Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kronikk VITorka flytur virksemið Magni Laksáfoss VITorka Hóast Føroyar hava sett sær fyri at minka um útlátið av veðurlags­ gass­um við 20 prosentum í 2020 er eingin minking hend enn og lands­stýrið ynskir ikki at VITorka skal hjálpa til við at náa málinum. VITorka noyðist tí at flyta virk­ semið til útlond heldur enn at virka í Føroyum. Politiska kósin móti grønari orku Nógv rumbul var av COP15 ráð­ stev­nuni í Keypmannahavn í 2009, tí nú skuldi Føroyar veruliga binda seg til at minka um útlátið og taka ábyrgd av sínum parti av veður­ lagsbroytingunum. Landsstýrið og løgtingið sam­ tyktu, at føroyska útlátið av veður­ lags­gassum skuldi skerjast við í minsta lagi 20 % í tíðarskeiðinum 2010-2020 í mun til útlátið í 2005. Verðurlagspolitikkurin staðfesti víðari, hvussu hetta skuldi gerast, m.a. við at í 2020 skuldi nýtslan av olju til upphiting vera farin niður í eina helvt. At enda kom heildarætlanin fyri elorkuøkið í 2011, sum somuleiðis staðfesti, at nú skuldi veruliga leggj­ ast um til grøna orku í Føroyum m.a. við vindorku og smart-grid. VITorka fylgdi kósini VITorka fylgdi føroysku politisku ambitiónunum og setti sær fyri at koma við eini loysn, ið veruliga gjørdi mun. Loysnin var vindorku til upphiting, tí uml. triðingurin av allari olju í Føroyum fer til upp­ hiting, so her var nógv at heinta. Fyri at kunna veita vindorku til upphiting er neyðugt við sterkum el-neti og eini smart-grid loysn. Ver­ andi el-net má útbyggjast munandi um tað skal vera ført fyri at taka móti allari orkuni. Tí var valt at byrja á egnum neti fyri síðani seinni at kunna binda netið saman við verandi el-net. Jarðfeingið var biðið um at úttala seg um verkætlanina og staðfesti beinanvegin at ætlanin hjá VITorka var í tráð við almenna politikkin á el-orku økinum við smart-grid, styrktum elneti og vindorku. Samstarv við Landsstýrið VITorka fór undir at hyggja eftir hvar tað bar til at leggja nýtt net fyri ein rímiligan kostnað. Neyðugt var at finna eitt tætt bygt øki við størri bygningum, soleiðis at netið kundi vera eins bíligt og gjørligt. Einans eitt tílíkt øki er í Føroyum og tað er økið við Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetrið, Venjingarskúlan, Landsbókasavnið, Landsskjala­savn­ ið, Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Vinnuskúlan, Havstovuna og Há­ skúlan. Her er ein rúgva av størri bygningum innan eitt avmarkað øki, soleiðis at eitt lutfallsliga lítið net kann bera nógva orku út til brúkararnar. Av tí at her er talan um al­ mennar bygningar var farið til landsstýrið við spurninginum um eitt samstarv, har VITorka hitaði bygningarnar við grønari orku fyri sama kostnað sum oljan kostaði í 2012. Munurin fór tó at vera, at VITorka vildi binda prísin fastan, soleiðis at so hvørt sum oljan dýrkaði, fóru bygningarnir at spara munandi upphæddir. Tað einasta landsstýrið skuldi gera var eina minni íløgu í ein orkutanga og annars binda seg til langtíðarsáttmála í 20 ár. Tað byrjaði so gott við at lands­stýrisfólk søgdu seg vera ógvuliga jalig til at vilja fara inn í eitt samstarv, men vildu kanna tað eitt sindur meiri fyrst, m.a. við at fáa eina frá­ greiðing frá Landsverk. VITorka fór beinanvegin til verka og fekk fígging, av­talu við bóndan um lendið, gjørdi um­hvørvis­árins­ meting, fekk loyvi frá frið­ingar­ nevndini, søkti um byggiloyvi, fekk tilboð uppá myllurnar og syrgdi fyri at tá landsstýrið vendi aftur var alt til reiðar til at kunna fara til verka beinanvegin. Svarið var nei 4. desember 2012 svaraði lands­ stýr­ið, hóast frágreiðingin hjá Lands­v­erk ikki var liðug enn, at tað ynskti ikki at taka av til­ boð­num frá VITorka. Svarið frá Lands­stýrinum var grundað í einum úttalilsi frá frá Jarðfeingi, ið frámælti verkætlanina. Hetta er sama Jarðfeingi, sum nakrar fáar mánaðir frammanundan hevði staðfest at verkætlanin var í tráð við almenna orkupolitikkin. Nakrar mánaðir seinni kemur Lands­verk við frágreiðing ið sigur, at Lands­ sjúkrahúsið og hinir bygningarnir eiga at binda seg til verkætlanina. Um somu tíð var umboð fyri VITorka í Týsklandi og samráddist um fíggingina. Eitt stórt týskt felag vildi fegin fara í samstarv við VITorka um at gera allar Føroyar grønar, tvs. ikki einans upphitingina, men eisini elveitingina, bilarnar og skipini. Teir vildu fegnir brúka Føroyar sum demonstratiónsøki fyri teirra loysnir, soleiðis at fólk kundu síggja hvussu loysnirnar royndust í verki. VITorka fór tí aftur til lands­ stýrið og spurdi um teirra svar merkti at einki skuldi gerast ella um tað bar til at samráða seg til eina loysn. Her fekst einans eitt ullint svar um at har vóru ymisk viðurskifti í tilboðnum, sum lands­ stýrið ikki helt vera nøktandi. Landsstýrið kundi tó ikki koma við nøkrum boðið uppá hvussu ein loysn skuldi finnast. VITorka tók hetta tó sum eitt tekin um at hetta møguliga kundi samráðast uppá pláss og kom við fleiri útspælum til loysnir. Hugburðurin má broytast Hóast 16 mánaðir eru gingnir síð­ ani svarið frá landsstýrinum, ber framvegis ikki til at samráðast um ein sáttmála. Tað ber hvørki til at fáa landsstýrið ella Jarðfeingi at koma við einum útspæli um hvat fyri loysn tað ynskir. VITorka hevur tí tikið avger um, at flyta virksemið til útlandið. Ein avtala er fingin í lag við stóra danska fyritøku um samstarv. Stóri spurningurin er tó um nak­að skal henda á orkuøkininum í Føroyum yvirhøvur? Niðurstøðan um hetta er heilt greið: Antin má landsstýrið gerast ein viðspælari heldur enn ein mót­ spælari á orkuøkinum og gera av­ talur, soleiðis at orkuveitarar hava møguleika fyri at fíggja egið net Ella mugu orkuveitarar fáa loyvi at knýta í verandi orkunet, soleiðis at teir ikki hava tørv at leggja egið net Í løtuni arbeiða hvørki lands­ stýr­ið ella Jarðfeingi fyri at skapa nakað á orkuøkinum, men leggja einans fótonglar fyri verkætlanum, heldur enn at virka fyri at loysnir vera framdar. Skal nakað henda í Føroyum má ein upprudding til. Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 9 Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 og útboðspolitikk landsins, skrivar Vinnumálaráðið í brævi til Fíggjarmálaráðið, dag fest 4. desember 2012. Vónbrot Fyri Magna Laksáfoss var henda niðurstøðan eitt vón­ brot. – Eg var staddur í Týsklandi, tá eg fekk niðurstøðuna frá Vinnumálaráðnum. Ørindini vóru at fáa fíggingina upp á pláss, og eg stóð við eini játtan um 70 prosent av fígg­ ingini fyri eina rentu á tvey prosent, sigur Magni Laksá­ foss og heldur fram: – Jú, eg fortaldi teimum um boðini úr Vinnumálaráðnum. Hetta skuldu jú vera okkara samstarvsfelagar, so tílík boð kundu ikki haldast loyni lig. Svarið var, at hatta var ein støða, sum kundi broyt ast. Útvega tú tær eitt ”com mit­ ment”, so eru vit við, vóru boðini frá íleggjaranum til mín, sigur Magni Laksáfoss. Sambært Magna Laksá­ foss er tað ein orsøk til, at hann ikki vil upplýsa navnið á týsku fyritøkuni: – Tey vilja ikki setast í samband við verkætlanir, sum ikki gerast veruleiki. Men tey vildu sjálvandi hava sítt navn fram, so skjótt verk­ ætlanin bleiv til nakað. Tað var serliga niður støð­ an hjá Jarðfeingi, 3. desember 2012, sum sveið fast hjá VIT­ orku. – Her steðgar Jarðfeingi reelt okkara ætlan, sigur Magni Laksáfoss ídag. Kortini helt fyritøkan fram við sínum arbeiði, og í fjørsummar vórðu royndir gjørdar við vindmyllurnar í Neshaga, saman við SEV. Sambært Magna Laksáfoss vóru úrslitini góð. Samstarvið við SEV gong ur tó ikki betri enn væl, sambært stjóranum í VITorku. – So hvørt sum vit fingu ábendingar um, at mynd­ ug leikarnir helst ikki vilja hava eitt alternativt distri­ butións net, afturat netinum hjá SEV, so rættaðu vit okk­ ara verkætlan eftir tí. Men tað hevur higartil verið vón­ leyst hjá okkum at sleppa inn á netið hjá SEV, hóast vit ikki meta okkum at vera í beinleiðis kapping við SEV, tí vit brúka streymin til upphiting, sigur Magni Laksá foss. Tað markið vil tó, við ver­ andi gongd innan orkuøkið, hvørva so líðandi. Tí yvir skip­ aði orkupolitikkurin legg ur upp til eina sonevnda elektri­ fi cering av okkara samfelag. Tað merkir millum annað, at upphiting í størst møguligan mun skal gerast við loysnum, ið brúka streym, heldur enn olju. Eftir at Innlendismála­ ráð ið varð niðurlagt er tað nú Fíggjarmálaráðið, sum hevur ábyrgdina av øllum almennum bygningum. Eitt aðalmál hjá ráðnum er, at keyp av øllum vørum og tæn­ astum skal bjóðast út í fríari kapping. Hetta er álagt øllum stovnum við rundskrivi frá 1. oktober í fjør, og skal part vís praktiserast á nýggja keyps­ portalinum. Tað setir VITorku í eina vón leysa støðu, sambært Magna Laksáfoss. – Yvirskipað haldi eg, at sjálvandi skal øll vind orka bjóðast út. Men tú kast ikki hava ymiskar, konkur rer­ andi loysnir úti í bygning­ un um kring landið. Tá missir tú stýringina, og tí gevur tað onga meining at bjóða út orkuveitingina til hvønn einstakan bygning, argu­ menterar Magni Laksáfoss. Hann trýr snøgt sagt ikki uppá, at nakað sum helst fer at henda, um orkuveitingin til almennar bygningar skal bjóðast út í fríari kapping. – Hetta er óseriøst tos. Nú er hálvt ár gingið, síðani rund skrivið um útbjóðing kom í gildi, og framvegis er einki at frætta um, nær orku veitingin til almennar bygn ingar verður bjóðað út. Eg kann snøgt sagt ikki fyri­ halda meg til tað, sigur Magni Laksáfoss vónbrotin. Farvæl Tí er VITorka farin at rigga av í Føroyum. Talvan er viskað rein, og teir tríggir menninir í fyritøkuni miðsavna seg nú um danska marknaðin. – Fyri okkum hevur hetta verið ein lærurík tíð, og vit hava fingið nógv sambond uttanlands. Vit eru tí í ferð við at fremja okkara verkætlan í verki í Danmark, sigur Magni Laksáfoss og heldur fram: – Eg eri sannførdur um, at tað er ein framtíð í at brúka vindorku til upphiting. Hetta er ein máti at gera okkum leys av oljuni, og harumframt liggja nógv arbeiðspláss í eini tílíkari verkætlan. Men vit koma ikki víðari í Føroyum, og tí vaska vit nú talvuna reina. TÍÐINDI TÍÐINDI Jón Brian Hvidtfeldt – Jú, hatta er eitt gott hug­ skot. Og jú, tað gongur ov seint við at gera okkum sum samfelag leys av oljuni og í staðin velja grønar orku loysnir. So langt er Kári Mort­ en sen, orkuser frøðingur hjá Jarðfeingi, samdur við Magna Laksáfoss. Teir báð­ ir hava samskift nógv um ætlanina hjá VITorku, og tá Jarðfeingi er at rokna sum serkunnleikin á orku­ økinum, so kom frá mæli frá Kára Morten sen illa við hjá VITorku. – Her steðgar Jarðfeingi reelt okkara ætlan, sigur Magni Laksáfoss í aðrari grein her á síðunum. Kári Mortensen hevur eina aðra fatan av støðuni. – Trupulleikin er, at VITorka biður um at gongd til allar almennar bygn­ ingar, sum tey skulu hita við teirra alternativu orku­ loysn. Tað kann eg sum myndug leiki ikki viðmæla, sigur Kári Mortensen. Sambært orkuser frøð­ ing inum á Jarðfeingi er bitin hjá VITorku snøgt sagt ov stórur at gloypa í einum. – Verkætlanin hevur ikki prógvað seg enn. Alt ov fáar royndir eru gjørdar, og vit mangla at síggja í verki, at verkætlanin eisini virkar. Áðrenn tað verður gjørt, kunnu vit ikki leggja upphiting av eini røð av almennum bygningum upp í hendurnar á fyritøkuni, sigur Kári Mortensen. Tí hevur hann mælt Magna Laksáfoss til at byrja í smáum. – Eg haldi at Jarðfeingi hevur gjørt nakað fyri at stuðla undir verkætlanini Tað kundi til dømis ver­ ið ein royndarætlan við einum hitaketli á Lands­ sjúkra húsinum, sigur Kári Morten sen. Far ígongd Grundleggjandi heldur Kári Mortensen tó, at tað má vera upp til fyritøkuna sjálva at prógva sítt virði. – Tað ber til at søkja um loyvi til seta upp vind­ myllur, eins og onnur, neyð ug loyvi. Hava tey eina fantastiska orkuloysn, fígg ingina upp á pláss og eina røð av kundum, so er bara at fara ígongd. Men harfrá og til at gera at­ gongdina til eina røð av al mennum bygningum til eina fortreyt er eitt rímu­ liga langt stig at fara, sigur Kári Mortensen. Hann vísir tí staðiliga aft ur, at Jarðfeingi hevur forðað VITorku í at seta upp eina orkuskipan. – Eg fái ikki skúgvað allar aðrar ætlanir til viks fyri júst hesari verkætlan. Eg havi snøgt sagt ikki argumentini til at gera tað, sigur Kári Mortensen og heldur fram: – Men hevur VITorka sera góð gott argument fyri síni ætlan, so er bara at fara ígongd. Ein fyritøka má prógva sítt virði, og í tí liggur eisini at útvega sær kundar. Tað kann ikki vera okkara uppgáva á Jarð­ feingi at gera tað arbeiðið. Verkætlanin Í tilgongdini hevur VITorka eisini søkt SEV um loyvi at keypa teirra yvir skots orku. Tað er tann fram leiðslan, ið annars hevði farið til spillis. Men heldur ikki tað ber til, sambært Magna Laksáfoss, tí SEV i a rbeiðir felagsskapurin bara við einum slagi av streymi. Og sjálvt tá tøknin um stutta tíð ger tað møgu­ ligt at differentiera streym­ framleiðsluna, so vil tað ei sini vera trupult hjá orku felagsskapinum at lata einum einstøkum keypara bíligan yvirskotsstreym. Tí tá mugu atlit eisini takast til aðrar stórbrúkarar, sum kanska eisini vilja keypa yvirskotsstreym. So ja, myndin er eitt sindur meira kompliserað, sigur Kári Mortensen. Politikkurin Hóast VITorka einki við­ mæli fær frá Jarðfeingi til sína ambitiøsu verkætlan, so tekur Kári Mortensen sum nevnt partvís undir við Magna Laksáfoss. – Tí kann Jarðfeingi taka undir við eini minni roynd­ arverkætlan. Og vit vilja á ongan hátt seta okkum í vegin fyri teirra verkætlan. Men í síðsta enda er tað upp til fyritøkuna sjálva at prógva sítt virði. Sambært Kára Morten­ sen gongur rætta vegin, hóast hann er samdur við Magna Laksáfoss í, at tað gongur ov seint. – Vit vildu ynskt, at tað gekk skjótari. Men tað er ikki rætt, at einki hendir, sigur Kári Mortensen og vísir á vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga sum dømi. – Eisini verður arbeitt við ítøkiligum vind/vatn­ pumpuskipanum bæði í Vestmanna og í Suðuroy, sum fara at gera orku fram­ leiðsluna munandi meiri grøna. Og alsamt fleiri leggja um frá olju til el og í dag eru fleiri hundrað hús VITorka má prógva sítt virði Verkætlan hjá VITorku er áhugaverd, men fyritøkan kann ikki vænta at fáa Jarðfeingi til at viðmæla, at tað almenna bindir seg til júst hesa loysnina nógv ár inn í framtíðina. Vit mæla til, at fyritøkan byrjar í smáum, við eini royndarverkætlan, sigur Kári Mortensen Grundtankin í hugskotinum hjá VITorku er at stýra orku­ nýtsluni eftir framleiðsluni. Princippið er, at vatntangar úti í hvørjum einstøkum húsi verða brúktir til at goyma hitan, ið eitt hita­ likam framleiðir úr bíligari vindorku. – Verður nógv orka fram leidd, so kunnu vit á einfaldan hátt stýra ketlunum, soleiðis at orkan verður brúkt júst tá. Vit flyta okkum frá at stýra fram leiðsluni eftir nýtsluni til at stýra nýtsluna eftir framleiðsluni. Tað er ein týðandi f t á Hugskotið – Tað er syrgiligt at sleppa eini ætlan, sum vit hava arbeitt við í tvey ár. Men vit renna okkum bara í forðingar í Føroyum, og royna nú í staðin okkara verkætlan í Danmark, sigur Magni Laksáfoss, ein av stigtakarunum til VITorku, sum vil bjóða vindorku til upphiting Jón Brian Hvidtfeldt – Ja, vit vaska talvuna reina. Magni Laksáfoss ljóð ar sannførdur og sorg blíð ur í senn, tá hann bók stavi liga førir svampin eftir white­ board’inum á skriv stovuni hjá VITorku í J. C. Svabosgøtu 8 í Havn. Talvan hevur síðstu løt­ una verið brúkt til at tekna upp søguna og gongdina hjá hesum lítla, alternativa orku­ veitara, ið hevur sett sær so ambitiøs mál, at til ber at tosa um eina kollvelting av øllum tí føroyska orku mark­ naðinum. Málið hjá VITorku hev ur í stuttum verið at fáa før­ oyingar at hita síni hús við vindorku, heldur enn olju. Hevur verið, tí nú er málið slept, sambært Magna Laksá­ foss. – Vit hava arbeitt við hesi verkætlanini í tvey ár. Men vit renna okkum ímóti allastaðni, og forðingarnar tykjast ongan enda at fáa, sigur Magni Laksáfoss upp­ gev andi. – Eg havi onga grundaða vón um, at her hendir nakað skilagott á økinum. Hvussu leingi skulu vit tosa og leggja til rættis, áðrenn tíðin er komin til at fara ígongd, spyr Magni Laksáfoss retoriskt. Gjøgnum sína fak ligu bak­ grund sum búskapar frøð­ ingur hevur Magni Laksáfoss í áravís tosað um oljuna sum eina hóttan móti føroyska búskapinum. Føroyska sam­ felagið innflytir olju fyri 1,2 til 1,3 milliardir krónur um árið, og hækkandi oljuprísir á heimsmarknaðinum vilja bara gera somu litrar enn dýrari. Magni Laksáfoss met­ ir seg hava granskað somikið í altjóða oljuprísum, at hann við vissu kann siga, at oljan fer at vera munandi dýrari at keypa. Tí er eftir hansara tykki alneyðugt at føroyska samfelagið ger seg so leyst av oljuni sum yvirhøvur tilber. – Her er vindorkan eftir mínum tykki besta boðið, sigur Magni Laksáfoss, sum hevur eina ítøkiliga ætlan um at seta vindmyllur upp, sum skulu framleiða streym til upphiting. Saman við sær hevur hann Thormann Kruse, ið er útbúgvin veikstreyms­verk­ frøðingur, og Torkil Zacha­ riassen, civilverk frøðingur innan maskintøkni. Lagnunar speisemi vildi tað soleiðis, at verk ætl anin hjá VITorku fekk mønu­ stingin, tá málið kom á borðið á gamla arbeiðsplássinum hjá Magna Laksáfoss úti í Fíggjar málaráðnum á Argj­ um. – Fíggjarmálaráðið setir høvuðsfokus á prísin, og at allar uppgávur skulu bjóðast út í fríari kapping. Og áðrenn orkuveitingin kann bjóðast út, skulu sonevndar ESCO­ kanningar gerast av øllum bygningum. Tá misti eg mótið, sigur Magni Laksáfoss og slær uppgevandi út við ørmunum. Hóast fyrrverandi lands­ stýrismaðurin í fíggjarmálum sigur seg skilja sjónarmiðið við at bjóða uppgávur út, so hevur hann ilt við at skilja argumentatiónina fyri at gera nýggjar kanningar av øllum almennum bygningum fyrst. – Vit vita longu í dag, niður í smálutir, hvussu nógv olja verður brúkt til at hita stóru, almennu bygn ing­ arnar, argumenterar Magni Laksáfoss. Stóru, almennu bygning­ arnir hava ein avgerandi leik­ lut í verkætlanini hjá VITorku. Bara Landssjúkrahúsið brúk­ ar eina millión litrar av olju um árið, ið er tað sama sum eini 300­350 sethús. – Tí gevur tað meining at byrja har, men vit mugu hava aðrar almennar bygningar har í nærumhvørvinum við beinanvegin. Neyðugt er at fáa fleiri stórar brúkarar við beinanvegin, sigur Magni Laksáfoss. Tilgongdin Tað eru júst tvey ár síðani at VITorka bjóðaði sær til at hita eina røða av almennum bygningum við vindorku, sum felagið skuldi útvega sær frá vindmyllum á Glyv­ urs nesi og føra oman í Havn­ ina við egnum neti. Longu í upprunaliga tilboðnum, dag­ fest 2. apríl 2013, lá ein trygd um, at prísurin ongan tíð skuldi fara upp um dag sins oljuprísur. Í fyrsta tilboð­ num vóru nevnd Lands­ sjúkra húsið, Læraraskúlin, Venj ingar skúlin, Hav stov an, Vinnuháskúlin, Heilsu frøði­ liga Starvsstovan, Fróð­ skap arsetrið og fleiri aðrir almennir bygningar í nær­ um hvørvinum. Fyri fyritøkuna hevði tað týdning at fáa fleiri stórar brúkarar við beinanvegin, tí annars vildi íløgan í vindmyllur ikki loysa seg. Á sumri í 2012 fær VITorka fyrstu metingina frá Jarðfeingi, sum stað­ festir at yvirskipða er ætl­ anin sameinilig við tilmæl ini í heildarætlanini hjá Vinnu­ málaráðnum, ið mælir til at elektrifisera upphiting á landi. Men Jarðfeingi vís ir sam stundis á stórar avbjóð ingar, sum felagið stend ur frammanfyri. Bæði viðvíkjandi loyvum til vind­ myllur, tøkniligar avbjóðingar, fígging til verkætlanina, um framt at útvega kundar. Hetta seinasta, kundarnir, skuldi vísa seg at gerast eitt kardinalpunkt í víðari tilgongdini. Fyri nýggju og ambitiøsu fyritøkuna var neyðugt at fáa ein stóran kunda, ið kundi geva verkætlanini neyðuga grundarlagið at standa á. Upplagdi, stóri kundin vóru almennu bygningarnir við og kring Landssjúkrahúsið. Karsten Hansen, lands­ stýris maður í heilsumálum, vísir ætlanini áhuga og biður Landsverk, sum umsitur allar bygningar hjá tí al eina meting av tilboðnum frá VITorku. Metingina fær landsstýrismaðurin í apríl 2013, eitt ár eftir at VITorka fyrstu ferð bjóðar seg fram. Eisini Landsverk vísir á stórar óvissur. Einki fyri­ reik ingararbeiði er gjørt fyri at útvega loyvi og lendi á Glyvursnesi, og talið á vind myllum sveiggjar úr 15 til 50, alt eftir hvør stødd á myllum verður vald. Eitt nýtt distributiónsnet krevur stórar útbyggingar og nógv graviarbeiði fram við veg un­ um í høvuðsstaðnum. Ein røð av loyvum skulu útvegast frá ymsum myndugleikum, sum á einhvønn hátt hava eitt orð at skula siga. Samanumtikið ber verkætlanin brá av, at hon er á byrjanarstøði, metir Landsverk, sum við ávís um fyrivarni eisini gevur verk­ ætlanini rósandi orð við á vegnum: – Landsverk mælir til at gera eitt ”letter of intent” við VITorku um, at almennir landsbygningar, har tað verð ur mett hóskandi, verða knýttir at vindorkuskipanini hjá teimum, soleiðis eisini Landssjúkrahúsið. eru, at landið ikki skal gera stórvegis íløgur fyri at binda bygningarnar í skipanina, og eisini skal landið fáa ein fastan prís í 10 til 20 ár. Tá frágreiðingin hjá Lands verki kemur á borðið, liggja longu tvær aðrar frá­ greið ingar og metingar á borð inum. Jarðfeingi er komið við síni endaligu meting av um­ sóknini hjá VITorku. Og Vinn umálaráðið hevur gjørt sína niðurstøðu. Í frágreiðing til Vinnu­ mála ráð ið, dagfest 3. de­ sember 2012, mælir Jarðfeingi mæl ir frá at landið ger lang­ tíðar sáttmála við felagið VITorka um upphiting av al menn um bygningum. Nið ur støðan hjá Jarðfeingi er, at hvørki tøkniliga ella búskapar liga er loysnin hjá VITorku tann besta fyri el­ fram leiðsl una. Dagin eftir, 4. desember 2012, mælir Vinnumálaráðið frá at taka av tilboðnum frá VITorku. – Harumframt kann ein avtala um einkarveiting í 20 ár, sum ikki hevur verið í almennumútb ði i VITorka rIggar aV – Eg havi onga grundaða vón um, at her hendir nakað skilagott á økinum, sigur Magni Laksáfoss, sum ístaðin vil royna eydnuna við VITorku í Danmark VITorka vil bjóða grøna orkuloysn, har vindorka verður nýtt til upphiting. Fríggjadagin skrivaði Sosialurin søguna, at VITorka nú riggar av í Føroyum fyri í staðin at royna seg í Danmark