Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hummari og alilaksur ólíka fyri lógini Kári Thomsen Ólíka fyri lógini - kann í stórsta mun sigast um tað viðferð humaravinnan á Árnafirði hevur verið fyri. Skilt er at kært hevur verið til Vinnukærunevndina og til Løgtingsins umboðsmann, har hvørgin av hesum stovn­ um kundu geva viðhald í kæruni at verða tvungin at flyta av hummaraøkinum. Nýtsla av diflubenzuron til lúsaviðgerð oyðir hummara langt burturi frá aliøkinum - heilt út í 1 kilometur frá­ støðu. Hetta er staðfest í Noreg, og má roknast við at Heilsufrøðiliga Starvsstovan veit um hetta, og at slíkt tí ikki kann heimilast sam­ bært Umhvørvirlíogini, kapi­ tul 5 fyri serstakt dálk­andi virksemi, afturat at løg­tings­ lógin um aling av fiski ikki loyvir aling um hon stríðir ímóti løgtingslógini um náttúru­friðing. Alilóg­in sigur eisini greitt, at áhuga­málini í økinum (Árnafjørður) skulu avvig­ast í mun til: 1) tørvin hjá umsøkjaran­ um 2) møguliga nýtslu av økin­ um til annað alivirksemi 3) aðra nýtslu av økinum 4) verndaráhugamál ann­ars smb.§11 um náttúruru­ frið­ing, fornminni o.a. Tá tað er staðfest at humm­ araveiði ikki kann fremjast har aling er innan fyri ein kilometur, kann Bakkarfrost - sæmbært lógini um al­ing av fiski - heilt greitt ikki fáa loyvi at flyta sítt virk­semið, soleiðis sum nú er gjørt. Heilsufrøðiliga Starvs­stovan hevur enntá referansu til norskar royndir av slíkum. Og víðari lúkur humm­ara­ veiðan øll krøv til burðar­ dygt virksemið, og tað ger ali­vinnan tvørturimóti á ongan hátt. Hummaravinnan á Árna­ firði eigur at biða Vinnu­ kæru­nevnd­ina og Løg­ ting­sins Umboðsmann at við­gera kæruna av nýggjum, tá greiðar upplýsingar frá Noreg vísa, at hummaraveiða ikki kann fara fram har aling er, og at hetta heilt greitt ikki er í samsvar við ásetingar í lógini um aling av fiski. Eitt burðardygt virksemið er frammaundan á Árnafirði, og tí kann eitt annað virksemið, ið enntá ikki er burðardygt, dálkar umhvørvið illa, og er beinleiðis oyðandi fyri tað virksemið, ið er á stað­num, ikki fáa ein framíhjár­ætt. Tað sigur eitt hvørt van­ligt vit og skil - og eiga hummara­ menninir á Árnafirði tí ein greiðan frámíhjárætt at hava sítt virksemið á fjørðinum. Varð rætt atborðið, fekk Bakkafrost boð at avrigga sítt virksemið á Árnafirði, tá tað er skaðiligt fyri humm­ ara­veiðuna og annars alt lív­ frøðiliga margfeldið á fjørð­ inum. Nú skulu vit styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin Undirritaða setti lands­stýris­ manninum í heilsumálum, Karsten Hansen, skrivligan fyrispurning 29. januar 2014, har spurt var um, hvørjar funksjónir skuldu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hvussu við endurvenjingini? Um landsstýrismaðurin ætl­ aði, at urologiin, ortopædiin og medisinska viðgerðin skuldu vera á Klaksvíkar Sjúkra­húsi? Síðst, men ikki minst, hvussu lands­stýris­ maðurin ætlar at skipa føroyska heilsuverkið fram­ yvir. Soleiðis svarar Karstin Á Tingfundi fríggjadagin 4. apríl svaraði Karsten Han­ sen, landsstýrismaður, fyri­ spurninginum soleiðis: Tað er rætt, at tað í eini grein í Norðlýsinum varð nevnt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum fer frá í summ­ar ella í heyst. Í hes­um sambandi kennir lands­stýris­ maðurin ikki til, at tað er tikin nøkur endalig niðurstøða til nær landsstýrismaðurin fer frá, og tí ávirkar hetta ikki tað arbeiðið sum í løtuni verður framt á heilsuøkinum. Í sjúkrahúslógini er ásett, at sjúkrahúsverkið fevn­ ir um trý sjúkrahús. Eis­ini er ásett, at tað við hvørt av sjúkrahúsunum verð­ur í minsta lagi sett eitt medi­ sinskt og eitt kirurg­iskt yvir­læknastarv. Lands­ stýris­maðurin hevur ongar ætlanir um at broyta hesi viður­skifti og tí verður medi­sinsk og kirurgisk við­ gerð framhaldandi bjóða á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Innan kirurgiska økið er tað ser­ liga innan ortopediska økið, at sjúkrahúsið hevur verið undangongusjúkrahús. Talan er um eitt øki, sum okkara grannalond í stóran mun leggja út á smærri sjúkra­ hús og tí heldur lands­stýris­ maðurin, at tað er natúrligt at hetta virksemi, sum hev­ ur verið seinastu 40 árini á sjúkrahúsinum, heldur áfram í Klaksvík. Urologiin Tá ið tað viðvíkur urologi, so er tað komið eitt tilmæli frá stýrisbólkinum fyri krabba­ meinsøkið um at fara undir eina royndarverkætlan á sjúkra­húsøkinum. Ser­ lækn­in í urologi, sum ar­ beið­ir sum konsulentur á Klaks­víkar sjúkra­húsi, situr í stýris­bólkinum og hevur havt ein sentralan leiklut í arbeiðinum at orða til­mælið. Hendan skipan byggir á eina tvørgangandi skipan, ið verður samskipað mil­lum sjúkrahúsini, har allir sjúklingar í Føroyum við urologiskari onkologi (krabba­mein) verða ávístir til viðgerð umvegis ein ábyrgdar­havandi yvirlækna. Hetta fyri at tryggja eina so javna góðsku sum gjørligt og fyri at økja um tryggleikan hjá sjúk­lingunum. Ein tílík skipan vil tryggja at tað fram­haldandi verður uro­ log­iskt virksemi á Klaks­ vík­ar sjúkrahúsi. Arbeitt hevur verið við at greina nærri, hvussu ein tílík skip­ an kann setast í verk. Lands­ stýrismaðurin ætlar, at skip­anin verður sett í verk í næstum. Royndirnar frá hesi skipan skulu eftir ætlan nýtast til at seta líknandi skipanir í verk innan onnur ser­lækna­økir, soleiðis at virk­semi í nógv størri mun verður samskipað millum sjúkra­húsini og tryggjar eitt støðugt virksemi á øllum sjúkra­húsunum. Endurvenjing Landsstýrismaðurin metir, at tann parturin sum við­ vík­ur endurvenjing, er natúr­ligur at hava á einum sjúkra­húsi. Endurvenjing er ein týdningarmikil partur av heilsunýskipanini og í løtuni verður arbeitt við eini lóg á økinum. Landsstýrismaðurin hevur als onga ætlan um at niðurlaga endurvenjing í sjúkrahúsverkinum – heldur tvørturímóti – og hetta verð­ ur eisini galdandi fyri Klaks­ víkar sjúkrahús. Serlæknaætlan Sum kunnugt legði lands­ stýris­maðurin eina heilsu­ nýskipan til aðalorðaskiftis í november, sum setur ser­ligt fokus á at seta í verk fyri­ byrgjandi átøk og at styrkja primera geiran. Í fyrsta hálv­ ári 2014 er raðfest, at seta serligt fokus á at fremja tey átøk, sum eru umrødd í heilsu­nýskipanini, umframt onnur fyribyrgjandi til­tøk. Sam­stundis er eisini skjøtul settur á arbeiðið at um­skipa ser­læknavirksemið í Før­ oyum, m.a. við til­mælinum um urologi. Ætlanin er, at arbeiðið at gera eina ser­ læknaætlan fyri Føroyar fær eina enn hægri raðfesting seinna hálvár. Nú skal okkurt henda Eg haldi, at tíðin er komin, har Karsten Hansen, lands­ stýrismaður sker í gjøgnum. At hann sigur, hvørjar funk­ tiónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi. At hann sigur, hvussu endurvenjingin skal skipast o.s.fr. Sostatt vil eg heita á landsstýrismannin at skera í gjøgnum, so núverandi funk­ tiónir framhaldandi verða varðveittar og enntá styrktar á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Myndin vísir munin á POP-dálkingarevnum millum alilaks, tosk og aðra matvøru.