Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Rithøvundafelagið, Norður­ landahúsið og Nám, hava skipað fyri skrivikapping fyri næmingum í 9. flokkunum kring landið. Næmingarnir kundu sjálvi velja, hvat tekstaslag tey skrivaðu, tað kundi vera yrkingar, stuttsøgur, yrkis­ tekstir ella annað, einasta treyt var, at heitið ”Gluggi” á ein ella annan hátt var umboðað í tekstunum. Tríggir teir bestu rit­høv­ undarnir vinna eitt skeið á norðurlendskum rit­høv­ unda­skúla í Svøríki frá 3. til 9. august. Nummar fýra og fimm fáa eitt árslimaskap í Bóka­ deildini. Umframt hetta eru 10 tekstir valdar til at koma við í ein bókling, sum Nám og Bókadeild Føroya Lærara­felags geva út, men sum Mentamálaráðið hevur fíggjað, og sum skal brúk­ast í undirvísingini í før­oysk­ um í framhaldsdeild fólka­ skúlans. Í dómsnevndini vóru Sámal Soll fyri Rithøv­unda­ felagið, Anja Páls­dótt­ir fyri Bókadeild Før­oya Lær­ara­ felags og Rann­veig Hovgaard fyri Móður­máls­lærarafelagið, umframt Sol­veig Debess fyri Nám, sum ikki hevði at­ kvøðurætt. Dómsnevndin kendi ikki nøvnini á rithøvundunum, áðrenn dømt varð. 21 tekstir komu inn til kappingina. Dómsnevndin hevur lagt dent á, at rit­ høv­undarnir hava verið trúgvir mótvegis treytini um, at heitið ”Gluggi” skal verða umboðað í tekstunum. Eisini hava teir lagt dent á, at næmingarnir hava hildið seg til tað tekstaslagið, tey hava valt. Dómsnevndin heldur, at nógv djørv ung fólk eru í Føroyum, sum duga væl at skriva, og tey fegnast um, at fleiri ymisk tekstasløg vóru umboðað. Tey undrast tó eitt sindur á, at bara gentur hava latið sítt íkast til kappingina, ong­ in drongur tekur lut. Nr.1 Nummar eitt gjørdist Jórunn Maria Dalsgaard við stuttsøguni ”Gluggi.” Talan er um eina furðusøgu og søgan er gjøgnumførd, búgvin og heilskapað, og málið er gott. Rithøvundurin hevur sans fyri hvørjum smáluti uttan at gloyma heildina. Søgan er spennandi og eitt sindur óhugnalig. Endin er opin og letur lesaran eftir við nøkrum ósvaraðum spurn­ing­ um, har vit verða kon­fronterað við tey val, lív­ið hevur at bjóða øllum menn­iskjum. ”Brádliga var vatn alla­ staðni; í nøsini, í munninum, og í lungunum. Eg sá onki og brúkti alla orku upp á at fáa beinini at sparka meg upp móti vatnskorpuni. Tá mintist eg, hvat vatn, eg júst var lopin úti: Mare Mortalis. Hav teirra deyðu” Nr.2 Nummar tvey gjørdist Vár Fossdal Sjóðklett við yrkingini ”Úr glugganum sá hann alt”. Vár hevur eitt gott og lætt mál í yrkingini, og hon er trúgv í móti tekstaslagnum. Dómsnevndin heldur, at yrkj­arin er upprunaligur og búgvin í sínum yrkingarmáta, og at tað er spennandi at velja eitt stað, sum øll kenna, eitt bussteðgistað, sum snún­ ingsás fyri hend­ing­unum. Myndirnar eru frálíkar í yrkingini, og huglagið vekir minnir hjá lesaranum. ”Hann hevði hoyrt bønina hann ið hevði sitið við gluggan og sæð alt Nú stóð hann við sandin Sá meg svimja við teir svørtu klettarnar Klettarnir har brimið kastar seg upp Klettarnir ið skóru hol á mína køldu sárbæru húð” Nr. 3 Nummar trý gjørdist Alda Sigurdsdóttir Lamhauge við stutt­søguni ”Gluggi”. Stutt­søgan er sera búgvin, har rithøvundurin letur ein lut – í hesum førinum eina papp­eskju – gerast sym­bolið fyri verjuni móti um­heim­ inum, men har hon eisini letur myndamálið gerast bókstaviligt. Málið í søguni er lætt og gott, og rithøvundurin er trúgv móti tekstaslagnum. ”Eg hyggi inn í floks­stov­ una, sum eg geri hvørt ár, og seti meg niður við aftasta borðið. Eg taki frástøðu frá øll­um hinum beinanvegin. Eg hyggi út í gjøgnum glugg­ an, sum eg havi skorið í pappeskjuna, júst sum mær dámar tað best. Tað er tann sami flokkurin sum í fjør”. Nr. 4 Nummar fýra gjørdist Tóra Isaksen við stuttsøguni ”Full­ máni”, sum er ein nútíðar vampýrsøga. Søgan er stutt og væl skriv­að. Tóra megnar til fulnar at halda seg til evnið og lúka burtur alt tarvleyst uttanumtos. Hon megnar at endurgeva kenslurnar hjá einum blóðsúgvara, so vit sita eftir við einum slagi av forstáilsi fyri honum. ”Eg renni oman eftir kirkjubrekkuni, hoyri kirkju­ klokkuna ljóma sum ein ávar­ ingarklokka í einum brenn­ andi bygningi. Ein vamlislig kensla av einum hjarta, ið er um at spreingjast og sorl­ast sundur í túsundtals putli­ spælsbrikkar. Ongar kenslur, eitt hjarta fylt við mjørka og einsemi” Nr. 5 Nummar fimm gjørdist Ingrid Larsen við stuttsøguni ”Gluggi”. Í fyrstuni letur tú teg vill­leiða av, at hetta er ein van­lig kærleikssøga um for­ elskilsi millum tvey ung, men endin ger stuttsøguna øðrvísi og lyftir hana upp um eina vanliga gerandisliga søgu. Málið er lætt og gott, og lesarin situr eftir við eini kenslu av nøkrum óvænt­að­ um, sum krevur nærri um­ hugsan. ”Luftin bleiv meiri og meiri fylt av spenningi og kærleika. Er hetta tað opið? Er hetta kjansurin at gera hann til mín? Ella er hetta bert ein gluggi, sum eg líka síggi eitt sindur av?” Her eru teir 10 ungu rit­ høvundarnir úr 9. flokki, sum vórðu heiðraðir í Norð­ urlandahúsinum nú seinna­ partin. Tey eru, ytst frá høgru, Alda Sigurðardóttir Lam­ hauge, sum varð nummar trý, Anny Vinther Egholm, Ingrid Larsen, sum varð nummar fimm, Jórun Maria Dalsgarð, sum varð nummar eitt, Kas­ sandra Sandá Joensen, Rann­ vá Andrassardóttir Midjord, Rúna Hoydal Brimnes, Tóra Isaksen, sum varð nummar fýra og Vár Fossdal Sjóðklett, sum var nummar tvey. Djørv ung fólk við góðum penni Her eru vinnararnir í skrivikappingini fyri næmingar í 9. flokki. Tað vóru 21 handrit latin inn til kappingina, men tað vóru bara gentur