týsdagur 8. apríl 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMSÝNING
eftir hjálp
ingarviðbótina, skal gjaldið
hækkast 1.300 krónur, upp í
20.300 krónur um mánaðin.
Annika Olsen sigur, at
hon fer at taka málið upp
í landsstýrinum einaferð í
næstum.
Og um tað ber til at gera
nakað við hetta, veldst um,
antin tað ber til at finna
fíggingina innan fyri karm
arnar, sum eru lagdir og um
hon annars fær politiska
undirtøku enn.
Beint nú hevur hon ikki
yvirlit yvir, hvussu nógv, tað
fer at kosta, men tað veldst
eisini um, hvussu nógv fólk
verða í skipanini.
Men hon sigur, at hon
vónar, at ein loysn kann vera
á málinum á nýggjárinum.
Hon arbeiðir eisini við
eini BPA skipan. BPA stendur
fyri Brúkarastýrd Persónlig
Atstøða og í stuttum er talan
um eina skipan, har brúkarin
fær eina fasta avtalu við ein
einstakan stuðul, har tørvur
in verður nágreinaður og so
verður stuðulin latin eftir tí.
Hon sigur, at hetta er ein
skipan, Almannaverkið er
við at fyrireika við trimum
úrvaldum brúkarum.
- Eydnast hendan royndin
væl, miðið eg eftir, at hon
kann setast í verk næsta ár,
sigur Annika Olsen.
Óheppið
Spurningurin
er
so
um
tað fer at bera til hjá
familjulimum at vera stuðul
hjá sínum næstringum.
- Tað er ein skipan sum var
einarferð, men kærunevndin
í almannamálum hevur mett,
at tað var ein óheppin, tí
eftirlitið við henni var ikki
nóg gott.
Tí er tann skipanin steðg
að.
- Men eg haldi, at tað hev
ur stóran týdning, at brúkar
ar hava sín persónliga stuðul
og tískil verður royndin við
BPA skipanini sett í verk.
- Í prinsippunum kann
stuðulin
verða
onkur
í
familjuni.
Eftir forsorgarlógini ber
til hjá landsstýriskvinnuni
at áseta, hvussu tað skipanin
við ansingarsamsýning skal
skipast, men tað økið verður
nú lagt undir kommunurnar
og Almannamálaráðið og
kommunurnar skulu nú í
felag gera eina kunngerð fyri,
hvussu økið skal skipast.
Sjálv er hon opin fyri,
at avvarðandi skulu kunna
verða stuðul. Men av-gerð
armyndugleikin er hjá Al
mannaverkið,
og
kemur
Almannaverkið til ta nið
urstøðu, at tað er óheppið í
ávísum førum, at avvarðandi
eru stuðul, má tað takast til
eftirtektar.
Ein stórur spurningur,
støða eisini skal takast til er,
um tey avvarðandi, sum eru
stuðul hjá einum av sínum
næstringum,
eisini
skulu
hava tilboð um dagtilhald,
umlætting, virkistilboð o.s.fr,
sigur Annika Olsen.
Ansingarsamsýning
arnar eru við í pakkanum
um eldraøkið, sum verð
ur lagdur undir kommun
urnar
Hava hesi sein
astu árini ikki prógv
að, at tað er tann
besta loysnin her?
Ongin loysn enn
Tann skjóta loysnin, Annika Olsen lovaði í desember, er
nokk so langt burtur. Landsstýriskvinnan ásannar, at
málið er fløkt, men at hon arbeiðir við ymsum loysnum
Hildin fyri spott
Eg eri ørkymlað og føli meg hildnan fyri spott,
sigur Malena Arnholdsdóttir. Í fimm ár hevur hon
verið noydd at vera heima soni, Ólavi, sum er illa
sjúkur, men hon fær ikki eitt oyra í samsýning