týsdagur 8. apríl 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
meldurin
hørð byrjan fyri ein nýút
lærdan politist, so heldur
Tønnis Wardum ikki, at
hendingin,
sum
hann
minnist sum ein tann ógvu
sligasta í hansara politisøgu,
hevur havt so stóra ávirkan
á seg.
– Sjálvandi ger mann sær
nakrar tankar aftaná eina
hending sum hesa, men tað
er ikki nakað, eg havi mist
svøvnin av. Í starvinum
lærir tú eisini ikki at taka
arbeiði heim við, og tað haldi
eg hevur eydnast bara heilt
væl. Hinvegin skal sigast, at
verri er at gloyma ógvusligar
hendingar í Føroyum, tí her
kennir tú altíð onkran í tí
raktu familjuni, sigur Tønnis
Wardum.
Føroyingar vóru fittari
Í apríl mánaði í 1977 bleiv
Tønnis Wardum settur í fast
starv hjá politinum í Føroy
um. Áðrenn hetta hevði hann
roynt seg sum feriuavloysara
á politistøðini í Havn. At
koma frá Danmark til Føroya
at arbeiða sum politistur var
ein kollvelting, serliga av tí
at viðurskiftini í Føroyum
eru so smá samanborið við í
Danmark.
– Tað vóru bara umleið
9000 fólk í Havnini tá, so
mann kendi næstan øll. Eg
vil siga, at sum politistur í
Føroyum tosar tú meira við
fólk heldur enn fyrst at fara
fram við penninum og út
skriva bøtur, sigur Tønnis
Wardum.
Sjálvur
heldur
hann ikki, at júst tey smáu
viðurskiftini í føroyska sam
felagnum hava verið ein
trupulleiki í hansara starvi.
– Tá eg byrjaði sum
politistur í Føroyum segði eg
við vinmenninar, at nú var
eg politistur og eg vónaði
at teir respekteraðu tað, og
ikki fóru at útseta meg fyri
at skula handtaka teir ella
okkurt tílíkt, tí um so varð,
so gjørdi eg ikki mun á fólki.
Tað respekteraðu teir, og eg
havi tíbetur ongantíð verið
úti og tikið ein av mínum
nærmastu
vinmonnum,
sigur Tønnis Wardum.
Gjøgnumgangandi heldur
hann, at føroyingar skikka
sær væl.
– Føroyingar hava sum
heild altíð skikkað sær væl,
men
sjálvandi
er
onkur
ørvitisknokkur av og á. Eitt,
sum eg havi lagt merki til, er,
at munurin á føroyingum og
danskarum er tann, at hevur
ein føroyingur gjørt okkurt
býtt og verið ávirkaður, so
kann hann koma dagin eftir
og biða um umbering og
biðja um at fáa ta revsingina,
hann eigur. Danskarar hin
vegin, teir nokta til tað
síðsta. Tað eru í hvussu so er
mínar royndir, sigur Tønnis
Wardum.
Kvinnurnar broyttu alt
Tønnis Wardum dylir ikki
fyri, at hann hevur stórtriv
ist í starvinum øll hesi 41 ár
ini. Eisini hóast broytingar
eru farnar fram.
– Samanhaldið serliga ta
fyrstu tíðina var serstakliga
gott. Vit vóru júst sum ein
familja, vil eg siga. Vit vóru
saman til arbeiðis og í frí
tíðini, men tá vóru vit bara
mannfólk, so vit fingu frið til
at vera saman, sigur Tønnis
Wardum og sipar til stóru
broytingina, sum fór fram, tá
kvinnur eisini kundu gerast
politistar.
Sjálvur
heldur
hann, at hetta er størsta
broytingin, ið er farin fram,
meðan hann hevur verið
politistur.
– Konufólkini eru ólukk
sáliga fitt, men politiið var
politi, tá tað bara vóru mann
fólk. Tað er mín meining,
sigur Tønnis Wardum av
gjørdur og heldur fram:
– Tær eru dugnaligar til
sítt arbeiðið, men eg veit ikki,
høvdu tær duga at tikið í, tá
tað skal takast í, sigur Tønnis
Wardum, ið er av tí áskoðan,
at tað er ikki innan øll øki, at
kvinnur skulu gera seg gald
andi.
– Tað eru trý ting, sum
konufólk skulu halda seg
burtur frá, og tað er politi
num, herinum og at við
merkja fótbólt, sigur Tønnis
Wardum, sum seinastu árini
hevur arbeitt á advokatur
inum, og sostatt ikki hevur
havt vaktir við kvinniligum
politistum, men hann ivast
ikki í, hvussu hann hevði
havt tað, um so var.
– Um eg skuldi farið á
náttarvakt eitt leygarkvøld
saman við einum kvinnu
ligum starvsfealga, so hevði
eg ikki følt meg heilt tryggan.
Um eg endiliga var noyddur,
so hevði eg farið á vaktina, so
hevði eg fingið dupult knoss
og stríð, um tað skuldi verið,
sigur Tønnis Wardum.
Hann undirstrikar tó, at
hann ikki hevur nakað ímóti
konufólki sum heild.
– Als ikki. Tað er bara
innan hasi trý økini, eg
nevndi, at kvinnur ikki skulu
vera. Eg veit, at fleiri halda
tað øvugta, men hatta er so
mín meining, og hana havi
eg lov at hava, sigur Tønnis
Wardum.
Fer at sakna
arbeiðsdagarnar
Týsdagin í farnu viku hevði
Tønnis Wardum seinasta
arbeiðsdagin á politistøðini
Yviri við Strond.
– Onkursvegna var tað
ein dagur, sum eg sá fram til,
men samstundis vónaði eg,
at hasin dagurin ongantíð
fór at koma. Men tá tað kem
ur til stykkis, so haldi eg at
tíðin er tann rætta at gevast
nú, tí nýggjur politireformur
kemur í gildi nú, vit skulu
skifta støð, og sum heild eru
fleiri broytingar, ið skulu
gerast næstu tíðina, so eg
pakki bara saman nú, sigur
Tønnis Wardum, sum fegn
ast um hátíðarløtuna, sum
starvsfelagarnir skipaðu fyri
næstseinasta týsdag.
– Politimeistarin bjóðaði
morgunkaffi við øllum til,
og eg fekk gávur frá starvs
feløgunum. Ætlanin var, at
eg skuldi halda eina talu,
men tað bleiv ongantíð til
nakað, tí kontórdamurnar
komu syngjandi inn í køkin
í HB-troyggjum saman við
Jens Marna og sungu »eg
eri Tønnis fan« til HB fan
sangin. Tá knekkaði eg, tí
tað var so mikið rørandi fyri
meg, sigur Tønnis Wardum.
Hóast hann nú gevst í
starvinum, ætlar hann sær
ikki at sita hendur í favn.
– Eg ætli mær at fáa sum
best burturúr. Eg og ein vin
maður hava ognað okkum
eitt áttamannafarð, so iva
leyst fara nakrir tímar við
tí, og annars so taki eg bara
dagarnar, sum teir koma,
sigur Tønnis Wardum.
Tað eru trý ting, sum
konufólk skulu halda
seg burtur frá, og tað er
politinum, herinum og at
viðmerkja fótbólt
Tønnis Wardum uttan fyri bygningin í Jónas
Broncks gøtu, har hann arbeiddi sum politistur
størsta partin av sínum arbeiðslívi
Myndir: Álvur Haraldsen
– Eg haldi, at tíðin er komin, at eg skal gevast
í politinum, sigur Tønnis Wardum