Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 T að leggur upp til krógvaðar málsviðgerðir og lunkaðar avgerðir, tá avgerðir hjá Kapp­ingarnevndini um leikbann ikki verða almannakunngjørdar leingi hesar ikki enda á borðinum hjá Aganevndini Aðrastaðni á hesum síðum lýsa vit málið um dystarbannið, sum venjarin hjá Víkingi fekk handað fríggjadagin. Úrslitið av viðgerðini varð, at talan gjørdist um tann eina dystin, sum venjarin fekk uttanfyri gyrðingina, og tað í sjálvum sær er merkisvert, um hetta verður hildið saman við teimum revsingum, sum annars eru og verða givnar fyri líknandi brot. Tað er skjótt, at tankarnir leita móti minni penum orðum um málsviðgerðina, sum á fleiri økjum tykist heldur lunkað og huldukend. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at var brotið framt av spælara, so kundi tann eini dagurin bert komið upp á tal, um spælarin var provokeraður, áðrenn fingurin varð hildin á lofti. Kappingarnevndin hevur tó tulkað reglurnar øðrvísi, og tað hevur nevndin fyri sovítt eisini fullan rætt til. Men tað vildi verið upp á sítt pláss, um grund­ gevingarnar fyri hesum vórðu lagdar á borðið. Ikki bara í hesum førinum – men eisini í øllum øðrum førum, har leikbann verður givið. Tá kundi almenningurin sæð grundgevingina fyri, hvussu brotið er sektað, og hví dystarbannið ikki var longri ella styttri enn tað sama. Fótbóltssambandið skal minnast til, at fótbólturin virkar í egnum lógarverki, har tey at kalla eru uttan fyri lóg og rætt hjá samfelagnum annars. Hetta setir krøv til opinleika og gjøgnumskygni, men dømini eru nógv, har opinleiki og gjøgnumskygni um málsviðgerð og avgerðir eru fyribrigdi, ið eru trupul at fáa eyga á. Tá FSF samstundis hevur eina skipan, har allar avgerðir hjá Aga- og yvirkærunevnd verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá FSF, so skuldi hetta verið so líkatil. Um tað er krav, at nakrar avgerðir um leikbann skulu almannakunngerast, samstundis sum sama krav ikki er galdandi fyri onnur leikbann, so er í øllum førum okkurt ravruskandi galið við skipanini. Og skuldi nakar ivast, so var tað ein peikifingur, sum í hesum førinum varð rættur móti FSF. Leggið kortini á borðið Ítróttar klumman Jákup Mørk ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur E. Jensen Lutakastið í kvøld Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða í 3-2 sendingini í kvøld. Átta lið eru eftir og øll eru í Effodeildini. Tey er HB, NSÍ, KÍ, EB/Streymur, ÍF, AB, Víkingur og B68. Sendingin byrjar klokkan 19.25. Ein fingur er ikki ein fingur Nú er nokk Jákup Mørk Fríggjadagin stóð greitt, hvør revsingin til venjaran hjá Víkingi skuldi verða. Sigfríður Skaale Clement­ sen varð revsaður við dystar­ banni í ein dag fyri tað, sum fór fram eftir dystin millum B36 og Víking. Sum skilst, so heilsaði Sigfríður heldur ófólkaliga upp á 4. dómaran, tá teir báðir hittust í B36-húsinum nakað eftir dystarlok. Og í orða­drátti teirra millum kom fingurin hjá Víkinga-venjar­ anum so á loft. Nýggir standardir Tað merkisverda við dóm­ inum er, at hetta er fyrstu ferð, at leikbann fyri at vísa fingurin bert fevnir um tann eina dagin. Í vegleiðingini til leik­ bann, sum finst á heimasíð­ uni hjá FSF verður beinleiðis stað­fest, at spælari fær dystir leikbann, um hann vísir dómara fingurin. Venjarar og onnur ábyrgdar­fólk verða tó ikki dømd eftir somu lógarreglu, sum spælarar verða tað. Har er tað ístaðin grein 9, sum er gald­andi, og har verður bara staðfest, at ósømiligur atburður verður revsaður við leik­banni í ein til tríggjar dystir. Tað er tó lítil ivi um, at tær leiðreglur, sum verða nýttar fyri spælarar, eisini eru grundarlag undir revsingum, sum verða dømdar eftir grein 9. Er talan um ósømiligan atburð frá spælara, so verður hetta takserað soleiðis: • Brúka munn móti dómara: 1 dyst • Brúka sera ljóta munn móti dómara (herundir at vísa fingurin): 2 dystir • Serliga grov brot móti leikara ella dómara: 4 til 6 dystir Soleiðis verður beinleiðis stað­fest, at tað gevur tveir dagar, um dómarin fær fing­ urin frá spælara. Og sið­ venjan vísir, at hesar reglur­ nar eisini eru galdandi, um spæl­ari hevur forbrotið seg inn á hesar reglur eftir dystar­lok. Aðra staðni í vegleiðingini verður staðfest, at talan kann verða um linari revsing, um spælari er ertaður (provo­ker­aður) til brotið, men hetta verður einamest nýtt, tá talan er um atgerðir í hevnis­øku. Tað gevur orsøk til at spekulera í, um revsingin til Sigfríð Clementsen varð linari, tí hann møgu­liga hevði verið offur fyri provo­ katión frá 4. dómaranum. Sjálvur sigur 4. dómarin, Rói Christiansen, at hann ikki hevði provokera venjaran, og formaðurin í kapp­ingar­ nevndini váttar, at hetta ikki var partur av dóms­viðgerðini. Jákup Martin Joensen, sum er formaður í Kapp­ ingar­nevndini hjá FSF, sigur, at talan er um dóm, har einki fordømi fyrilá. – Tað, at hendingin fór fram inni í B36-húsinum og ikki úti í almenna rúminum, var við í okkara meting av støðuni. Vit høvdu eini revsi­ rammu, sum var millum ein og tríggjar dystir, og í eini heildarmeting hildu vit, at ein dystur var hóskandi revs­ing, sigur Jákup Martin Joensen. Summi eru meira líka Eftir stendur tó, at FSF við hesum hevur staðfest, at tað er bíligari hjá einum venj­ara enn hjá spælara at bera seg ósømiliga at móti dóm­aranum. Og at tað, sum annars verður roknaður sum sera ljótur atburður »bert« er at rokna sum ljótur at­burður, um eygnavitnini til hend­ing­ ina eru nóg fá. Skal dómarin hava fingurin, so sleppur tú best avstað við hesum, um tað er venjari – ikki spælari – sum gevur fingurin, og at hetta verður gjørt, tá eingin annar sær Formaðurin í Fót­bólts­ dómara­felagnum heldur, at harði tónin mótvegis dómarunum má steðgast alt fyri eitt. Petur Reinert, sum eisini er altjóða dómari, heldur, at vit nú er komin hartil, at fót­ bóltsdómarar mugu fáa eitt sindur friðarligari arbeiðs­ umstøður. Hetta ger hann greitt eftir hendingina eftir dystin millum B36 og Víking næst seinasta fríggjadag. Og eftir at venjarin hjá Víkingi seinni varð dømdur at standa uttan fyri gyrðingina í ein dyst. – Eg havi sum so onga mein­ing um dómin – tað taka onnur sær av. Men eg haldi, at tað, sum fór fram í B36-hús­inum eftir dystin, er undir alt lágmark. Sigfríður Clementsen vendi eis­ini kanónina móti dómara­num í sínum við­ merk­ingum eftir dystin, men hesar heldur Petur Reinert ikki vóru av tí slagnum, sum fer heilt út um mark. – Tað er sjálvandi harm­ iligt at hoyra slíkar við­ merkingar, men eg haldi ikki, at tær fara út um mark. Hetta er ein partur av spælinum, og viðmerkingar er nakað, sum ein dómari má liva við. Tá brotsspark verður dømt somikið seint í dystinum, so fara fólk upp í reyða feltið. Og kanst tú ikki liva við tí, so skalt tú ikki vera dómari, heldur Petur Reinert. – Tað, sum eg harmist mest um, er tó, at onkur venjari longu eftir trimum um­førum tvær ferðir hevur følt eina trongd til at venda sína ónøgd móti dómara­ num. Hetta er nakað, sum má og skal halda uppat. Vit hava framvegis 24 umfør eftir at spæla, og vit dómarar, spæl­ arar og venjarar skulu altso vera saman um at av­greiða hesi. Og tað kann ger­ast óluksáliga stríggið, um hesin tónin, sum nú er lagdur, verður galdandi allan vegin, sigur formaðurin í Fót­bólts­ dómara­felagnum. jakup@sosialurin.fo