týsdagur 8. apríl 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Týsdagin í farnu viku hevði
Tønnis Wardum sín seinasta
arbeiðsdag sum politistur á
politistøðini Yviri við Strond.
Eftir 41 ár veittrar hann nú
starvinum, sum hann hevur
gingið upp í við lív og sál,
farvæl.
– Eg haldi, at tíðin er
komin, har eg takki fyri meg,
meðan eg kann finna hurð
ina sjálvur, sigur Tønnis
Wardum, sum mikudagin 09.
apríl kann hátíðarhalda sín
65 ára føðingardag.
– Aldurin sigur eisini, at
nú er tíð at fara. Eg minnist,
tá eg sum yngri politistur
skuldi
á
náttarvakt
við
Niclasi Jespersen, sum tá
var 57 ára gamal. Tá segði eg,
at eg fór ikki á náttarvakt við
hasum manninum, tí hann
fór neyvan at yvirliva eina
náttarvakt. Hasa løtuna havi
eg fleiri ferðir hugsað um,
nú eg eri blivin 65, heldur
Tønnis Wardum skemtiliga
fyri.
Frá garduni í politiið
Politisøgan
hjá
Tønnis
Wardum byrjar afturi í 1973,
tá hann heldur tilvildarliga
valdi at fara á politiskúla.
– Seinast í 60unum ar
beiddi eg í radiohandlinum
hjá SAJ á Bryggjubakka.
Regin Leonsson var har, og
hann var byrjaður á politi
skúla og dámdi so ótrúliga
væl, so hann mælti mær til
at søkja um upptøku á politi
skúlanum. So einfalt var tað,
sigur Tønnis Wardum.
Fyri at sleppa inn á politi
skúlan mátti tó nóg long
skúlagongd til.
– Eg havi ongantíð tímað
skúla, men skuldi eg á politi
skúlan, var eg noyddur at
fara á eitt sokallað real
kursus. Tað gjørdi eg so
í 1969, tá eg fór niður til
Tølløse í Danmark fyri at
fáa eitt realkursus, fortelur
Tønnis Wardum, sum bleiv
liðugur á skúlanum í Tølløse
í 1971.
Alt fyri eitt søkti hann
á politiskúlan og slapp inn,
men politiævintýrið kundi
tó ikki byrja enn. Teir funnu
útav, at Tønnis Wardum var
føroyingur, so hann mátti
fyrst gera hertænastu í
kongaligu
lívverjudeildini.
Tað gjørdi hann í eitt ár frá
januar 1972 til januar í 1973.
– Tað var eitt stuttligt
og hendingaríkt ár. Serliga
tríggir teir fyrstu mánaðirnir
vóru
harðir
og
ótrúliga
strævnir, og dagarnir vóru
eisini rættiliga langir, men
mær dámdi væl, og eg hevði
fleiri vaktir á Amalienborg,
greiðir Tønnis Wardum frá.
Tá hann hevði gjørt her
tænastuna byrjaði gerandis
dagurin á politiskúlanum
loksins. Tønnis Wardum búði
í Hvidovre, og hvønn morgun
koyrdi
hann
saman
við
einum starvsfelaga í skúla.
Á politiskúlanum tá vóru til
samans 180 næmingar, sum
blivu deildir upp í 10 flokkar.
– Eg var einsamallur før
oyingur á skúlanum tá, men
eg treivst væl. Har var ikki
eitt tað einasta konufólk, so
vit høvdu tað veruliga stutt
ligt og nógvar hendinga
ríkar løtur, minnist Tønnis
Wardum, sum eisini var í
starvsvenjing, ímeðan hann
gekk á politiskúlanum.
– Tá slapp eg á støðina í
Rødovre, har eg skuldi ar
beiða sum náttarvakt í eina
viku. Bara ta einu vikuna
upplivdi eg eina rúgvu, og
tá vikan var liðug, visti eg
alt fyri eitt, at eg var komin
á røttu hill, sigur Tønnis
Wardum.
Fekk ógvusliga byrjan
Sum nýútbúgvin politistur
fekk Tønnis Wardum fast
starv í Rødovre.
– Tú kendi ikki fólkini, so
alt var ofta meira kyniskt
í mun til tá tú arbeiðir sum
politistur í Føroyum, sigur
Tønnis Wardum og vísir á,
at sum heild var politista
starvið í Danmark eitt starv
við rættiliga nógvum ógvu
sligum
og
dramatiskum
upplivingum, tí har hendi
altíð nógv.
Eina
hending
minnist
Tønnis Wardum serliga væl,
tí hon fór fram longu eitt ár
eftir, at hann var útlærdur.
– Tann eina dagin blivu
eg og ein starvsfelagi, sum
var um sama aldur sum eg,
útkallaðir til ein mann, sum
í telefonini segði seg hava
gjørt okkurt øgiligt við kon
una. Vit fóru á bústaðin,
maðurin tók ímóti okkum, og
eg minnist, hvussu hann stóð
har í berum yvirkroppi, allur
smurdur inn í blóð. Hann
vildi hava okkum út í urta
garðin, og meðan vit gingu
út, sóu vit týðuliga, at onkur
var blivin sleipaður gjøgnum
gongina, og har var blóð alla
staðni. Komnir út í garðin
er fyrsta sjónin ein kvinna
í náttkjóla, sum liggur við
høvdinum undir arminum
heilt bókstaviliga, fortelur
Tønnis Wardum, sum bleiv
ikki sørt skakkur, tá hann sá,
hvat tað var, maðurin hevði
gjørt.
– Eg bleiv sjálvandi kløkk
ur, men í slíkum støðum er
nakað av tí fyrsta, tú hugsar,
hvat er tað nú eg havi lært, og
hvussu eigi eg at bera meg at
í eini støðu sum hesari, sigur
Tønnis Wardum og heldur
fram at greiða frá:
– Øll fyrivarni máttu
takast, so eg valdi at leggja
mannin í hondjørn, men í tí
eg taki um skøvningarnar,
gerist eg varugur við, at
maðurin eisini hevur skorið
seg sjálvan í pulsæðrina,
og
spakuliga
rann
blóð
úr honum. Eg fekk hann
so inn í húsið aftur, og so
bleiv annars kriminalpoliti,
sjúkrabilur og rustvognur
boðsend at koma á bústaðin,
fortelur Tønnis Wardum.
Hóast tað var ein heldur
Tønnis veitrar
politinum
farvæl
– Politiið var politi, tá vit bara vóru mannfólk. Alt
bleiv annarleiðis, tá vit fingu kvinnuligar politistar,
og tað er ivaleyst størsta broytingin, sum er farin
fram øll hesi árini. Soleiðis sigur 65 ára gamli
havnarmaðurin Tønnis Wardum, sum eftir 41 ár sum
politistur nú hevur havt sín seinasta arbeiðsdag
meldurin