leygardagur 22. mai 2004síða 39
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2004
29
6
Sosialurin Nr. 96 - 22. mai 2004
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Knarr? Nei, knarr er ein
moderna vælferðarsjúka, sum
tíbetur ikki hevur rakt meg, sigur
Frits Johannesen, nú hann enn
einaferð verður mintur á, at hann
fyllir 60 ár í dag. Og Frits man
nokk vera besta dømið um, at
knarr og grenj ikki er nakað, ið
fylgir við aldrinum av sær
sjálvum.
– Hygg bara! Eg havi verið
giftur við míni vøkru dís í meir
enn 30 ár, eigi tveir fittar og
dugnaligar synir, tvey deilig
abbabørn, og eg fari glaður til
arbeiðis hvønn morgun.
Eg havi verið so heppin, at fáa
møguleikan at seta okkurt í
gongd her í bygdini - ikki at alt
hevur verið líka væleydnað,
minni enn so - men fólki her í
Fuglafirði hava altíð stuðla
mínum hugskotum og eru farin
serstakliga væl við mær. Tað
skulu tey eiga, og tey skulu vita,
at eg eri ómetaliga takksamur
fyri tað, sigur Frits rørdur á
málinum.
At fuglfirðingar eisini eru
takksamir fyri at hava Frits
Jóhannesen ímillum sín sæst á
øllum brøgdum, nú hann fyllir
60 ár. Við heilsanum, yrkingum,
blaðgreinum, konsertum og
framsýningum tykjast øll í bygd-
ini onkursvegna at vera við til at
heiðra bygdamannin. Sjálvur
heldur Frits hetta vera at gera alt
ov nógv hóvasták. Tí sjálvt um
armrørslurnar eru stórar, er mað-
urin sera lítillátin, ja enntá
smæðin vil hann sjálvur vera
við. Eitt sindur løgið, tí smædni
er ikki tað fyrsta, tú hugsar um,
tá tú lítur aftur á alt tað, Frits
hevur avrikað ella sett í gongd.
Møsniskúlin
Og kanska eru nógvu avrikini
eisini úrslit av, at hann ikki tímur
so nógv hóvasták. "Frits er ikki
so roksutur. Hann vil hava okk-
urt at henda, og so fer hann bara
í gongd", sum onkur segði.
– Jú, tað er nokk rætt, sigur
Frits. Eg havi ikki so gott tol við
ov nógv møsn. Hugsa bara um
fólkaskúlan. Eg havi verið lærari
nú í 37 ár, so eg haldi meg kunna
siga, at hevði skúlin ikki verið so
møsnutur, kundi nógv meir verið
komið á skaftið. Vit kjakast og
seta nevndir og halda fundir um
hvørt smáting í staðin fyri bara
at bretta upp um armar og fara í
gongd. Alt hetta møsnið kemur
av, at fólkaskúlin í dag eisini skal
vera so øgiliga nógv annað enn
skúli. Og jú meir tíð vit brúka
uppá at fundast og kjakast og
møsnast, jú minni tíð verður eftir
til at geva næmingunum veruliga
frálæru.
– Kanska eri eg bara gamal-
dags, men eg dugi ikki at síggja,
hví tað skal vera neyðugt at
skriva síðu upp og síðu niður við
reglugerðum fyri, hvat ein skúli
skal, og hvussu vit eiga at bera
okkum at í honum. Lærarar
skulu tora at seta mørk og lata
vera við altíð at vera so fittir og
lagaligir. Í øllum øðrum lívsins
førum hava vit óskrivaðar reglur,
sum øll laga seg eftir, tí tær eru
ein sjálvfylgja. Soleiðis átti tað
eisini at verið í fólkaskúlanum,
so at bæði lærarar og næmingar
fingu frið til at savna seg um at
læra okkurt nýtt, sigur Frits
avgjørdur á málinum.
Víðka sjónarringin
– Mær dámar væl pedagogikk,
haldi tað verða bæði áhugavert
og neyðugt. Men eg haldi tað
vera trist, at pedagogiska ganda-
orðið í fólkaskúlanum í dag er, at
vit skulu niður á støðið, har
næmingurnir er. Vit áttu heldur
fyrst av øllum at lagt okkum eftir
at toga teir upp, víðka teirra
sjónarring og latið lærarar
sloppið at oyst av teirra vitan og
royndum, so næmingarnir fáa
innlit í ein annan heim enn bara
sín egna.
– Vit hoyra til dømis alla tíð-
ina, at næmingarnir ikki kenna
seg sjálvar aftur í okkara eldru
bókmentum, og tí skulu teir ikki
kroystast til at lesa tær. Jamen,
so má tað vera okkara uppgáva
at gera hendan heimin áhuga-
verdan fyri næmingarnar. Gera
vit ikki tað, svíkja vit ikki bara
næmingarnar, men ein stórur
partur av okkara mentanararvi
fer eisini fyri skeyti. Vit síggja
longu nú, hvussu nógv fátækari
málið hjá tí yngra ættarliðnum
er. Og eg eri sannførdur um, at
tað eisini kemst av, at tey ikki
hava upplivað tað ótrúliga ríka
myndamálið, sum goymir seg í
teimum eldru bókunum. Tað
nyttar onki bara at sita og petta
setningar sundur og gera máls-
igar venjingar, har tú skalt seta
einstøk orð inn. Málið er ein
livandi vera, sum skal upplivast.
Og tað sigur seg sjálvt, at tú
mást lesa meir enn bara nakrar
leysar setningar fyri at fáa
okkara myndamál at krúpa inn
undir húðina, so tú kanst læra at
brúka tað.
– Í staðin hava vit eitt heilt
ættrlið, sum situr og skrivar sms-
boð, sum eru sett saman av
styttingum, kotum og hálvum
orðum. Tað skulu tey eisini
sleppa, men vit skulu eisini tora
at læra tey eitt mál, sum hevur
longri haldvirði, enn tað, tey
skulu brúka beint her og nú. Tey
vera takksom fyri tað seinni. Tað
eri eg vísur í.
Ungdómurin rodnar ikki
Frits hevur ein serligan eginleika
til at vera til staðar beint her og
nú og vera glaður um tað. So tá
prátið kemur inn á ungdómin,
tykist tað næstan burturvið at
spyrja, um hann kundi hugsað
sær at verið ungur í dag.
– Eg kundi unt teimum ungu
at verið partur av tí gandakenda
heiminum, eg eri uppvaksin í.
Allar huldusøgurnar, við hoyrdu,
gjørdu hvønn stein og hvønn
mjørkaflóka til livandi ævintýr-
verur. Og eg eri vísur í, at hetta
dulda og ókenda, kveikti og
stimbraði okkara hugflog á ein
heilt serligan hátt.
Tey ungu í dag vita alt, um tey
vilja. Eg havi ein 10. flokk, sum
júst er farin til Bulgaria, og nú
ein dagin sótu tey á alnótini og
funnu fram ferðavinnumál og
hvørt lítið hotell, tey vildu vita
okkurt um. Í dag kanst tú næstan
gerast heimsborgari uttan at flyta
teg. Í so máta livdu vit í eini
Frits fyllir 60:
– Eg eri heppin og takksamur
Eg havi altíð droymt um ein skúla, har tað musiska og tað listarliga var drívmegin. Ein
skúla, sum lyfti seg upp um tað verðsliga og sendi nøkur ríkari menniskju út í
samfelagið. Hetta hevði verið tann størsta gávan, vit kunnu geva okkara
næmingum,sigur Frits Johannesen, listamaður, lærari, kóreiðari, kveikjari og mangt
annað
- Øll góð list letur hurðar upp inn til ein størri heim, sigur listamaðurin Frits Johannesen
svart/hvítari verð og vóru nógv
meir bangin. Tá eg var 16, rodn-
aði eg, bara eg fór út um Gøtu-
eiðið, og bar eg eyga við gentur-
nar í Gøtugjógv, smoygdi eg
mær aftur til Fuglafjørð sum
skjótast. So uppá tann mátan
hevði tað verið deiligt at verið
ungur í dag. Eg meini so við -
tey ungu kunnu fara út um alla
verðina í dag uttan at rodna.
Politisk uppboðssøla
Seinni tordi Frits tó at kaga út í
heimin uttan at rodna, men hann
gjørdist ikki sjómaður, sum páp-
in, ið ferðaðist úti í stóru verð
við skipi alt sítt lív. Á einum túri
í Keypmannhavn hevði pápin
hoyrt sjálvan Stauning halda
røðu, og heimafturkomin til
Fuglafjørð var Theodor "frelstur
sosialistur".
– Tað var neyvan nakar í
Fuglafirði, sum rættiliga visti,
hvat ein sosialistur var fyri
nakað, men tað kundi neyvan
boða frá nøkrum góðum. Og tað
gjørdi tað ikki betri, tá onkur
segði seg hava lisið í einum
leksikoni, at sosialistar vóru fólk,
sum "fornægter Gud og Kong-
en." Omma var, sum vera man,
púra ólukkulig. Eitt var, at hon
var mamma at einasta sosialisti í
bygdini, men at sonurin nú eisini
var farin at nokta Gud og Kongin
var onki minni enn ein vanlukka.
– Tá í tíðini høvdu fólk eina
heilt aðra virðing fyri politikki
og politikarum. Eg minnist væl,
at mamma og pápi lótu seg í síni
fínu klæði, tá tey fóru á val, og
at valdagurin var ein sera
hátíðarligur dagur, har ein stór
avgerð skuldi takast. Soleiðis er
tað ikki longur, tí politisku
flokkarnir líkjast so nógv.
Onkuntíð tykist tað næstan sum,
at politikkur er vorðin eitt
sjálvtøkuborð har politikarar
yvirbjóða hvønn annan fyri
keypa atkvøður frá veljarnum.
Ringa samvitskan
– Tað var eisini øðrvísi at vera
javnaðarmaður tá í tíðini, tí tað
var so stórur munum millum
fátæk og rík. Tað er framvegis
stórur munur millum fólk, men
tað er meir, tí at summi eru
vorðin ovurhonds rík. Lukkutíð
hava vit megnað at skapað eitt
samfelag her um okkara leiðir,
har tað hvørki er góðtikið ella
vanligt at fólk liva á hungurs-
markinum.
– Í dag hevur markið millum
rík og fátøk flutt seg, og gongur
nú ímillum okkum og tey til-
afturskomnu londini. Her ganga
vit og hava hús og bil og taka tað
sum eina sjálvfylgju at fáa góðan
mat hvønn dag, meðan vit vita,
hvussu svárt onnur hava tað. Eg
veit, at tað er so lítið, eg sum
einstaklingur kann gera, men
hesin tankin gevur mær ofta
ringa samvitsku, og eg skilji
fullvæl, at hesi menniskju
flýggja undan fátækradøminum
og leita sær til Skandinavia og
Evropa. Øll royna vit sum
frægast at veita menningarhjálp,
so tey kunnu vera verandi í
egnum landi, men tað verður
ongantíð meir enn bert ein dropi
í havinum. Hatta er so syndarligt,
og ongin tykist at hava eitt gott
boð uppá, hvussu vit skulu loysa
trupulleikan. Tað havi eg heldur
ikki, men eg eri sannførdur um,
at hatta verður ringa samvitskan
og størsta avbjóðingin hjá
politikarum í hesi øldini.
Tónleikurin og listin
Tá tú prátar við Frits, prátar tú
ikki um tónleik eina løtu fyri
síðani at skifta evni og práta um
okkurt heilt annað. Tí Frits prátar
um tónleik allatíðina. Hjá honum
kann alt samanberast við tónleik,
og uttan mun til, hvat evnið er,
fær Frits altíð givið prátinum eitt
serstakt musiskt flog.
– Øll list er ein ál av sama
vadmali, men tónleikurin er tann
týdningarmesta listagreinin,
sigur Frits avgjørdur. Og tað er
hann, tí hann á ein serligan hátt
savnar fólk um listina her og nú.
Øllum fólkum dámar okkurt slag
av tónleiki, og øll fólk syngja
ella murra. Tað er jú eisini heilt
ótrúligt, at ein einsamallur tón-
leikari kann savna eina stóra
fólkamongd í senn í eini felags
listarligari uppliving. Við tón-
leikinum kunnu fólk eisini skapa
list í felag, vera við í eini listar-
ligari gongd, sum ikki kann
samanberast við nakað annað.
Nú havi eg verið kórleiðari í
nógv ár, og eg síggi, hvussu fólk
taka tónleikin til sín og við sær
víðari og altíð venda aftur til
hann á ymsan hátt.
– Tað er ikki ov nógv sagt, at
sangur hevur verið mít lív, og eg
havi altíð droymt um, at vit
høvdu ein skúla, har tað listarliga
og tað musiska var tað ráðandi.
Ein skúla, har tað var eitt krav, at
allir lærarnir høvdu onkra listar-
liga sergrein soleiðis, at tað
listarliga gekk í gjøgnum skúlan,
sum ein reyður tráður og ikki
bara hekk og darlaði uppi í
onkrum øðrum, sum tað ger nú.
Eg eri sannførdur um, at tað ber
til, og at tað er rætt at skapa ein
skúla, ið lyftir seg upp um tað
verðsliga, og at vit harvið høvdu
sent nøkur onnur og ríkari
menniskju út í samfelagið. Tað er
jú eitt eyðkenni fyri alla góða
list, at hon er ikonisk, at hon
letur dyr upp inn í ein størri
heim. Tí er tað ongin ivi í míni
sál um, at ein skúli, har listin og
tónleikurun var drívmegin, hevði
verið tann størsta gávan, vit
kundu givið okkara næmingum.
– Listarlig og serliga musi-
kalsk menniskju hugsa eisini
øðrvísi enn onnur. Tey eru meir
intelligent, tí teir ymsu partarnir
av heilanum hjá teimum arbeiða
meir harmoniskt saman. Hevur
tú ikki lagt merki til tað?, spyr
Frits, sum týðiliga er vorðin
heitur og rørdur av hesum
tónleikaprátinum. Orðini røkka
ikki til longur, so í staðin fyri at
tosa meir, byrjar Frits at syngja
vakra sangin "Så skimrande var
aldrig havet" eftir svenska
vísusangarin Evert Taube, fyri
mær.
Og meðan eg lurti, byrji eg at
skilja, hví onkur brúkti yvir-
skriftina "Kveikjarin mikli" í eini
grein um listarliga heimsborg-
aran í Fuglafirði, Frits Johanne-
sen.
- Vit skulu tora at læra tey ungu eitt mál, ið røkkur longri enn til næstu sms-boð, sigur Frits, sum hevur verið lærari
í 37 ár.
Frits og kona hansara Alexandra
C
M
Y
K
29
28