leygardagur 22. mai 2004síða 40
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2004
31
31
8
Sosialurin Nr. 96 - 22. mai 2004
Hann er frá sama stati í
USA sum amerikanski
forsetin, men hann arbeiðir
ikki í Washington, DC.
Ístaðin ferðast hann kring
heimin sum gospel-sangari,
og hann hevur vitjað 22
lond við sínum væl dámda
sangi
KONSERT
Mikukvøldið var Larry Ford í
ítróttarhøllini á Eiði, har hann
sang frá hjartanum fyri einari
mest sum fult settari høll.
Tað var onkur eiðismaður, sum
helt fyri, at hann hevði ongantíð
sær so nógvar bilar á Eiði fyrr.
Og tað var kanska okkurt um
tað, tí parkeringspláss vóru ikki
at finna, og fólk vóru komin úr
øllum landinum fyri at hoyra
stóra og kenda gospel-sangaran
Larry Ford.
– Eg havi vitjað fleiri lond,
millum annað Amsterdam ... Nei,
Holland! sigur Larry Ford á
pallinum, áðrenn listin við øllum
hinum londunum verður upp-
róptur, millum annað Danmark.
Jú, hann er amerikanari, tað
ivaðist ongin í. Men ongin tóktist
heldur ivast í, at hann er gospel-
sangari av øllum hansara hjarta.
Fólkið tóktist liva seg rættuliga
inn í gospel-rútmurnar, tá Larry
Ford setti gongd á kórið og
tónleikararnar, meðan hann
sjálvur sang fyri.
Larry Ford kendi sín áskoðara
og dugdi væl at fáa fjøldina við.
Áskoðararnir í ítróttarhøllini á
Eiði stóðu mangan uppi ístaðin
fyri at sita niðri. Dúgliga varð
klappað, meðan amerikanarin
tónaði.
– Hann hevði eina fantastiska
góða rødd. Eg nýtti løtuna. Tað
varð ein ótrúliga góður stemn-
ingur, og fagnaðurin var ótrúliga
góður, segði Tordur Niclasen,
borgarstjóri á Eiði, um
konsertina hjá Larry Ford á Eiði.
Tá Larry Ford ikki sang
gospel, tosaði hann til fjøldina
um boðskapin, sum hann við
sanginum var komin fyri at fáa
fram. Larry Ford hoyrir til
kirkjuna "First Assembly of
God" sum liggur í Fort Myers,
Florida.
Larry Ford tosaði eisini um
politikk. Hann segði millum
annað, at tað kundi væl vera, at
hann ikki var samdur í poli-
tikkinum hjá George W. Bush,
forseta.
– Men eg eigi tveir synir, sum
eru í Irak sum hermenn. Og eg
stuðli teimum av øllum mínum
hjarta, sigur Larry Ford, sum er
giftur og eigur fimm synir og
eina dóttir.
Hann er giftur við Sherryl
Ford, og tey hava longu hildið 30
ára hjúnarbandsdag teirra.
Larry Ford byrjaði sum 15 ára
gamal at syngja, og seinnu árini
hevur hann verið at sæð á væl-
kendu Gaither-videoløgunum.
– Gud hevur givið Larry Ford
eina ótrúliga rødd, og hann
brúkar hana kring heimin við tí
endamáli at fáa góða boðskapin
fram: Gud er við okkum, sigur
Gloria Gaither um Larry Ford.
– Eftir mínum tykki er Larry
Ford tann besti tenorurin innan
gospel-tónleik. Punktum, sigur
James Blackwood um Larry
Ford, sum nú hevur sungið fyri
føroyingum.
Larry Ford duldi ikki fyri á
konsertini á Eiði, at hann vil
hava føroyingar at lurta eftir
meira gospel. Við tí fyri eyga
vísti hann á, at fólk kundu keypa
fløgur frá honum.
Larry Ford heldur einar 150
konsertir um árið.
Kendur gospelsangari á Eiði
Mikukvøldið var Larry Ford í ítróttarhøllini á Eiði, har hann sang frá hjartanum fyri einari mest sum fult settari
høll. Tað var onkur eiðismaður, sum helt fyri, at hann hevði ongantíð sær so nógvar bilar á Eiði fyrr. Amerikanarin
Larry Ford segði millum annað soleiðis á konsertini: - Eg havi vitjað fleiri lond, millum annað Amsterdam ... Nei,
Holland!
Mynd: Jens Kristian Vang
Tá ið heimaliðið
royndi at trýsta fyri at
fáa leiðsluna aftur,
sum VB hevði syrgt
fyri í 2. hálvleiki, var
tað í staðin VB, sum
økti til 2-0 og harvið
fyri fyrstu ferð á
árinum fekk fulla
úrtøku
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað gongur ikki altíð, sum
tað verður roknað við, og
tað verður ikki altíð roknað
soleiðis, sum tað eigur at
verða roknað. Í EB/Streymi
høvdu teir roknað við ikki
torførari uppgávu, enn teir
høvdu havt tríggjar tær
fyrstu ferðirnar, tá ið teir
megnaðu javnleik á heima-
vølli ímóti HB og á útivølli
ímóti KÍ, og tá ið teir taptu
stórt í Gundadali ímóti
B36.
Men VB hevði lisið uppá.
Venjarin, Hans Nielsen,
hevði tikið avleiðingarnar
av, at úrtøkan í teimum
fyrstu
royndunum
ikki
hevði verið nakað serlig.
Verjan var tann, sum hon
hevði verið frammanundan.
Men bæði á miðvøllinum
og í álopinum vóru onkrar
skiftingar gjørdar. Jón Pauli
Olsen, sum fyrr hevr verið
tryggur sentralur miðvall-
ari, men sum tey seinnu
árini fyri tað mesta hevur
verið í vinstra borði, og
sum ofta hevur spælt í 2.
deild, tí hann ikki hevur
vant so nógv, var hesa ferð
sentralur miðvallari saman
við Milan Kuljic. Dan
Djurhuus hevði hesa ferð
fingið kjansin í álopinum
undir liðini á Mindaugas,
meðan Birgir Jørgensen
leingi var á bonkinum.
Vágbingar vóru sannfør-
andi. Serliga tí teir høvdu
sera positivan hugburð. Í
verjupartinum vóru teir
sera tættir, og sjálvt um
EB/Streymur serliga í 2.
hálvleiki, eftir at VB var
komið á odda, royndi at
trýsta, so gekk tað ógvuliga
striltið at spæla seg til
málmøguleikar. VB vann
nærdystirnar, og teir fingu
stóra úrtøku. Einasta heilt
upplagda møguleikan, sum
teir misnýttu, var tá ið
støðan framvegisvar 0-0.
Símun Samuelsen, sum
aftur hevur fingið lands-
liðsboð, og sum hesa ferð
var ytstur á miðvøllinum í
vinstru, var púra blankur, tá
ið hann við høvdinum
skuldi stýra bóltinum í
málið, men royndin fór
omanfyri tvørtræið aftan-
fyri Gunnar á Steig.
EB/Streymur var ikki á
sama hátt tunað til hesa
uppgávuna, sum teir hava
verið undanfarnu ferðirnar.
Teir spældu seg ikki til
stórvegis upplagdar mál-
møguleikar. Onkra ferðina
royndu teir uti frá, men tað
var oftast barnamatur hjá
Bjarna Johansen í VB mál-
inum.
Á EB/Streyma miðvøll-
inum var Nicu Dogaru
nýgjur maður. Hetta var
fyrsta ferðin, hann var á
liðnum, eftir at hann er
fluttur úr HB og til Eiðis.
At Nicu var komin til
EBStreym hevði í hesum
førinum kostað Bárði Olsen
miðvallarplássið í høgru.
Tað varð lagt til merkis av
áskoðarunum, tí Bárður
Olsen átti næstsíðsta fótin á
í báðum førum, tá ið EB/
Streymur fekk tvey mál í
Klaksvík síðsta sunnudag.
Málini
Bæði málini komu eftir
steðgin. Í fyrra førinum var
málverjin hjá heimaliðnum
eitt sindur blandaður upp í.
Símun Samuelsen sendi
hornaspark úr vinstru og
yvir um handara stólpan. Á
baklinjuni
stýrdi
Palli
Augustinussen bóltin inn
fyri aftur málið. Málverjin
tóktist hava tak á støðuni,
men hann misti út frá aftur,
og so sendi Anders Nielsen
í málið.
Í seinna førinum vóru
heilt fáar statiónir frá VB
málinum, og inntil bólturin
lá í meskunum hinumegin.
Bjarni Johansen sendi mál-
spark í vinstra borð til
Símun Samuelsen, sum
stakk fram til Mindaugas.
Hann fór sjálvur og setti
bóltin í málið.
EB/Streymur royndi at
koma afturíaftur, men tað
segði tað sama. Tá ið tað
ikki eydnaðist at spæla seg
til møguleikar, fóru teir at
senda langar bóltar fram til
Sorin Anghel, og tað var
barnamatur
hjá
tryggu
miðverjuni hjá VB.
Heimatapið ber við sær,
at samansetta liðið er ikki
so lítið kroyst, áðrenn teir
næstu ferð skulu til Gøtu.
Hjá vágbingum tykjast
fyritreytirnar betri at fáa
góða nyttu burtur úr stóra
potentialinum, sum tykist
vera í liðnum. Í fimta um-
farinum fáa teir vitjan av ÍF.
Súni Fríði
ongan veg
Í
hósdagsútgávu
okkara nevndu vit, at
tað vóru ábendingar
um, at Súni Fríði
Barðá møguliga fór til
KÍ at leika.
Norðlýsið skrivaði
tó
fríggjadagin
á
heimasíðuni, at sam-
ráðingarnar millum KÍ
og Súna Fríða endaðu
úrslitaleysar, og at
ætlaða skiftið tí verður
av ongum.
Frá álítandi keldm
sigur Norðlýsið seg
vita, at partarnir tos-
aðu ítøkuliga um ein
sáttmála, men at leik-
arin vrakaði hendan.
-jm
Heimasíða til vespu-fjepparar
Seinastu árini hava so-
nevndu Guliganz fylgt
við alla staðni, har NSÍ
hevur ferðast. Eisini hava
hesir fjeppararnir hjá NSÍ
havt eina heimasíðu, men
hendan er nú komin á
netið í spildurnýggjari
útgávu.
Umframt
tíðindi,
myndir, hugrák, upp-
lýsingar um Guliganz og
annað kunnandi tilfar,
bjóðar nýggja Guliganz-
heimasíðan eisini teimum
vitjandi at kjakast. Treyt-
in er tó, at tú melda teg
til, men annars er orðið í
síni breiðastu merking
frítt, so leingi fólk duga
sær hógv. Og so ber
sjálvandi eisini til hjá
áhugaðum at tekna seg
sum lim hjá guliganz.
Slóðin til nýggju heim-
asíðuna
er
www.guliganz.fo
-jm
EB/Streymur-VB 0-2 (0-0):
VB fult fyri fyrstu ferð
Fakta um dystin
EB/Streymur-VB 0-2 (0-0)
0-1: Anders Sørensen
0-2: Mindaugas
Dómari: Petur Skarðenni
EB/Streymur: Gunnar á Steig — Esmar Eiðisgarð
(Jóhan á Stongum, 69.), Fróði Clementsen, Andrey
Pazek, Carl H. Høgnesen — Nico Dugaro, Hans
Pauli Samuelsen, Jákup Martin Joensen (Bárður
Olsen, 60.), Knút Vesturtún (Marni Djurhuus, 73.)
— Sonni L. Petersen, Sorin Anghel
Gult kort: eingin
VB: Bjarni Johansen — Mortan úr Hørg, Anders
Sørensen, Eyðun Jacobsen, Darius ?? — Palli
Augustinussen (Birgir Jørgensen, 79.), Jón Pauli
Olsen (Poul N. Poulsen, 89.), Milan Kuljic, Símun
Samuelsen — Mindaugas (Jàkup Olsen, 88.), Dan
Djurhuus
Gult kort: eingin
Í EB/Streymi eru teir ikki so lítið kroystir, eftir at heimadysturin móti VB einki kastaði av sær
C
M
Y
K
30