Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Eg arbeiði við málinum, men nær ein loysn er funnin, ber ikki til at siga. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í al­manna­ málum. Enn er sostatt óvist, nær Ma­lena Arnholdsdóttir fær ta hjálpina, tey hava bíðað eftir nú í fimm ár. Bæði hon, og onnur í hennara støðu, eru komin rætti­liga í neyð av tí, at av­ varð­andi kunnu ikki fáa sam­ sýn­ing fyri at ansa vaksnum fólki heima, sum eru so illa fyri, at tey hava tørv hjá stuðu­li. I jólamánaðinum lovaði Annika Olsen annars at loysa mál­ið skjótt, men nú má stað­festast, at tann skjóta loysn­in er framvegis nokk so langt burtur. Annika Olsen sigur, at eitt, sum ger málið fløkt, er, at ansingarsamsýningarnar eru við í pakkanum um eldra­ økið, sum verður lagdur und­ ir kommunurnar at umsita á nýggj­árinum - Skipanin við ans­ing­ ar­sam­sýning verður ein tænastuveiting, kommun­ur­ nar kunnu seta í verk tá ið tær hava yvirtikið økið. Hon sigur, at tey, sum eru í skipanini við ansing­ar­sam­ sýn­ing nú, halda sjálvandi fram, tá ið kommunurnar hava yvirtikið økið, so eingin dett­ur úr skipanini. Men annars er ætlanin, at kommunurnar skulu fram­vegis kunna varðveita tænastu­na og ein kunngerð skal nú gerast í samsvari við kom­mun­ur­nar um, hvussu tað annars skal skipast Politisk undirtøka og fígging Annika Olsen sigur, at hin­ vegin hevur hon umhugsað at hækka røktarveitingina, so at hon svarar til ans­ingar­ samsýningina. - Ansingarsamsýningin er einar 7.300 krónur um mán­ að­in eftir skatt, men røktar­ við­bótin er góðar 6.000 krón­ ur um mánaðin. Tað merkir, at skal røktar­ viðbótin hækkast, so at hon svar­ar til ansing­ar­sam­sýn­ ing­ina, skal hon hækkast 1.300 krónur um mánaðin - Ein ógiftur persónur við hægs­tu fyritíðarpensjón, og sum fær røktarviðbót, fær einar 19.000 krónur um mán­ aðin eftir skatt og gjøld, men skal røktarviðbótin hækk­ ast, so at hon svarar til ans­ SAMSÝNING Malena bíðar enn Eg eri kedd og vónbrotin sigur Malena Arnholdsdóttir á Skála. Fyri fýra mánaðum síðani lovaði Annika Olsen landsstýriskvinna í almannamálum, at loysa ein álvarsaman trupulleika beinanvegin, men enn er einki hent Vónar at finna eina loysn í ár Málið er fløkt, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hon kann einki lova, men vónar, at málið kann verða loyst á nýggjárinum Áki Bertholdsen - Eg eri kedd og eg eri vón­ brotin. Og eg føli meg tóma. Malena Arnholdsdóttir á Skála hevur bíða í næstan fimm ár eftir at fáa hjálp. Og fyri fýra mánaðum síða­ni lovaði Annika Ol­ sen, landsstýriskvinna í al­ manna­málum, at finna eina loysn beinanvegin, men enn er einki hent. Malena Arnholdsdóttir hev­ur ein son, sum er rætti­ liga illa fyri. Tann 13. desember skrivaði Sosialurin, at son­ ur­in Ma­le­nu Arn­holds­dótt­ ir, sum er 29 ára gamal, er so mik­ið illa fyri, at tað er einki stovn­s­pláss, sum hóskar til hans­a­ra. Fyri fimm árum síðani gjørdi Malena Arn­holds­ dóttir tískil av at fara úr arbeiði fyri at kunna vera heima hjá soninum, sum krevur, at fólk er um hann alla tíðina. Men av tí, at sonurin, Ólav­ur Eliassen, er ímillum 18 og 67 ár, fær Malena Arn­ holds­dóttir onga fíggjarligan stuðul fyri at vera heima og ansa soninum. Sostatt hevur 61 ára gamla Malena Arn­holds­dótt­ ir, sum er sjúkra­røkt­ar­frøð­ ing­ur og klinisk­ur vegleiðari, onga løn­ar­inn­tøku – og heldur onki eftirlønargjald fingið hesi fimm árini. - Eg havi roynt allar møgu­leikar, men eg fái bara at vita, at tað er eingin heimild at geva mær nakra fíggjarliga hjálp, tí Ólavur er millum 18 og 67 ár, segði hon við Sosialin tann 13. desem­ ber. Ólavur Eliassen hevur Tuberøsa Sklerosu. Tað eru smá­ir knyklar, sum serliga eru í heilanum og sum gera, at hann er illa sjúkur av epilepsi. Knyklarnir, og ringu krampaherðindunum, hava gjørt hann menn­ing­ar­ tar­nað­an. Hann fær heilivág fyri epi­lepsi, men tað vísir seg vera ógjørligt at finna nakr­ an heilivág, sum kann forða fyri herðindunum. Tað er staðfest, at Ólavur hev­ur tørv á, at fólk er um hann 24 tímar um døgnið. Reglurnar siga, at for­eld­ ur bara fáa mista arbeiðs­ inn­tøku at ansa børnum við ser­lig­um tørvi, til tey eru 18 ár. Sama dag, sum tey fylla 18, dettur alt endurgjald fyri inn­tøkumiss burtur, eisini hó­ast tørvurin er júst tann sami. Inntøkumissur kann eisini fáast, um tú ansar óhjálp­num fólki, ið eru eldri enn 67 ár. Ella um talan er um álvarsama sjúku, sum tó ikki er varandi til dømis krabba­mein. Men ansar tú fólki, ið eru mill­um 18-67 ár, sum hava var­andi sjúku ella brek, fæst ong­in fíggjarlig hjálp frá Al­ manna­verkinum. - Í løtuni eru fleiri før­ oy­ing­ar í klemmu í hesi undar­ligu reglugerðini, og í Almannaverkinum fáa tey einki gjørt, tí teimum mangl­ ar eina lógarheimild at hjál­ pa hesum fólkunum, skriv­ aði Sosialurin 13. desember. - Eg haldi tað vera undar­ ligt, at tey vildu senda hann á ein stovn, sum ikki var hósk­andi, og sum kostar um­ leið eina millión árliga. Ella at tey kunnu seta stuðlar til hansara, sum fáa tímaløn fyri at vera um hann. Men tá hvørki av hesum bera til fulla tíð – og eg tískil má taka mær av honum, kann eg ikki fáa eina krónu av hjálp, tí hann ikki er ímillum 18 og 67 ár, segði hon við Sosialin. Loysast skjótt Sosialurin tosaði eisini við Anniku Olsen tann 13. desember í fjør. Tá ið stað­ festi hon, at støðan er ikki nøktandi og at hon var sinn­ að at broyta lógina. - At broyta hetta við aldurs­markinum á 18-67 ár er ovarliga á mínum rað­fest­ ing­ar­lista. Stendur tað til mín, verður tað broytt innan stutta tíð, segði hon við Sosial­in tann 13. desember. Hon væntaði ikki, at tað fór at eydnast í 2013, men ”helst fyrst í komandi ári” sum hon málbar seg. Altso skuldi lógin helst verða broytt fyrst í hesum ári­num. Hon vísti eisini á, at tað valdaðist politiskur vilji at neyðugu pengarnir verða játtað­ir. Men eg ivist hon ikki í, legði hon afturat. - Tað er jú fólka­floks­poli­ tikk­ur, at pengarnir skulu fylg­ja brúkaranum, uttan mun til, hvar hann er. So eg kann ikki ímynda mær, at hetta fer at taka langa tíð at av­greiða, segði Annika Olsen fyri jól. Kedd og ørkymlað Men enn er einki hent! - Eg eri kedd og føli meg hildn­an fyri spott, sigur Malena Arnholdsdóttir í dag. Hon skilir ikki, hví Al­ manna­verkið er sinnað at rinda einum pedagogi fulla løn og eftirløn fyri at ansa Ólavi á einum stovni. Men samstundis kann pen­ing­urin ikki fylgja Ólavi so at hon kann fáa løn og eftir­løn fyri at vera um hann heima. Hóast røktarviðbótin verð­ur hækkað, soleiðis sum Anni­ka Olsen nú tosar um, gev­ur tað ikki mær løn og tað gevur heldur ikki mær eftir­løn, sigur Annika Olsen. Hon sigur, at Al­man­na­ verkið tvíheldur framvegis um, at tað er ikki heimild til at seta hana í starv sum stuðul hjá Ólavi. - Avvarðandi kunnu ikki vera stuðul, fyri tað um einstøk dømi eru um, at tann skipanin kanska er mis­brúkt. - Tað tykist sum um at hugsun­nar­hátturin hjá myndug­leikanum er, at eftir­ sum skipanin er snýtt ein­ stakar ferðir, snýta vit bara eisini øll hini, sum hava brúk fyri skipanini, sigur ør­kyml­ aða mamman av Skála. Ongin forðing Malena Arnholdsdóttir dug­ ir annars ikki at síggja nak­ að í lógini sum forðar fyri, at hon kann vera stuðul. Í forsorgarlógini stendur, bara, at Stuðulstænastan verð­ur stovnsett at stuðla vaksn­um heimabúgvandi frá 18 til og við 66 ár við ser­ lig­um tørvi, sum eru rørslu­ tarn­að ella hava av­mark­ aðan sálarligan førleika, so at tey hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. - Tað stendur einki í lóg­ ini um, hvør kann verða stuðul, sigur Malena Arn­ holds­dóttir. Tvørtur ímóti stendur eis­ini í lógini, at Lands­stýris­ maðurin ásetur reglur um, hvør kann brúka skipanina, og hvussu skipanin skal vir­ ka. Her kann leggjast afturat, at í eini fundarfrásøgn frá fundi ímillum Javna og lands­stýriskvinnuna í al­ manna­málum hálv­an janu­ ar, er lands­stýris­kvinn­an endurgivin fyri at sita, at “sjálvandi skuldi tað verða møguligt hjá avvarðandi at verða stuðul, um tað er tann besta loysnin”. - Hava hesi seinastu árini ikki prógvað, at tað er tann besta loysnin her? Hví kann eg ikki vera stuðul hjá Ólavi, spyr Malena Arnholdsdóttir í brævi til Anniku Olsen hálv­an februar. - Eg føli meg hildnan fyri spott, tí eg skilji als ikki hes­ ar grundgevingarnar, og eg dugi heldur ikki at sígg­ja, at tær eru góðar fyri nakr­ an ella nakað, hvørki so ella so, sigur Malena Arn­holds­ dótt­ir.