Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 ítróttur flogbóltur Myndir: Álvur Haraldsen spæl, men skjótt misti tað á gólvið aftur. Fleyr var eisini omaná fyrstu bóltarnar, men eftir fleiri drúgvar og framúr góðar bóltar var tað Mjølnir, sum vann takið og kom á odda 10-5. Fleyr vildi tó ongantíð geva skarvin yvir, og tær úr høvuðs­staðnum tveittu nú alt eftir einum síðsta trýsti. Come­back miseydnaðist fleiri ferðir fyrr í dystinum, men hesa­ferð gjørdu tær tað meiri gjøgnumført og tá ið tær vunnu sær eina leiðslu áljóð­andi 14-13, so noyddist Mjølnir at taka time-out. Lítið batn­aði og stutt eftir var 16-13 til Fleyr, sum fekk snøgt sagt alt at rigga – mest eyð­sæð vóru dundursmasjini frá Anju Danielsen. 19-14 gjørdist støðan til Fleyr, sum tá lat løtuna yvir til Mjølnir at fremja eitt come­back. Fleiri áskoðara­ vinar­ligir bóltar vóru at síggja hesa løtuna og Mjølnir avgjørdi teir allar. Tær mink­ aðu heilt niður í 20-19 og tá noyddist Fleyr at taka time- out fyri at fáa skil á spælið aftur. Næsta bólt javnðai Mjølnir til 20-20 og áskoðara­ fjøldin kókaði. Anna Sára Leifs­dóttir hjá Fleyr tók sær av at avgera tveir teir næstu ser­stakliga umráðandi bóltar­nar og so var 22-20 til Fleyr og Mjølnir tók time- out. Ein sonn telving aftur og fram hesa spentu løtuna. Eftir time-out vann Mjølnir tveir bóltar á rað og javn­aði til 22-22. 23-23 gjørdist støðan eisini og sanniliga eis­ini 24-24. Gudrid Nolsøe, sum annars hevði víst sínar drúgvu royndir, kiksaði servu og opið smasj hesa løt­una, og settið koppaði til Fleyr, sum vann 26-24. Ótrúliga tætt Fleyr hevði eitt lítið sálarligt yvirtak tá ið byrjað varð upp á avgerandi settið, og tað vístu tær eisini við at koma á odda 3-1. Fleiri góðir stríðs­ bóltar vóru aftur at síggja, og teimum dámdi Mjølnir best – aftur hesaferð. Tær javnaðu til 6-6 og tær riðu á bylgjuni og løgdu seg á odda 9-6. Spenningurin vildi ongan­ tíð hasa av í hesum dyst­ inum, og heldur ikki hóast Mjølnir nú hevði rímiliga greiða leiðslu og var fáar bóltar frá FM-gullinum. Fleyr minkaði fyrst til 9-8 og Mjølnir tók time-out. Bóltin eftir vann Fleyr og so­statt stóð aftur á púra jøvn­um, 9-9. Ein miseydnaði heving og misskiljing um hvør skuldi taka bóltin úrs­ litaði seg í, at Mjølnir fekk 11-9 og leiðslu og eisini um­ vegis Lenu í Buð fekk økt til 12-9 og noyddi Fleyr at taka time-out í einari allar sein­ astu roynd at stápla okkurt mót­spæl upp á beinini. Lena í Buð var stóri spæl­ arin hesa avgerandi løtuna, og var tað eisini hon, sum avgjørdi bóltin til 13-9. Hetta skapti neyðuga munin, vildi ein hildið, men Fleyr minkaði heilt niður í 14-13, áðrenn Gudrid Nolsøe avgjørdi sein­asta bóltin í dystinum og við 15-13 í avgerandi setti vann Mjølnir FM-gullið við 3-2-sigri í einum ótrú­liga drúgvum, tøttum og spenn­ andi dysti. Súsanna Ludvig, sum er ein av ungu og evnaríku leik­arunum hjá Fleyr, held­ur ikki, at tær stóðu seg verri enn Mjølnir. – Nei, eg haldi avgjørt ikki, at Mjølnir var betra liðið í dag. Vit vóru sera upp­settar at vinna og tendr­aðar tá ið dyst­urin byrjaði, og eftir at hava vunnið fyrsta sett sann­ førandi 25-11, prógvaðu vit, at vit vóru minst líka góðar sum Mjølnir í dag, heldur hon. Telvingin við time-out var á høgum stigi í dyst­ inum, tí eftir at eitt lið hevði tikið time-out, var tað næstan hvørja ferð, at hetta liðið vann fleiri bólt­ar á rað eftirfylgjandi. Vit spurdu hana, hvat tær tos­aðu um. Vit gera avtalur, tosa um hvussu vit skulu stilla upp og dekka vøllin, hvar hol er á teirra vølli, so at vit betur vita hvar vit skulu sláa ella lobba bólt­in. Tað er fyri tað mesta okkara venjari ella hjálpar­venjari, ið alla­ tíð sigur okkum hvat vit kunnu geta betrr. Eis­ini royna vit at skapa ein róligan stemning og sam­ stundis minna vit okkum á, at tað allatíð skal vera stutt­ligt at spæla, sigur Súsanna, sum peikar á, at Mjølnir hevði nógvar royndar leikarar á liðnum, men at tær ætla sær at taka dystin upp aftur við tær. – Nú veit eg ikki hvussu Mjølnir fara at vera mann­aðar næsta ár, men sjálv­andi trugvi eg uppá, at vit kunnu taka ikki bara tær, men hini lið­ini eis­ini næsta ár. Eg havi góðar vónir og síggi fyri mær hvussu sterkt kvinnu­liðið hjá Fleyr verður kom­andi árini, sigur Súsanna Ludvig at enda. Tær vóru ikki betri enn vit Súsanna Ludvig: Eingin roknaði við okkum Lena í Buð: Lena í Buð hjá Mjølnir fegn­ast um FM-gullið og heldur, at báðar finalur­ nar als ikki mintu um hvørja aðra. – Hesar báðar finalur­ nar vóru rættiliga ólíkar. Alt, sum riggaði hjá okk­ um í tí fyrru, riggaði ikki í tí seinnu. Ein sá týðiligt, at Fleyr hevði terp­að okkara spæl. Fyrra finalan var ein vanligur dystur millum Mjølnir og Fleyr, har vit hava fleiri streingir at spæla upp á, sigur Lena, sum er ovfarin av mótstøðuni í seinnu finaluni. – Tað var eitt nógv betri Fleyr-lið. Við góðu servunum og stabilum spæli tóku tær okkum á bóli, men vit broyttu okk­ ara spæl og kláraðu so at koyra tað heim, sigur hon. Hon heldur, at Mjølnir varð undirmett undan kapp­ingarárinum, og at tær hava drigið fyrimun av hesum. – Eingin hevði nakrar vónir til okkum í ár. Vit mistu fýra spælarar, og tað er altíð droytt. Tað, at vit ongantíð blivu nevnd­ ar í topp 3, setti okk­um meiri upp at vísa hvat vit duga, sigur hon og nevnir fantastiskt saman­hald sum ein av grundar­stein­ unum í Mjølnir. albinus@sosialurin.fo Mjølnir – Fleyr (2-0 í dystum) 1. finala: Mjølnir - Fleyr 3-1 (25-18, 25-14, 21-25, 25-19) 2. finala: Mjølnir - Fleyr 3-2 (11-25, 25-22, 25-18, 24-26, 15-13)