Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Tíbetur var eingin eldur, men »bara« ein avbrendur kompresari, sum førdi til royk og hita Eirikur Lindenskov Tað sigur Christian Na­ gat­a, sum er stjóri á Pre­nt­ miðsøðini í Havn. Tað var stutt fyri klokkan 14 í gjár, at sløkkiliðið rykti út til Prentmiðstøðina, tí sjálvvirkandi royk­á­var­ing­ar­ skip­an­in var farin í gongd. Tá átaksleiðarin hjá sløkki­l­iðnum kom á staðið kendist brendaroykur inni á Prent­miðstøðini, og hann fann skjótt útav, at roykurin kom úr fýrrúminum, og at har var nógvur hiti innan fyri hurðina. Roykkavarar fóru tí inn í fýrrúmið, har teir beinanvegin kundu staðfesta, at eing­in eldur var, men at ein sera heit­ur luftkompressari hevði elvt til royk og hita. Luft­kom­ press­ar­in verður brúktur til prent­mask­in­urnar. – Vit fóru beinanvegin í gongd við at finna ein nýggj­ an kompressara, sum vit seta upp í morgun, so vit kunnu prenta Sosialin á middegi, sig­ur Christian Nagata. Í skrivandi løtu vóru teir í ferð við at seta annan kompressara til og væntaðu at verða klárir til prentstart á middegi. Prentmiðstøðin er einasta blað­prentsmiðja í Føroyum. Hon heldur til í bygninginum hjá Eik á Smyrilsvegnum, sum Dimmalætting átti í sínari tíð. Tað eru Nema og Sosialurin, sum eiga Prentmiðstøðina. Fingu annan kompressara Tað var um hálvgumtveytíðina sunnudagin, at roykávaringarskipanin á Prentmiðstøðini fór í gongd. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og kundi staðfesta, at talan ikki var um eld, men at ein kompresari var brendur saman. Tað elvdi til nógvan hita og royk Á heimasíðu sínari skrivar Sunda Komm­ una, at nýggja kam­p­ ing­økið verð­ur nevnt Flatn­a­garður. Hetta eftir stað­arnavninum e­yst­uri á Fløtum. Flatnagarður ligg­ur við útsýni beint yv­ir á Kalsoynna við Kun­ oynni í baksýni. Oyggj­ ar­nar reisast steyr­ rættar úr havinum, og fjøllini eru høg og hvøss. Í Flatnagarði er pláss fyri 25 kamp­ing­ vogn­um. Á øki­num hevur Sunda komm­ una bygt hús við øll­ um hentleikum til tey vitjandi. Fyrstu gest­ ir­nir sleppa inn á økið týs­dagin 15. apríl. Klárt at kampera við Gjógv Í Hoyvíkar skúla arbeiddu flokk­arn­ir frá 3. til 5. skúlaár í síðstu viku við evninum trivn­aður. Allir næmingar fingu eitt spurnarblað heim við og børn og foreldur hava verið sera røsk at seta orð á, hvussu børnini trívast, og hvat kann gerast fyri at tey trív­ast enn betur. – Hesi børnini hava ikki bara sett seg niður at vísa ó­nøgd, men hava konkret víst á, við bæði teksti og tekn­ ingum, hvat tey ynsktu fyri at betra trivnaðin, t.d. spæl­ i­pláss, klatristativ, reiggjur, kurva­bóltsbana og annað, skrivar torshavn.fo Størsta ynski teirra er at graslíkisvøllurin verð­ur gjørd­ur í stand og næst á list­a­num stendur ein eitur­ kopp­a­reiggja. Fríggjamorgunin handaðu tey borg­ar­stjóranum skriv og ein heilan hóp av konkretum upp­skotum um rættiligar bí­ ligar loysnir. – Talan var um sera rúgv­ us­mikið tilfar, sum borg­ar­ stjór­in n­ú sigur seg at fara at granska í størsta álv­ara, áðrenn farið verður undir at fremja onkrar av loysnunum í verki, skrivar Tórshavnar býráð á heimasíðuni. Hoyvíksbørn settu konkret uppskot um broytingar Her síggjast børn­ini saman við borg­ar­stjór­ anum og lærarunum Gunn­vør og Margrethu Eirikur Lindenskov Reiðarafelagið fyri Farma­ skip hevði hósdagin í farnu viku ársaðalfund. Í nevndini fyri RFF sita sostatt Jens Mein­ hard Rasmussen, formaður, Hentz­ar Steingrímsson, næst­ for­mað­ur, Kaj M. Petersen, Jónas Sigmarsson, Christian Danielsen, Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen. Tað skal vera ólógligt hjá ungum undir 18 ár at brúka solarium. Bæði Fólkaheilsuráðið og Krabbameinsfelagið taka undir við ætlanini hjá Karsten Hansen, lands­stýr­is­manni í heilsumálum, um at gera tað ólógligt at lata ung undir 18 ár, sleppa at brúka í solarium