Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur H E S A V I K U N A Heðin Stenberg 3 Var tryggur í feltinum og góður í beininum. Spældi ein fínan dyst, men átti møguliga at tikið fyrsta málið hjá B36. René Shaki Joensen 3 Stóð væl defensivt stóran part av dystinum, men hevði ávísar trupul­ leikar seinastu løtuna. Var tó ikki so eyðsýndur fram eftir vøllinum. Jóhan Troest Davidsen 4 Var sterkur í nærdystum, góður í luftspælinum og stýrdi verjuni sera væl. Vísti tó saman við restini av verjuni veikleikar seinastu minuttirnar. Rógvi Holm 4 Skoraði aftur eitt mál og var mest sum feilfríur fyrstu 80 minuttirnar. Sera flottur innsatsur, men tvey sein B36-mál telja niður, har hann eigur stóran lut í seinna málinum. Pál Mohr Joensen 4 Var sterkur í verjupartinum, har hann mest sum ikki gjørdi feilir, og kom betri til sín rætt í framrættaða spælinum, enn vit hava sæð fyrr í ár. Tróndur Jensen 2 Hevði trupulleikar við smáspælinum hjá B36, og so gjørdi annars sterki bóltspælarin alt ov nógvar feilavleveringar, harav onkrar teirra kundu blivið vandamiklar. Fróði Benjaminsen 5 Skoraði týdningarmikla opnings­ málið, var sterkur í nærdystum, arbeiðs­samur, og so var hann sera ofta maðurin, ið breyt spælið hjá B36 við einari langari tá. Heini Vatnsdal 4 Hevði trupulleikar við smáspælinum hjá B36, men var sterkur í støðum í framrættaða spælinum. Hevur eitt sera gott »drive«, og so skoraði hann eisini eitt gott mál. Kristin R. Mouritsen 3 Arbeiðssamur og avbjóðandi. Hevði ávísar trupulleikar móti sínum bein­ leiðis mótstøðumanni, men stóra arbeiðsorkan gjørdi, at hann hóast alt fekk nógv burturúr. Christian R. Mouritsen 2 Var sum altíð sterkur á bóltinum, men sum heild kom alt ov lítið burturúr. Tók ov ofta skeivar avgerðir í offensiva partinum. Andrew av Fløtum 4 Andrew er ein fantastiskur bólt­ spælari. Góður at spæla bóltin niðaná og missir næstan ongar bóltar. Hevði eitt sera flott upplegg til málið hjá Heina Vatnsdal. Poul Ingason 1 Setti mest sum ikki ein fót rættan. Tað er týðiligt, at ungi maðurin enn hevur nógv eftir at læra fyri at tillaga seg til spælistílin hjá HB. Avrik: tøl 1 til 6 Tróndur Arge – Gundadalur Hóast HB bæði hevði verið á odda 3-0 aftaná 46 min­ uttir, og B36 fekk ein mann útvístan sjey minuttir fyri tíð, so var tað við bit og slit, at HB kom víðari í kappingini um Løgmanssteypið. Sein­ asta korterið av dystinum vaknaði B36, skoraði tvey mál, fekk ein mann útvístan og var um reppið at koma upp á 3-3. HB er víðari í steypa­ kappingini, men enn liggur meistaraspælið eftir í skifti­ rúminum. Heðin ikki bangin Venjarin hjá HB, Heðin Askham, var rímiliga róligur seinastu tíggju minuttirnar, meðan B36 nærmast hersetti brotsteigin hjá HB. Orsøkin var reyða kortið, sum B36 fekk sjey minuttir fyri tíð, tá Eli F. Nielsen fekk sítt seinna gula kort. – Teir vóru ein maður í undirtal. So er var púra róligur, tí vit høvdu fingið tamarhald á støðuni um tað bleiv til umdyst. Vit høvdu eis­ini tvær útskiftingar eftir, sigur Heðin Askham. Seinastu løtuna lítið høpi í samansetingini hjá HB. – Vit fella ov langt aftur á vøllin. Tá vit so skulu trýsta teir, so hanga fýra spælarar eftir. Tað ger at liðið fer í tví­ ningar, sigur Heðin Askham, sum tó ikki leggur so stóran dent á seinastu tíggju min­ uttirnar. HB kemur á odda 3-0, tá seinni hálvleikur er tveir minuttir gamal. Tey flestu mundu halda, at hesin dysturin var avgjørdur tá, men Heðin hevði ikki kannað sær bitan ov tíðliga. – Eg var ongantíð vísur í sigrinum, tí sjálvt um vit skora til 3-0, so megna vit ikki at lukka dystin. Teir stríð­ast allan dystin og tað B36 hava rós fyri, sigur Heðin Askham víðari. – Vit spældu væl í 80 min­ uttir og tað skulu vit taka við okkum, sigur venjarin hjá HB. Miðjan og miðverjan vann HB dystin Fyri HB var Heðin Stenberg nýggjur á liðnum. hann er leigaður frá AB, tí Teitur M. Gestsson er skaddur. Heðin stóð sum heild væl, men skuldi havt fingið hondina á málið hjá Adeshina Lawal. Í miðverjuni stóðu Rógvi Sjúrðarson Holm og Jóhan Troest Davidsen stinnir í tí mesta, sum B36 kom við. Rógvi var tann meiri sjónligi av teimum við fleiri ágrýtnum verjuaktiónum og einum máli. Hann eigur tó sín lut í seinna málinum hjá B36, har hann helst kann fáa fótin á annars hegnisliga og góða innleggið hjá Jákupi á Borg. Miðvøllurin hjá HB spældi ikki nakran góðan dystin. Spælið hekk ikki ser­liga væl saman, men tvey av málunum komu frá mið­vøll­inum. Bæði Fróði Benjaminsen og Heini Vatnsdal leitaðu nógv fram og tað fingu teir løn fyri. Fyrst tá B36 kloddaði í einum innleggi og Fróði prikaði bóltin í málið. Síðani, tá Andrew sendi Heina avstað og skoraði til 3-0. Annars er tað merkisvert, at René Shaki Joensen, sum er ein skjótur og fram­ rættaður høgri bakkur, bara eina ferð fekk bóltin, tá hann gjørdi yvirlap í høgru. HB er víðari í steypakappingini, men avrikið var einki at reypa av. Teir blivu kroystir í botn seinastu minuttirnar, men Heðin Askham var ongantíð bangin fyri luttøkuni í fjórðingsfinaluni lá eftir ítróttur Tað var fríspark! Jákup á Borg, liðskipari hjá B36, metir at talan var um fríspark, tá Rógvi S. Holm legði HB á odda 2-0 eftir hornaspark. Tað segði hann við Rás2 eftir dystin. Rógvi S. Holm vísir aftur, at hann gjørdi nakað fríspark mótvegis Hørði Askham í støðuni. Sjónvarpsmyndir á in.fo vísa, at tað er Fróði benjaminsen, sum er í tvísdysti við Hørð Askham. (2-0) 3-2 1-0: Fróði Benjaminsen 14. 2-0: Rógvi S. Holm 45. 3-0: Heini Vatnsdal 47. 3-1: Adeshina Lawal 79. 3-2: Rasmus Dan Sørensen 82. Dómari: Dagfinn Forná Meistara­ spælið