Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur ítróttur Eftir fyrsta tíman, har gestirnir av Balkan vóru greitt omaná, reistu føroysku kvinnurnar seg. Tá ið Eyðvør Klakstein við rimmar máli hevði javnað, var spenningurin stórur, og tað eigur at bera vónir við sær undan hósdegnum, tá ið Norðurírland kemur at vitja Føroyar reistu seg og javnaðu Jóannes Hansen Leygarkvøldið vann før­ oyska kvinnulandsliðið í fót­bólti fyrsta stigið í HM undan­kappingini. Hetta var fjórði dysturin, og tá ið støðu­talvan frammanundan vísti 2-18 og einki stig, so er tað einki at siga til, at tað var fagn­aður um fyrsta stigið. Síðsta løtan var heima­lið­ ið ikki at kenna aftur frá tí, sum sást í 1. hálvleiki. Kanska hevði tað verið møguleiki at dyrgt eftir sigrinum, men tað snúði seg fyrst og fremst um at varðveita javnleikin og eina stigið. Sum tað gekk síðstu løt­ una, so eru tað ikki ongar vónir um, at tað kann fara at ganga uppaftur betri, tá ið Norðurírland hós­kvøldið kemur á vitjan. Leygar­ kvøldið tapti Norður­írland 4-0 á heimavølli ímóti Svøríki, sum Føroyar fyrr hava tapt 5-0 ímóti. Norður­ írland hevur í fýra dystum ikki megnað at skora. Tað hava Føroyar. Talvan vísir trý mál. Tvey tey fyrstu skoraði Heidi Sevdal í 7-2 heimatapinum ímóti Skotlandi síðsta heyst. Heidi var leikbannað leygar­ kvøldið. Hon verður tøk hósdagin ímóti Norður­ írlandi. Tað verður spennandi at síggja, hvat hon og Eyðvør Klakstein saman við hinum fara at megna í framrættaða partinum hóskvøldið. Ímóti Bosnia-Hersegovina var tað Eyðvør Klakstein, sum ellivu minuttir undan leikloki javnaði til 1-1. Eftir horna og út frá tamdi hon hegnisliga bóltin, áðrenn hon umvegis tvørtræið smekkaði hann í netið. Eitt flott mál av Eyðvør, sum var komin á vøllin tíggju minuttir framman­undan, og sum saman við eisini innskiftu Lív Arge vísti, at ungu og óroyndu spælararnir eru dugnaligar. Gestirnir spiltu seg burtur Í gestaleguni var lagið ikki so gott. Bosnia-Hersegovina er saman við Føroy­um og Norðurírlandi í niðara endanum í HM undan­kapp­ ingar­bólki 4. Undan Føroya ferðini var bosniska úrtøkan úr trimum dystum eitt stig og málmunurin 0-8. Sum tað gekk fyrsta tíman bendi alt á, at Bosnia skuldi fara avstað við øllum stigunum. Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram legði Melisa Hasanbegović Bosnia framum miðskeiðis í 1. hálvleiki. Málið var á ongan hátt óvæntað. Bosnisku kvinn­urnar vóru størri, Hetta er ein heilt fan­ tast­isk kensla. Eg haldi at vit gera tað so kunnu, sum vit kunnu. Hatta var eisini eitt heilt fantastisk mál. Eyðvør traff handan bóltin ótrúliga væl. Vit arbeiddu hart fyri at fáa handan javnleikin, og tað er deiligt at stríðið gevur úrslit. Bosnia Hersogovina hava bóltin meiri í fyrra hálvleiki, men teir eru bara vandamiklar upp á deyðbóltar. Tað var ser­ liga óheppið, at tær fáa hornasparkið, sum tær skora uppá. Vit trúðu upp á tað í hálvleiknum. Eg var vísir í, at vit fóru at fáa møgu­ elikan. Vit skuldu bara trúgva upp á tað. Vit hava ein javnt góðan hóp og kunnu gera útskiftingar. Vit tosaðu eisini leingi um hvør skuldi byrja inni. Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari