mánadagur 7. apríl 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Anna Kristiansen
*02 Juli 1928 +17 Oktober 2013
My Grandmothers Hands
Grandma' I wonder
where you keep your wings
Are they in the closet,
with the rest of your things
I know you have wings
This must be true
Cause God always gives
them
to Angels like you!
Tá eg fyrst kom til Føroyar
í '92 búði eg eitt stutt tíðar
skeið í Syðrugøtu.
Men seinni flutti eg við
mínum foreldrum inn til
Fuglafirðar at búgva í kjall
aranum hjá ommu og abba.
Tey vóru alt fyri meg, eg
kann nevna so nógv sum
tey hava gjørt fyri meg og
mammu mína.
Men í dag vil eg gjarna
skriva eitt sindur um ommu
mína - Annu.
Hon var ein friðalig, mild
og blíð kona.
Altíð so góð við okkum øll,
altíð glað og smílandi.
Dámdi so væl at binda
okkum troyggjur, hosur og
annað sum vit altíð vóru so
glað fyri.
Sang fyri okkum og for
taldi søgur.
Tá eg hugsi um tað kann
eg enn føla luktin av rís
greytinum sum hon kókaði
mær tá eg kom heim frá
barnagarðinum.
Eg og abbi góvu henni mat
uppá songina tá hon hevði
hug til at sova leingið.
Hennara
krúlluta
og
tjúkka hár sum hon altíð
pleygaði so væl, tá vit fóru
at ganga túr brúkti hon altíð
plastikhettu fyri at verja
tær og fór í sín langa reyða
frakka.
Elskaði
allar
hennara
penu kjólar, og hon átti nógv
ar.
Altíð var hon fín og hevði
perlur um hálsin.
Gjørdi bestu fiskafrika
dellur í heiminum og tað
luktaði altíð so væl at koma
inn til døgurðaborðið.
Eisini samlaði hon uppá
glas skógvar, veit ikki hvussu
nógvir teir vóru í tali men har
vóru nógvir.
Á hyllunum í stovuni og í
skápinum.
Eg helt altíð at teir vóru
so flottir, so ymiskir og
hvørjaferð vit vóru uttan
lands mintist eg altíð til at
finna ein nýggjan skógv til
ommusa "samling" og hon
var so glað fyri teir allar.
Hvørji páskir vóru vit
saman við ommu og abba.
Eg og omma málaðu egg
ini og hon kom við mær út at
rulla tey.
Minnist serliga páskini
á argjum, tá eg eri 7 ár og
taki film við babbasa stóra
kamera, av ommu og abba í
stovuni.
Eisini
tá
mamma
og
babba fóru frá hvør ørðum,
var omma mín ein stuðul
fyri meg/mammu, passaði
meg og royndi at geva mær
eina so normala tilverðu sum
yvirhøvir gjørligt.
Hennara betra helvt var
uttan iva abbi mín, Jógvan.
Hann var alt hjá henni og
hann elskaði hana yvir alt á
jørð.
Abbi og eg - tað er so nógv
eg kann siga um Jógvan
abba.
Hann kom altíð eftir mær
í barnagarðinum og tá eg sá
í hansara bláa "sjómanshatt"
fór eg rennandi ímótir portr
inum, har hann stóð uttan
fyri.
Eg elskaði tá hann for
taldi mær søgur um huldu
konurnar í Leirvík, sang
skjaldur fyri mær í stóra
stólinum í stovuni.
Sjálvt um tað var óhugna
ligt so vildi eg altíð hoyra tað
um grýluna.
"Oman kemur grýla frá
gørðum,
við fjøruti hølum,
bjølg á baki, skølm í hendi,
til at skera tunguna av
børnum sum gráta eftir
kjøti í føstu"
Tann 17. oktober 2009 sum
var mammusa føðingardagur,
gjørdist eisini til ein tungur
dagur í okkara familju.
Omma datt oman kjallara
trappurnar heima í Gjógvará
og fekk stóran skaða í høvd
ið.
Hon fór fyrst á sjúkrahús
og búði síðani á einum heimi
á Mýrunum í Runavík áðrenn
hon og abbi fluttu niðan
á Vesturstovu, ellisheimi í
Fuglafiråi.
Abbi andaðist í septembur
2012 aftaná at hann datt og
breyt mjødnina og vaknaði
aldrin aftur úr narkosuni.
Omma mín livdi við de
mens og tilendans haldi eg
ikki at hon ordiliga visti
hvørji vit vóru.
Eg minnist at hon á sjúkra
húsinum hugdi uppá meg og
segði "Tú ert ikki Samuelina"
(mostur mín)
Ein dagin tá eg kom at vitja
hana fortaldi hon fyri mær at
allir fótbóltspælararnir hjá
ÍF høvdu verið til døgurða
og at hon hevði borðreitt við
knettum.
Hon var altíð so fitt og
hevði so nógv at fortelja, og
so sang hon danskar sangir
fyri okkum og flenti so
hjartaliga.
Í seinastuni lá hon fyri tað
mesta í songini.
Vit vitjaðu hana nógv og
vóru um hana.
Seinastu ferð eg sang fyri
henni úr sálmabókini sang
eg sangin "Nærri mín Gud til
tín" og eg sá at hon lurtaði.
Hon elskaði sang og at vit
sungu og bóðu saman við
henni veit eg, hevði nógv at
siga fyri hana.
Eg havi ikki altíð havt tað
so nemt og onkuntíð eri eg
bara kedd og óð inni í mær
men eg veit ikki sjálv hví.
Tað er kanska eini 3 vikur
síðani at eg og mamma sótu
saman við ommu inni á
Vesturstovu.
Hon hugdi uppá meg og
helt fast í míni hond, tosaði
óvanliga nógv við meg um alt
møguligt.
Hugdi
eftir
mínum
tatoveraðu hondum og so
minnist eg at hon knappliga
sigur við meg "ikki verða so
óð.."
Eg bleiv so kløkk av hesum
men so hugsi eg, at kanska
hon hevur følt okkurt har
Okkurt sum ongin annar
og ikki eingongd eg sjálv
hevði varhuga av.
Tað er ringt at skriva um
ommu mína uttan at eisini
skriva um abba mín, tí tey
vóru sum eitt.
Elskaðu hvønn annan so
nógv og kundu ikki verða
hvønn annan fyri uttan.
Tá abbi var farin herfrá,
spurdi omma mangan eftir
honum.
Hon saknaði hann.
Og sjálvt um vit øll eru
kedd av at hon er farin frá
okkum, kunnu vit gleðast
um at hon og abbi aftur eru
saman og hyggja niður á
okkum øll, uppi hjá Jesus
pápa.
Deyðin er ikki tað sein
asta, tað er líka natúrligt
at doyggja sum at verða
føddur. Deyðin er ein partur
av lívinum.
Eg fari altíð at sakna mína
fittu Annu ommu og aldrin
verður hon gloymd.
Eftir siti eg her og skrivi
og tað er ikki sørt at eg
felli eitt tár frammanfyri
telduskermin.
Men eg kann verða glað
og stolt av at hava havt bæði
tvey í so nógv ár.
Abba mín í 21 ár og ommu
í næstan 22.
Hon
var
ein
megnar
kvinna.
Hon var Anna á Brúnni.
Hon var omma mín!
Omma & Abba dótturin .
Adriana.