Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 ítróttur Grannauppgerðirnar millum HB og B36 eru ótrúliga hendingaríkar og spennandi hesi seinni árini. Tað koma nógv mál og sjálvdan er tað avgjørt fyrr enn seinasta sparkið er fallið í dystinum. Høgra síðan hjá HB bleiv brúkt alt ov lítið. Bæði René S. Joensen og Christian R. Mouritsen eru spennandi spælarar, men tað sást lítið og einki til sunnudagin At kalla alt spælið hjá HB kom upp gjøgnum teirra vinstru síðu, meðan René Shaki Joensen og Christian R. Mouritsen ikki komu ordiliga inn í dystin. Flott B36 uppspæl Uppleggið hjá HB var at fara fram á vøllin og trýsta B36. Árstalsfelagið hevði eisini eitt verjukent útgangspunkt, men megnaði ein stóran part av fyrra hálvleiki at spæla seg úr trýstinum. Tað var flott at síggja hvussu væl spælið hjá B36 riggaði, tá teir broderaðu seg gjøgnum miðvøllin hjá HB. Tað var serliga í fyrra hálv­leiki, eftir at HB var komið á odda 1-0, at B36 fekk spælt seg væl fram til sein­ asta triðingin á vøllinum. Høgni Eysturoy, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz, Jákup á Borg og Adeshina Lawal vóru sum regul í blandaðir, tá B36 fór í álop. Tað bleiv tó ikki altíð umsett til nakað vandamikið. Stóri trupulleikin hjá B36 er breiddin í hópinum. Fyri uttan Rasmus Dan Sørensen, ið kom inn og skoraði, so var ongin spælari á bonkinum við royndum á besta liðnum. So leingi B36 hevur allar mans tøkar, so kunnu teir berjast við um heiðursmerki og Evropa, men so skulu teir also at kalla ongan skaða hava. Sámal Erik Hentze hevur gjørt stóran mun á Argjum við teimum yngru spæl­arunum. Tað skal hann helst eisini í B36 fyri at økja um talið av spælarum, ið kunnu standa seg í besti deildini. Andrew út Tá HB kom á odda 3-0 valdi Heðin at skifta Andrew av Fløtum út. Hann hevur ein týdnigarmiklan leiklut á HB liðnum, men megnar ikki at spæla 90 minuttir hvønn dyst. Tí skal hann sparast tá hann kann. HB og B36 møtast aftur fríggjadagin í Effo-deildini, tað var ein orsøk til, at Andrew bleiv skiftur út tíðliga. Í hansara stað kom Poul Ingason. – Eg avtalaði við Andrew í hálvleikinum, at um vit komu upp á 3-0, so skuldi hann koma út. Hann kundi havt spælt longri, men Poul Ingason er ein ungur spælari, sum eisini skal mennast, sigur Heðin Askham. Tað er stórur munur á Andrew og Poul. Tað til sjónar á váta vøllinum í Gundadali, tí Poul Ingason hevði ikki hepni við sær teir minuttirnar hann var á vøllinum. Hann megnar ikki á sama hátt sum Andrew at binda alt HB liðið saman. Tað var við dystinum fríggja­dagin í huga, at Heðin ikki valdi at gera fleiri út­ skiftingar. – Vit høvdu onkran, sum kundi verið komin inn, men vit valdu ikki at gera tað hesaferð, sigur Heðin Askham, sum leggur afturat, at tað var við dystinum fríggja­dagin í huga, at øll kortini ikki blivu spæld sunnu­dagin. HB víðari – einki dreymalutakast HB er víðari til fjórðings­ finaluna í steypakappingini. Við tveimum málum í fyrra hálvleiki og einum stutt inn í seinna hálvleik, sá alt so gott út. B36 bardi seg tó inn í aftur dystin og kundi eins væl javnað til 3-3. Heðin hevur einki ynski til lutakastið í kvøld. – Skalt tú vinna steypa­ kappingina, so skalt tú vinna á øllum, sigur Heðin at enda. B36 er fjórða árið útsligið í 1. umfari í kappingini um Løg­manssteypið, meðan HB fram­vegis hevur møguelikan at vinna kappingina fyri bara aðru ferð síðani 1998. trondur@sosialurin.fo Tórður Thomsen 3 Vísti smávegis veikleikar tíðliga í dystinum, men spældi seg upp og fekk ikki gjørt so nógv við málini hjá HB. Høgni Eysturoy 4 Stóð væl defensivt og fekk ikki gjørt stórvegis við málini hjá HB. Var sterkur í smáspælinum í fyrra hálvleiki og var sum heild alla tíðina væl við í framrættaða spælinum. Eli F. Nielsen 1 Eigur fulla ábyrgd av fyrsta HB- málinum, varð yvirspældur í triðja HB-málinum og fær eitt fullkomiliga óneyðugt reytt kort seint í dystinum. Hørður Askham 3 Spælir væl defensivt, har hann vinnur fleiri bóltar. Hevur eisini gott eyga fyri framrættaða spælinum, og ofta byrjar hann álopini við góðum avleveringum langt niðan á vøllin. Alex Mellemgaard 3 Spælir ein góðan dyst defensivt, og fær sum so ikki gjørt nakað við málini hjá HB. Kemur tó ikki veruliga til sín rætt offensivt. Jákup á Borg 3 Góður í smáspælinum í fyrra hálvleiki, men fall eitt sindur í støði í seinna hálvleiki. Arbeiðsinnsatsurin var tó alla tíðina avbera góður. Símun Joensen 3 Arbeiddi væl og sterkur í nærdystum. Kom eisini fram til onkra góða støðu inni í brotsteiginum, men var heldur veikur og ótryggur á bóltinum. Róaldur Jakobsen 4 Sera sterkur í bóltumganginum og var góður í smáspælinum. Arbeiddi sum heild væl, og so hevur hann nakrar góðar deyðbóltar, sum bara ikki góvu nakað á degnum. Hanus Thorleifsson 2 Ger sum so ikki nakrar feilir og sleppur sær skilagott av við bóltin. Men sum heild var talan um ein heldur anonyman dyst frá Hanusi. Lukasz Cieslewicz 4 Fantastiska sterkur á smáum økjum, har hann virkaði væl í smáspælinum. Helt væl upp á bóltin, men manglaði avgerandi neyvleikin ella hepnið til at koma fram til møguleikar. Adeshina Lawal 4 Skorar eitt gott mál í seinna hálvleiki. Var ananrs sera góður at spæla bóltin niðaná og var eisini sterkur í smáspælinum, men hann dámar stundum ov væl at halda upp á bóltin. Rasmus Dan Sørensen 4 Ein innskifting, sum skapti optimismu. Arbeiddi væl, stríddist væl og skoraði eitt mál. Meira enn góðkent, tá hugsað verður um stuttu tíðina á vøllinum. Benjamin Heinesen Var ov stutt á vøllinum til at geva nakra meting. Avrik: tøl 1 til 6 HB (4-3-3) Heðin Stenberg - René S. Joensen ■, Rógvi S. Holm, Jóhan T. Davidsen, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðskipari) – Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Poul Ingason, 53.min) B36 (4-4-2) Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Eli F. Nielsen ■■, Alex Mellemgaard – Jákup á Borg (liðskipari), Róaldur Jakobsen ■, Símun Joensen ■ (Benjamin Heinesen, 88.min), Hanus Thorleifsson (Rasmus Dan Sørensen, 71.min) – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal Seinna gula til Eli Eli F. Nielsen bleiv útvístur sjey minuttir fyri tíð. Bara ein minutt eftir, at B36 hevði minkað um munin til 3-2. Sjálvur var Eli ónøgdur við at fáa seinna gula kortið, tá hann gjørdi fríspark móti Kristini R. Mouritsen, men tað er torført at verða ósamdur við dómaranum í hesum førinum. Myndir: Álvur Haraldsen