Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur flogbóltur Mjølnir hevði frammanundan tikið fyrsta stikkið í finaludystunum ímóti Fleyr, og leygardagin fingu tær FM-gullið í hús eftir ein ótrúliga tættan og drúgvan dyst, sum Mjølnir vann við allar minsta muninum: 3-2 og 15-13 í avgerandi setti. Tær tryggjaðu sær somuleiðis greipuna Mjølnir fekk eisini FM-gullið Pætur Albinus Kvinnurnar hjá Mjølnir høvdu eina viku framman­ undan tryggjað sær fyrsta stikkið í FM-finaludystunum, har leikt verður best út av trim­um, og kundu tær tískil avgera FM við einum sigri ímóti Fleyr í høllini á Hálsi leygar­dagin. Fleyr hevur tó fyrr í ár víst gott spæl, og í fyrstu finaluni fingu tær eisini eitt sett ímóti Mjølni, so nú Fleyr fór at berjast fyri lív­ inum varð væntað, at hesin dysturin fór at gerast ógvu­ liga spennandi. Og tað bleiv hann eisini. Fleyr stórspælandi Fleyr kom sum eitt ódnar­ veður frá landi og tær vístu so sanniliga, at tær vóru væl til reiðar at javna í finalu­ dystinum. Tær komu skjótt á odda 9-3 og tær vunnu fyrsta sett stórt 25-11. Mjølnir-legan hevði utt­ an iva tosað við stórum bók­ støv­um ímillum settini, og tað sást eisini á vøllinum, har Mjølnir hevði hugsavnað seg betur og fekk eina betri byrjan upp á hetta settið. 7-4 vóru tær úr Mjølnir á odda, tá ið Eva Winther Nagata hjá Fleyr fekk servuna í hond­ina. Hon servaði við stuttum svev­ servum og fekk órógv í spælið hjá Mjølnir, og løtu seinni legði Fleyr seg á odda 8-7. Mjølnir fekk síðani aftur takið og legði seg á odda 12- 8, men tað skuldi vísa seg at skifta ógvuliga nógv, tí Fleyr kom eisini aftur og legði seg á odda 13-12. Hesa løtuna lá í luftini, at Fleyr av álvara kundi hálvg­um avgera dystin og vóru komnar í góða støðu og møgu­liga ávegis at leggja seg á odda 2-0, men tað kom fjáltur í spælið hjá teim­um og Mjølnir dróg frá aftur. Hóast Fleyr fekk mink­að niður í 22-21 eftir eina dóm­ara­villu, har eitt smasj týðiliga fór í blokkin hjá Fleyr og so út, men varð dømt til Fleyr, so slóu tær úr Havn bóltin í netið tvær ferðir á rað og Mjølnir vann settið 25-22. Mjølnir omaná Triðja sett var ógviliga um­ ráðandi og kanska serliga fyri Fleyr, sum ikki mátti missa sálarliga takið, sum tær høvdu uppbygt sær við at spæla væl og leypa ein lítlan hvøkk á Mjølnir Byrjanin var jøvn og tað vóru serliga profilar á lið­ unum, Marjun Kalsø við fleiri góðum detaljum hjá Mjølnir, og Anja Danielsen við smasjum og servum hjá Fleyr, sum avgjørdu bóltar­ nar. Miðskeiðis í settinum mátti Anja Danielsen eina løtu av vøllinum eftir saman­ stoyt við ein liðfelaga, og hesa løtuna dróg Mjølnir av álvara frá og kom á odda 18- 12. Fleyr fekk tó aftur takið og minkaði niður í 18-16, men ov seint var og Mjølnir vann at enda settið trygt 25-18. Treiskar Fjórða sett var avgjørt síðsta útkalla hjá Fleyr, sum fyrr í dystinum hevði víst stór­