Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eru einstaklingar og ikki vinn­an, sum fær ágóðan av skipanini, sigur Kári Peter­ sen. – Einki forðar teimum, sum eiga flotan í dag, í at selja. Um teir eigarar, sum eru í pelagiska flotanum í dag, selja, verða 7 milliardir tiknar úr fiskivinnuni, og skuldin veksur upp í einar 9 milliardir krónur, sigur Kári Petersen. Hann vísir á, at fiskivinnan sum heild er vorðin nógv meir skuldarbundin seinastu árini. Skuldin er vaksin úr 1,6 mia. í 2002 upp í 3,3 mia. í 2012. – Feløg sum verða handl­ að verða sera skuldarbundin og fara at hava stórar rentu­ út­reiðslur, og fara tí at geva lítið og einki yvirskot. Tað merkir sostatt, at tey fara at gjalda sera lítlan skatt og vinnan verður ikki sterk, og fer ikki at hava nógvan pening. Hetta er úrslitið av, at keyparin má gjalda sera stórt tilfeingisgjald til reiðaran, sum fer úr vinn­ uni, og tað verður tískil tor­ført, ella ógjørligt hjá før­oyi­ngum at koma inn í vinnuna, tí prísurin er so høgur, sigur Kári Petersen. Skaðiligt fyri føroyska búskapin Kári Petersen heldur ikki, at samfelagið fær nakr­an ágóða av verandi skip­an. Tvørturímóti førir fiski­ vinnu­politikkurin við sær, at nakrir einstaklingar verða sera ríkir og fara at taka allar avgerðir bæði vinnuligar og politiskar. – Um teir, sum hava loyv­ini, selja tey, kunnu teir taka einar 5-6 milliardir krónur úr fiskivinnuni. Teir kunnu keypa alla restina av føroyskum vinnulívið, harí­ millum fjømiðlarnar, og koma at taka allar týðandi avgerðir í Føroyum bæði vinnu­ligar og politiskar, sigur Kári Petersen. Hann heldur ikki, at tað eru nakrar góðar grundir til, at politikararnir halda fast við verandi skipan. Hon er bein­leiðis skaðilig fyri før­ oyska búskapin. -– Tað er nógv betri fyri samfelagið at selja veiði­ loyv­ini, og lata inntøkuna út aftur sum skattalætta. Vit kunnu veita ein skattalætta uppá 600 mió. kr. tað er 2.500 til hvønn løntakara um mánaðin. Hvør familja kann sostatt fáa 5.000 kr. meir at liva fyri um politikararnir velja hesa loysnina, sigur Kári Petersen. Marjun Dalsgaard Jákup Jacobsen stjóri á Varð­anum heldur, at tað er í lagi, at fiskivinnan betalur til­feingisgjald, sum í dag, men heldur ikki eina krónu meira. – Tað gongur væl beint nú, so tað er í lagi. Men um tíð­ irnar verða verri, so skal til­ feingisgjaldið takast burtur aftur, sigur hann. Hann minn­ist á dagarnar, har alt var við at fara av knóranum. – Tað gongur upp og niður. Vit hava staðið og bankað uppá dyrnar í fútarættinum í 90'unum, tí alt mundi farið av knóranum, vinnan er so ósikkur, so tað nyttar einki at leggja gjøld á, tí hvat so, tá tað gongur illa, sigur Jákup Jacobsen. Varðin hevur goldið 51 milliónir krónur í tilfeingis­ gjaldi í 2013. Tilsamans komu góðar 136 milliónir í til­feingisgjaldi í landskassan fyri 2013. Gjaldið er í dag 0,75 kr. kg fyri makrel og 0,35 kr. kg. fyri sild, men einki er á svartkjaft og lodnu. Tað er alt ov lítið, held­ur Kári Petersen, búskapar­ frøð­ingur. Hann metir, at av­reiðingarvirðið kemur upp á 2 milliardir krónur um árið komandi fýra fimm árini, og at yvirskotið í upp­ sjóvarvinnuni fer frá 250 milliónum krónum í 2013 upp í 750 milliónir krónur fýra komandi árini. Vita einki um komandi veiðu Jákup Jacobsen heldur ikki nógv um metingina hjá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, av avreiðingarvirðinum í pelagisku vinnuni komandi fýra árini. – Enn er einki fiskað av hasum makrelinum, so tað ber ikki til at siga nakað um, hvat avreiðingarvirðið verð­ur um so langa tíð, sigur hann. Spurningar um søluna av Varðanum, sum hann fyrr hevur nevnt fyri Norð­ lýsinum, vil Jákup Jacob­sen als ikki svara uppá. Við­ víkj­andi vinningsbýti sigur Jákup Jacobsen, at Varðin hevur gjørt íløgur fyri alt sítt yvirskot. – Vit hava ikki tikið eina krónu út í vinninbsbýti - alt er farið í íløgur, millum annað á Tvøroyri, sigur hann. Virkið á Tvøroyri kostaði umleið 250 milliónir krónur. marjun@sosialurin.fo   Mett virði av skipunum í pelagiska flotanum við og uttan veiðuloyvi Navn Skipsvirði (mió. kr.) Tróndur í Gøtu (Varðin, Gøta) 225 Finnur Fríði (Varðin, Gøta) 150 Jupiter (Varðin, Gøta) 75 Tummas T (Varðin, Gøta) 75 Saksaberg (Varðin, Gøta) 20 Norðborg (Palli hjá Mariannu, Klaksvík) 275 Christian í Grótinum (Palli hjá Mariannu, Klaksvík) 150 Fagraberg (Framherji, Fuglafjørður) 100 Næraberg (JFK, Klaksvík) 40 Slættaberg (JFK, Klaksvík) 60 Atlantsfarið (Northwest Pelagic, Miðvágur) 40 Tilsamans 1.210 Virði í alt á skipum við veiðiloyvi 6-7 milliardir Virði á veiðuloyvum í alt 5-6 milliardir a at vinnuni fiskivinnupolitikkur Vit gjalda nokk í til­ feingis­gjaldi Tað er í lagi, at vinnan skal gjalda tilfeingisgjald, tá tað gongur væl, men tað skal ikki vera hægri enn tað er í dag, sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum. Hann heldur, at verður fiskiskapurin verri aftur, skal tilfeingisgjaldið burtur Um eigararnir í pelagiska flotanum selja, verða 7 milliardir tiknar úr flotanum og skuldin í fiskivinnuni veksur upp í einar 9 milliardir Vit gjalda nokk í tilfeingisgjaldi, sigur Jákup Jacobsen, sum heldur, at tað er í lagi, at vinnan skal gjalda tilfeingisgjald, tá tað gongur væl