týsdagur 8. apríl 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Av áhugaverdu staðfesting
unum kann fyrst nevnast ein
nógv øktur innflutningur av
stráfóðri, ið leggur óneyðug
ar útreiðslur á bøndurnar.
Annars er vert at leggja
merki til, hvussu lítið prísur
in á mjólk er hækkaður síða
ni MBM kom í 1981.
Rakstrarroknskapirnir
fyri 10 mjólkarbøndur, sum
allir hava lagt raksturin í
eitt smápartafelag eru við
í greiningini. Feløgini hjá
mjólkarbóndum nýta antin
álmanakkaárið sum rokn
skaparár ella nýta tey tíðar-
skeiðið 1/7 – 30/6. Í greiningini
eru 5, ið nýta álmanakkaárið
og 5, ið nýta tíðarskeiðið
1/7- 30/6. Tað merkir, at tað
ikki er sama tíðarskeið fyri
allar rakstrarroknskapirnar,
ið talan er um. Men vanliga
hevur tað ikki so stóran
týdning, tí tað eru ikki tær
stóru
broytingarnar,
ið
henda í hesum partinum av
føroyska vinnilívinum, sigur
Jógvan Amonsson í innleið
ingini.
Verður hugt at samlaðu
roknskapunum fyri árini
2009-2012/13 sæst, at árið 2011
royndist burtur úr illa. Bæði
Slátturjørð - stráfóðurstuðul
og Maskinur og amboð vóru
væl dýrari enn hini árini, og
raksturin gav eitt greitt hall í
mun til avlop hini árini.
Ársúrslitini hesi árini eru
156.000, 50.000, -30.000 og
80.000 krónur.
Greiningin vísir eisini ein
greiðan vøkstur í inntøku
num frá seyði og øðrum sum
fara frá um 63.000 krónum í
2009 og 2010 um 75.000 í 2011
upp í 96.000 krónur í 2012.
Gomul fjós
Tað er sjálvandi ymiskt frá
bónda til bónda hvat kemur
burtur úr, men tað er heilt
greitt, at tað gerst dýrari og
dýrari at framleiða ein litur
av mjólk, frá 4,39 í 2009 upp
í 5,27 í 2012.
Tað er serliga framleiðslu
kostnaðurin, ið gongur upp
eftir, frá 2,28 í 2009, javnt
hækkandi upp í 3,00 krónur
í 2012.
Samstundis minkar bæði
brutto- og nettoúrslitið. Í
brutto fingu bøndirnir í 2009
2,58 krónur fyri liturin, niður
í 2,30 í 2010 og heilt niður í
1,80 í 2011, áðrenn tað kvink
aði upp í 2,03 krónur í 2012.
Hinir kostnaðirnir hava
hildið seg á einari leið so
leiðis, at rakstrarúrslitið fyri
mjólkina liggur á 0,37 krón
um í 2009, niður á 10 oyru í
2010, heilt niður á minus 31
oyru í 2011, meðan tað kvink
aði upp á eitt oyra í 2012.
Útreiðslurnar til fjósini
eru eisini alsamt vaksandi, tí
meðan tað kostaði 0,43 krón
ur pr. litur mjólk at halda
fjósið, var tann kostnaðurin
komin upp á 0,67 krónur pr.
litur í 2012.
Tað kemst ivaleyst av, at
fjósini gerast eldri og krevja
tí fleiri og fleiri ábøtur. Fleiri
fjós vórðu bygd í 1970’unum
og í 1980’unum. Eisini eru
fleiri eldri enn tað.
Sjálvt hjá tí besta av teim
um 10 mjólkargørðunum er
rakstrarúrslitið lækkað við
knøppum 60% í hesum tíðar
skeiði.
Keypt fóður
Tann
størsta
kostnaðar
hækkingin pr. litur mjólk
er kostnaðurin á keyptum
fóðri. Bøndur keypa vanliga
A-blanding,
ískoytisfóður
og nakað av stráfóðri. Sum
tølini vísa, so hava hesir 10
bøndurnir tilsamans keypt
munandi meiri stráfóður
seinastu árini, enn teir hava
gjørt áður.
Tað sæst, at nøgdin á
keyptum kraftfóðri
liggur
rættiliga
støðugt
millum
1.820 og 2.020 tons,
meðan nøgdin á
keyptum stráfóðri
nærum er trífald
að frá 2009 til 2012,
nevniliga úr 263
tonsum upp í 666
tons. Í sambandi
við stráfóðurstuð
ulin máta starvs
fólk á Búnaðar
stovuni nøgdirnar
hjá hvørjum ein
støkum bónda. Í
hesum
umfari
num hava vit ikki kannað
nærri, hvussu nógv tað kost
ar einstaka bóndanum at fáa
hesar nøgdir til vega.
Men tað er onki at ivast í,
at um haldgott grundarlag
skal vera fyri at gera neyvar
fóðurkostnaðarætlanir skal
ikki bara nøgdin á fóðrinum
gerast upp, men eisini dygdin
í fóðrinum, ið neytini skulu
eta, og samanhalda kostnað
in og dygdina við innflutta
stráfóðri.
Tað er avgerandi neyðugt,
at meiri gras verður fingið til
vega á sjálvum bóndagørð
unum. Tað merkir, at verandi
mjólkarbøndur mugu velta
meiri, so ikki verður neyðugt
at keypa so nógv innflutt
stráfóður.
Greinað mjólkarframleiðsla
greiðar ávísingar
Grannskoðarafyritøkan Januar hevur greinað
mjólkarframleiðsluna hjá 10 bøndum í tíðarskeiðinum
2009-2012 og 2009/2010-2012/2013, og
tað gevur nakrar áhugaverdar staðfestingar