Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 fótbóltur Føroyar - Bosnia Hersegovina 1-1 (0-1) HM undankappingardystur fyri kvinnur á Tórsvølli leygardagin 4. apríl 2014 kl. 19.00 0-1: Melisa Hasanbegović 23. 1-1: Eyðvør Klakstein 78. Dómaratrio úr Sveis: Simona Ghisletta, Susann Küng og Anne Gabellon. 4. dómari: Elsa Andreasen úr Føroyum Føroyar: Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Fríðrunn Danielsen – Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen – Laila Pætursdóttir (Lív Arge, 72.), Olga Kristina Hansen, Ásla Johannesen (Eyðvør Klakstein, 68.) – Rannvá B. Andreasen Gult kort: eingin Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Nina Davidsen, Annika Petersen, Milja Simonsen, Elin Maria Isaksen, Margunn Lindholm Venjari: Jón Pauli Olsen Bosnia-Hersegovina: Almina Hodžić – Amira Spahić, Milena Nikolić, Amela Fetahović, Aida Hadžić, Iris Kadrić (Monika Kuliš, 69.), Alisa Spahić (Antonela Radeljić, 84.), Lidija Kuliš, Melisa Hasanbegović, Nikolina Dijaković, Svjetlana Crnjak Gult kort: Alisa Spahić Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Envera Hasanbegović, Alma Jašarević, Dejana Boškan, Eldina Ahmić Venjari: Samira Huren HM undankappingarbólkur 4 nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 Skotland 5 5 0 0 22 2 20 15 2 Svøríki 4 4 0 0 12 0 12 12 3 Pólland 5 2 0 3 9 8 1 6 4 Bosnia-Hersegovina 4 0 2 2 1 9 -8 2 5 Norðurírland 4 0 1 3 0 9 -9 1 6 Føroyar 4 0 1 3 3 19 -16 1 5. apríl Skotland - Pólland 2-0 Norðurírland - Svøríki 0-4 Føroyar-Bosnia - Hersegovina 1-1 10. apríl Bosnia-Hersegovina - Skotland Føroyar - Norðurírland – Eg eri ótrúliga glað. Eg kom inn og gjørdi alt tað eg kundi og tað var deiligt – Verjan hjá hjá Bosina Hersogovina fær ikki ruddað bóltin burtur. So kemur hann til mín og eg standi somikið væl fyri, at eg hugsaði bara at skjóta upp á mál. Eg visti beinanvegin, at eg rakti bóltin væl. Tað var ein øgiliga góð kensla at síggja bóltin fara í málið. – Vit eru sjálvandi glað­ ar fyri at fáa málið og eina stigið. Tað kennist næstan sum tú hevur skorað av­ gerandi málið, tá tú javnar so seint í dystinum, sigur Eyðvør Klakstein. Rannvá B. Andreasen: Eyðvør Klakstein: – Eg eri vælnøgd. Hetta er fyrsta stigið í eini HM undankapping og seinast vit spældu móti teimum taptu við 3-2. Byrjanin var torfør, tí leikferðin er so høg. Tað er nakað vit skulu venja okkum við. – Tá tú ert áleypari á føroyska landsliðnum, so kemur tú ikki at hava bóltin nógv. Eg og Ásla Johannesen skiftu um, tí eg spæli á vonginum vanligt, men sum áleypari, so kanst tú samla kreftir eina løtu. Eg haldi tað riggaði væl. – Tær fáa eitt býtt mál, har vit nokk eiga at rudda bóltin vekk, men vit trúgva upp á tað alíkavæl. So vit fóru ikki niður við høvdinum. – Vit tosaðu í hálv­ leik­inum um at skjóta upp á mál, tí málverjin stóð oftani úti. Eg helt at málið hjá Eyðvør var sera flott, sigur Rannvá B. Andreasen, sum til dagligt spælir saman við mál­ skjútt­anum í KÍ. skjótari og sterkari enn tær føroysku. Bóltførleikin hjá teimum var betri, og tær vístu seg eisini at hava hópin størri sjálvsálit enn før­oyska liðið, sum kendist at vera fjáltursstungið. Før­oysku spælararnir í bláum lógu langt frá hvíta mót­støðu­ liðnum, og harvið bar tað fyri tað mesta til hjá bosniska lið­ num at gera, sum tað vildi. Føroyski venjarin, Jón Pauli Olsen, hevði ætlað, at hansara lið skuldi varðveita bóltin, og at liðið skuldi flyta seg longri fram í royndini at varðveita bóltin og at mynda álop og møguleikar. Soleiðis gekk tað als ikki. At verjuparturin var um ein háls gekk út yvir álopspartin. Rannvá B. Andreasen varð flutt úr álopinum og aftur á miðvøllin og síðani í løtum aftur á vinstra vongverja, og tá ið sveisiski dómarin bríkslaði fyri hálvleiki og hvíld, kendist tað at koma væl við, at munurin bara var eitt mál. Reistu seg Sum 2. hálvleikur leið, fór før­oyska liðið at vísa tenn. Eftiransingarnar vórðu betri, og tá ið tað oftari eydn­aðist at fáa tamarhald á bólt­ inum, so bar tað við sær, at samanspælið batnaði, og at tað harvið bar møguleikar við sær at flyta liðið longri fram. Sum tíðin gekk undan, var spurningurin, um tað skuldi eydnast heimaliðnum at vinna úrtøku. Eyðvør Klak­ stein, Lív Arge og fleiri aðrir av framrættaðu spælarunum tordu og evnaðu at spæla seg úr fyrsta pressinum. Harvið vórðu rúmini at flyta seg og samanspæla í alt størri og eyðsýndari, og tað bar úrslit við sær. Veteranarnir í verjuni vóru eyðsýndir. Randi Wardum tók sær av inn­ legg­um, og Liljan av Fløtum Petersen og liðformaðurin Malena Josephsen dugdu væl at lesa spælið. Olga Kristina Hansen og Rannvá B. Andreasen vóru tær mest eyðsýndu fram eftir vøllinum. Men sum tíðin leið, reistu allar seg, og úrslitið boðar frá fínum liðavrikið síðsta lítla hálva tíman. Tað verður spennandi at siggja, hvussu tað fer at ganga hósdagin ímóti Norður­írlandi! joannes@sosialurin.fo