mánadagur 7. apríl 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
TAÐ ER risa munur á
teimum bestu og hinum
Talan var um skrædl oman á skrædl, tá ið tey í lægru deildunum royndu seg ímóti
teimum stóru. Einasta undantakið var TB, sum kroysti AB í longda leiktíð og
brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at argjamenn høvdu vunnið
Jóannes Hansen
Í kvøld verður drigið um,
hvussu skráin skal vera í
fjórðingsfinaluni
í
kapp
ingini um løgmanssteypið.
Fjórðingsfinalurnar
eru
settar á skrá at vera sunnu
dagin 27. apríl.
Longu eftir fyrsta umfar
er tað greitt, at tað bara vera
feløg í fremstu deildini, ið tá
fara at dystast. Harvið er tað
longu nú greitt, at tað heldur
ikki í ár verður, at lið úr
lægri deildunum fer at bjóða
teimum stóru av og røkka
finaluna. Ikki síðani í áttati
árunum er tað komið fyri,
at lið úr næstbestu deildini
hevur megnað at spæla seg í
steypafinaluna.
Størsta sigurin leygar
dagin vunnu fuglfirðingar
14-1 ímóti Undrinum, og
Clayton Soares var seks
faldur
málskjútti.
Hann
hevur í trimum teimum
fyrstu umførunum í lands
kappingini ikki funnið vegin
til meskarnar hjá mótstøðu
liðunum.
Tað man vera eyðmýkj
andi at leggja rygg til 14-1 tap.
Men sambært venjaranum
hjá
Giza/Hoyvík,
Símun
Waag Høgnesen, sum eisini
spælir á liðnum, ið partur av
triði bestu deildini, so var tað
ikki so galið at spæla í Fugla
firði:
– Talan var um jaliga upp
living. Vit harmast um, at
munurin gjørdist so stórur.
Vit royndu at spæla fótbólt,
men ÍF var rættiliga uppsett.
ÍF sigurin á Undrinum er
størsti sigurin í steypakapp
ingini nógvu tey seinastu
árini. Síðsta úrslitið, sum
kann sammetast við hetta
var 17. mars 2007. Tá vóru tað
eisini ÍF og Undrið, sum hitt
ust í Fuglafirði. Ta ferðina
vann ÍF 11-1. Merkisvert
er tað, at tað bara var ein
spælari á ÍF liðnum leygar
dagin, sum eisini var við fyri
sjey árum síðani. Tað var
Fritleif í Lambanum.
Í Fuglafirði eru tað fleiri,
sum minnast aftur á, tá ið
ÍF tók fyrstu fetini í bestu
deildini, og liðið legði rygg til
stórskrødl. Tað er tiltikið, tá
ið ÍF fyrsta august í 1971 tapti
landskappingardyst
ímóti
HB í Gundadali, og úrslitið
var 14-1!
Hini skrædlini
Hjá EB/Streymi var leygar
dagin talan um avgreiðslu
sigur í Gundadali, har úrs
litið ímóti Giza/Hoyvík var
6-1. Merkisvert var tað, at
Arnbjørn Hansen var trí
faldur málskjútti. Hann hev
ur spælt millum lítið og einki
í landskappingini orsaka av
skaða, men nú tykist hann
at vera komin fyri seg aftur.
Í Klaksvík vann KÍ 5-0
á 07Vestur. Hesa ferð var
klassamunur. Vágamenn og
klaksvíkingar hava ikki dyst
ast í steypakappingini síðani
í fjórðingsfinaluni í 2011,
tá ið 07Vestur á heimavølli
vann 1-0. Hetta árið vóru
bæði
KÍ
og
07Vestur
í
bestu deildini. Leygardagin
var
klassamunur
millum
07Vestur, sum í fjør flutti
niður úr bestu deildini og KÍ,
sum í fjør leingi var hótt av
niðurflyting.
Á Vágseiði tók FC Suður
oy, sum er eitt av trimum
feløgum, ið hava møguleika
at flyta upp úr næstbestu
deildini og í bestu deildina,
ímóti toppliðnum í Effo-
deildini.
Tað
var
eingin
trupulleiki hjá NSÍ at spæla
seg víðari í kappingini við
4-0 sigri. Klæmint A. Olsen
hevur í trimum teimum
fyrstu umførunum í lands
kappingini skorað seks mál.
Leygardagin var hann á vøll
inum í 80 minuttir uttan at
skora mál.
Í landskappingini hevur
tað higartil í ár ikki vignast
so væl hjá uppflytarunum
í B68. Leygardagin vunnu
toftamenn 8-0 á heimavølli
ímóti Royn. Óli Højgaard
Olsen, sum higartil hevur
verið so mikið darvaður av
skaðum, at hann ikki hevur
verið við í landskappingini,
var trífaldur málskjútti, og
tað boðar frá, at hann aftur
er førur fyri at spæla í lands
kappingini. Tað eigur at
vera stóru styrkur hjá tofta
monnum.
Tøttu uppgerðirnar
Í Serpigerði var úrslitið 2-0
heimasigur, tá ið tvífaldu
steypavinnararnir í Víkingi
høvdu vitjan av uppflytar
unum av Skála. Hóast tølini
kundu bent á, at tað var
tætt og spennandi, so vísti
leikgongdin
og
býtið
at
málmøguleikum, at Víkingur
var greitt omaná.
Størstu dramaini í fyrsta
umfarinum vóru í høvuðs
staðnum. 3-2 HB sigurin á
B36 verður umrøddur aðra
staðni á ítróttarsíðunum.
Á
Argjum
eydnaðist
tað heimaliðnum, sum er
í bestu deildini, at vinna á
TB úr næstbestu deildini
eftir longda leiktíð og brots
sparkskapping. TB fór illa við
sær sjálvum í kappingini úr
ellivu metrum, tí í tveimum
førum
sendu
tvøramenn
bóltin í stólpan, og tað einu
ferðina fór bólturin upp um
tvørtræið.
– Vit høvdu leingi tak á tí,
men tá ið TB javnaði til 1-1, og
tað restaðu tríggir minuttir,
so datt alt saman hjá okkum,
staðfesti AB venjarin Bill
Jacobsen
eftir
dystarlok.
Hann var ikki nøgdur við
avrikið hjá sínum monnum:
– Sigurin var uppiborin,
tí vit vóru spælstýrandi, og
vit spældur okkum til nógv
fleiri málmøguleikar. Trupul
leikin er, at vit fóru niður við
høvdinum, tá ið teir høvdu
javnað, og at teir harvið
tóku yvir í longdu leiktíðini,
staðfesti AB venjarin, sum
var fegin um, at liðið hjá
honum hevði kvalifiserað
seg til 2. umfar, men sam
stundis var misnøgdur við, at
hansara menn ikki megnaðu
at halda høvdið kalt alla
tíðina.
joannes@sosialurin.fo
Leygardagin 5. apríl:
AB - TB 1-1 (0-0)
4-2 eftir longda leiktíð og brotssparksk.
1-0: Karstin Højgaard 67.
1-1: Ragnar Tausen 87.
Brotssparkskapping:
1-0: Karstin Højgaard
1-0: Martin Tausen í stólpan
2-0: Bárður Olsen
2-1: Ragnar Tausen
2-1:Jónas Stenberg Ivan Stojkovic bjargaði
2-1: Rógvi Joensen í stólpan
3-1: Jobin Drangastein
3-1: Heini M. Mortensen omanfyri tvørtræið
Víkingur - Skála 2-0 (2-0)
1-0: sjálvmál 13.
2-0: Finnur Justinussen 32.
FCS - NSÍ 0-4 (0-2)
0-1: Jens Joensen 33.
0-2: Jens Joensen 45.
0-3: Árni Frederiksberg br 88.
0-4: Jákup Andrias Gaardbo 90.+2.
B68 - Royn 8-0 (5-0)
1-0: Óli H. Olsen 20.
2-0: Kristian Anton Andreassen 32.
3-0: Óli H. Olsen 35.
4-0: Óli H. Olsen 42.
5-0: Hákun Edmundsson 45.
6-0: Ari Johannesen 62.
7-0: Emil Ronaldsson 71.
8-0: Andrias á Líknargøtu 73.
Giza - EB/Str. 1-6 (0-1)
0-1: Niels Pauli Danielsen 3.
0-2: Arnbjørn Hansen 51.
0-3: sjálvmál 58.
0-4: Leif Niclasen 78.
1-4: Áki D. Egholm 79.
1-5: Arnbjørn Hansen 84.
1-6: Arnbjørn Hansen 90.
KÍ - 07V 5-0 (2-0)
1-0: Ndende Adama Guéye 12.
2-0: sjálvmál 41.
3-0: Ísak Simonsen br 76.
4-0: Hjalgrím Elttør 88.
5-0: Heðin á Lakjuni 90.+3.
ÍF - Undrið 14-1 (7-0)
1-0: Kristoffur Jakobsen 6.
2-0: Clayton Soares 7.
3-0: Kristoffur Jakobsen 10.
4-0: Karl Løkin 12.
5-0: Clayton Soares 14.
6-0: Karl Løkin 36.
7-0: Bogi Reinert Petersen 41.
8-0: sjálvmál 47.
9-0: Clayton Soares 0.
10-0: Pól Magnus Petersen 52.
10-1: Mikkjal Christiansen 61.
11-1: Clayton Soares 65.
12-1: Clayton Soares 66.
13-1: Pól Magnus Petersen 69.
14-1: Clayton Soares 88.
Sunnudagin 6. apríl:
HB - B36 3-2 (2-0)
1-0: Fróði Benjaminsen
2-0: Rógvi S. Holm
3-0: Heini Vatnsdal
3-1: Adeshina Lawal
3-2: Rasmus Dan Sørensen
LØGMANSSTEYPIÐ 1. umfar
ÍF vann 14-1 ímóti Undrinum, og Clayton
Soares var seks faldur málskjútti
Mynd: Álvur Haraldsen