týsdagur 8. apríl 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Fylgjurnar av verandi fiski
vinnuskipan
eru
millum
annað, at føroyingar fara
at hvørva úr fiskivinnuni,
tí tað eru bara útlendingar,
sum hava ráð til at keypa
skipini við veiðirættindum
í uppsjóvarvinnuni, sigur
Kári Petersen búskaparfrøð
ingur.
Tað er longu hend ein
miðsavning
av
føroysku
fiskivinnuni, tí tað er bara
fyritøkur við nógvum peng
um, sum hava ráð til at keypa
skipini við teimum góðu
veiðuloyvunum.
Skalt tú keypa eitt skip í
dag, keypir tú eisini veiðiloyvi
fyri fleiri ár. Tað merkir, at
tað er sera ringt hjá teimum
ungu at koma inn, tí tað snýr
seg um so nógvar pengar.
Um tú ístaðin keypti skip
ið fyri seg, og so veiðiloyvir
fyri eitt ár at gangin, vóru
nógv betur møguleikar hjá
nýggjum at koma inn í vinn
una, eins og smærri feløg
høvdu havt betri møguleika,
sigur Kári Petersen.
– Vit síggja longu nú, at
virksemið er miðsavnað um
Eysturoynna og Norðoyggjar.
Norðlýsið hevur gjørt eina
uppgerð yvir, hvar skipini,
sum hava goldið tilfeingis
gjald í 2013 hoyra heima, og
hendan uppgerð vísir, at 51 %
er savnað í Eysturoynni.
– Suðuroyggin, Sandoygg
in og Vágarnar hava nógv
minni virksemi nú enn fyrr.
Tey hava ongan møguleika
at fylgja við, tí tað eru ikki
so peningasterk fólk har, og
tí missa hesi umráðir síni
skip, sigur Kári Petersen.
Tað er hesin sami leisturin,
sum við tíðini so við og við
fer at trýsta føroyingar út
úr pelagisku vinnuni, sigur
hann.
Veiðuloyvin
fleirfalda virðið
Skipini í uppsjóvarflotanum
í dag eru mett at vera 1.210
milliónir krónur verd í sær
sjálvum. Við veiðurættindum
eru skipini mett at vera 6-7
milliardir krónur verd. Hesar
upphæddir hava føroyingar
ikki ráð til at keypa skip
fyri, tí nýta útlendingar ofta
føroyskar strámenn. Somu
leiðis finnast konstruktiónir,
har tú hevur eitt felag við
sera lítlum eginpeningi, og
restin er lán. Hetta kemur av,
at útlendingar bert kunnu
eiga 30 procent av felagnum,
um felagið skal hava føroysk
fiskiloyvi. Sostatt verða alt
fleiri dømi um, at útlendingar
eiga ein part av einum før
oyskum felagið og veita fígg
ing til skipakeypini.
– Teir kunnu áseta sær
eina rentu fyri lánið til før
oyska felagið og soleiðis tøma
yvirskotið út úr føroyska
felagnum og upp í útlendska
móðirfelagið,
sigur
Kári
Petersen. Hetta førir við sær,
at einki verður til landið og
Føroya fólk.
– So við og við fara før
oyingar úr vinnuni og út
lendingar hava góðar møgu
leikar at taka allan ágóðan
av føroyska tilfeinginum út
úr Føroyska samfelagnum.
Tøma teir yvirskotið burtur
úr felagnum við eini høgari
rentu, er einki yvirskot at
gjalda skatt av. Útlendingarnir
avgera tí sjálvir, um teir vilja
rinda skatt til føroyska sam
felagið, sigur Kári Petersen.
Skuldarbundin
fiskivinna
Ein annar av vansunum við
verandi fiskivinnuskipan er,
at fiskivinnan verður skuld
arbundin.
– Skipini eru sera dýr at
keypa. Tá tey verða seld, er
tað fyri fleiri ferðir virðið
á skipinum sjálvum. Eink
arrætturin, sum fylgir við
veiðuloyvunum, merkir, at
tilfeingisgjaldið verður sera
stórt, og tað fer til tann, sum
fer úr vinnuni, meðan tann,
sum skal inn í vinnuna skal
gjalda tilfeingisgjald og má
út at læna pengar. Pengarnir
verða sostatt tiknir út úr fiski
vinnuni, sigur Kári Petersen.
Eitt stórt tilfeingisgjald er
longu goldið til reiðarar, sum
hava selt.
– Inntil nú eru eini 6-700
milliónir krónur goldnar í
tilfeingisgjaldi til eigarar av
skipum - av hesum hevur
tann, sum eigur tilfeingið,
Føroya fólk, einki fingið,
sigur Kári Petersen.
Stóru virðini, sum eru
tengd at skipunum, merkja í
síðsta enda, at vinnan verður
skuldarbundin, tí tey, sum
koma inn í vinnuna, skulu
gjalda, og tey, sum fara út,
fáa tilfeingisgjaldið.
Vinnan fær ikki
ágóðan
Tað, sum er óheppið er, at tað
Føroyingar far
hvørva úr fiskiv
Tað eru einans útlendingar, sum hava ráð til at gjalda tað, sum skipini kosta við veiðuloyvum. Tað endar við,
at føroyingar so líðandi fara úr flotanum og landið fær einki burturúr tilfeinginum, sigur Kári Petersen
fiskivinnupolitikkur
Tilfeingisgjald goldið í 2013
Norðoyggjar Mill. kr.
Christian í Grótinum
10.018.295
Gadus
2.686.920
Næraberg
6.515.965
Norðborg
10.597.195
Sjúrðarberg
4.107.099
Slættaberg
3.122.126
Tilsamans:
37.047.601 (27,1%)
Eysturoy
Bakur
626.797
Stelkur
626.797
Munkur
412.426
Skúgvur
412.426
Edna
3.372.361
Akraberg
664.667
Fagraberg
9.816.929
Høgiklettur
9.054.440
Finnur Fríði
9.928.784
Jupiter
10.303.019
Tróndur í Gøtu
10.928.242
Tummas T
12.118.471
Ólavur Nolsøe
1.421.472
Tilsamans:
69.686.829 (51,0 %)
Streymoy
Phoenix
3.005.596
Sermilik II
3.016.208
Tilsamans:
6.021.805 (4,4%)
Vágar
Atlantsfarið
3.554.889
Tilsamans
3.554.889 (2,6%)
Suðuroy
Breiðanes
1.028.584
Grunnabarð
5.547.974
Gullberg
1.375.794
Sjagaklettur
1.361.549
Hamranes
1.024.904
Niels Pauli
1.041.624
Ran
3.290.759
Rankin
2.336.888
Steintór
1.041.624
Suðringur
2.336.888
Tilsamans:
20.386.589 (14,9 %)
Í alt: 136.697.712 milliónir (100 %)
Kelda Norðlýsið
Ein miðsavnan av virkseminum sæst longu, og hesin sami leistur førir til, at føroyingar
hvørva úr fiskivinnuni, tí bara útlendingar hava ráð til at keypa skipini við veiðyloyvunum