan, sigur Hartvig Joensen. Teir, sum mannaðu saman­setta parið vóru Jóhan Lind og Bogi Mortensen, og við hesum eydn­aðist at avgreiða dystin, so hetta ikki órógvar tað, sum eftir er av kapp­ingini. Men tað er eingin sum helst ivi um, at hetta er ein hending, sum hevur skapt reyð oyru, og sum elvir til eina upp­stramman í manna­ gongdunum, sum eru gald­andi, tá dómaraboð verða givin. jakup@sosialurin.fo Eingin ivi er um, at børnini vóru fegin um at fáa ein slíkan profil til felagið. Á felagsdegnum leygardagin hevði David Edvardsen úr at gera við at skriva autografar til mongu fjeppararnara