týsdagur 8. apríl 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til minnis um mín góða vin
Finnur Heinesen
(Finnur á Gili) í Kunoy
f 31. aug. 1945 d 9. febr. 2014
Foreldrini hjá Finn vóru,
Richard og Jensa Heinesen,
mamman "Jensa" var fødd
"Ennistein". Baði vóru fødd
og uppvaksin í Kunoy, Ric
hard var ættaður Norði í
Húsi og Jensa var ætta á Gili,
tey giftust og búsettust á Gili,
fingu 10 børn, sum ikki var
nakað óvanligt tá í tíðini.
Finnur var nummar 6 í
syskinaflokkinum.
Foreldrini
hjá
Finn
hoyrdu til tað ættarliði, sum
ikki nívdist av kenslum sum
hjálparloysi og ræðslu, teir
gomlu løgdu á annan bógv,
tóku snørið í hond, løgdu til
havs, vunnu gull og trúgv á
egna megi, arbeiðsgleði, sum
eisini kom jarðarbrúkinum til
góðar, teir gomlu veltu upp úr
nýggjum og fluttu bøðgarðar
lívsins longur út. Fólkatalið
vaks, og fleirfaldaðist, meðan
vónin um framburð vaks til
eina fasta trúgv uppá varandi
menning. Tey gomlu høvdu
lært, at geva seg til tols og at
bíða, uttan at missa trúnna
uppá aðrar og betri tíðir.
Vísmaðurin og heimspek
ingurin, nevnliga Prædikarin,
Sálomon Kongur sigur at,
"At liva hevur tíð sína,
alt hevur tíð sína, og hvør
einasta fyritøka undir himli
hevur tíð sína, at verða
føddur hevur tíð sína og at
doyggja hevur tíð sína, at
planta hevur tíð sína, og at
ríva upp tað ið plantað er
hevur tíð sína.
Karla Johannesen (Karla í
Innarstovu) og Finnur blivu
hjartavinir fyri sløkum 10
árum síðani. Mangan hava
vit fjallmennirnir hjá Finn
siti væl við búgvi borð í
Innarstovu, har treyt hvørki
vátt ella turt.
Um nakar kennir til svára
sorg, so er tað Karla. Einans
41 ára gomul, gjørdist Karla
einkja,
maður
hennara
"Elian" var við kunoyingum
á fjalli Suðuri í Gjógv, lagnu
dagin 19. Oktober 1981, í
einum ógvuliga ringum váta
slettingsæli datt Elian oman
og doyði á staðnum, einans
36 ára gamal. Tvey ár seinni,
á heysti 1983 misti Karla elsta
sonin
"Jógvan
Gunnleiv"
vanliga nevndur Gulli, sum
doyði av sjúku einans 13 ára
gamal. Tann 9. Juli í 1998
vóru kunoyingar á fjalli í
hagapartinum "Fyri Norðan",
tá komu aftur sorgarboð,
beiggi Karlu "Berint Hansen"
var áhalsin, datt oman norði
í Havnartindi og doyði á
staðnum. Ein hevur hug at
spyrja, "Eru tey í Innarstovu
ikki nóg hart roynd, hví
skulu tey líða so nógva
sorg"? Framvegis standa vit
spyrjandi, men tó við vón
um, at tann sum øllum ræður
leggur ikki størri byrðar á
okkum, enn vit eru ment at
bera.
Góða Karla, tú skalt hava
stóra takk fyri, alt tað góða
sum vit fjallmennirnir hjá
Finn hava noti av góðu
hond tíni inni í hugnaligu og
gomlu Innarstovu, tað verður
ikki lønarleyst ein dag, eisini
skalt tú hava stóra takk fyri,
at tú tók tær so væl av Finn,
nú sjúkan gjørdi meira og
meira um seg.
Eg var staddur umborð á
norskum boripalli, tá yngri
beiggi mín Sjúrður, ringdi
meg upp og segði at Finnur
var farin, ógvuliga stillisliga
inni í Innarstovu, fyri einum
lítlum tíma síðani, hevði
Finnur lagt lívsins búna frá
sær. Lívsólin var sokkin í
vesturroða. Seinast vit tos
aðu saman greiddi Finnur
mær frá, at nú fór tað skjótt
at vera, herviliga sjúkan
gjørdi meira og meira um
seg.
Finnur
var
ungur,
tá
hann saman við William
bleiv valdur til seyðamann í
hagapartinum "Fyri sunnan
Gjógv" og hetta arbeiði gekk
Finnur ógvuliga høgt uppí,
og hevði altíð serligan tokka
til Gjóvhaga. Aftaná útskift
ingina bleiv Finnur ein av
eigarunum í Byrgishaga, og
tað fall í mín lut, at eg var
fastur fjallmaður hjá Finn,
enn minnist eg við gleði
aftur á tá Finnur ringdi meg
upp, og segði við síni djúpu
og eyðkendu rødd "Vit hava
boða fjall Suðuri í Byrgi í
morgin" sum eg nú skrivi
hesar reglur, fer hugur mín
avstað við mær. Í andanum
gangi eg eftir gøtuni Suður
á Bø, bergtakandi Urðafjalls
kvirran hevur lagt seg yvir
Kunoyarbygd, úr kvirruni
hoyrist suð av veingjum og
fuglar sum blunda í nánd,
komin líka suður um Lánna
síggi eg at stovu vindeyga
á Gili stendur opið, Finn
ur lenar seg niður á vind
eygakarmin og tosar niður í
túni, stutt frá honum standa
Haldur og Árni, tað er bara
ein
Árni,
nevnliga
Árni
bóndin í Árnastovu,sum jú
er syskinabarn Finn, tað
hoyrist at prát teirra snýr
seg um morgindagin, hvussu
man morgin dagurin fara at
roynast sum fjalldagur.
Finnur hevði eitt sjáld
sama lætt lyndi, lætta og
skemtingar sama lyndi, sum
Finnur hevði, gjørdi mangt
orðaskiftið til láturs, um
menn onkuntíð, tá teir gingu
fjøllini (royting og skur)
og arbeiði við hagreiðing
av seyði gekk sína vanligu
gongd, so kundi viðhvørt
okkurt orðaskiftið, um seyð,
haga, ella um hvat skuldi
sleppast upp og ikki, stinga
seg upp millum menn á
rættini, orðaskiftið helt á, til
Finnur til seinast segði okk
urt stuttligt, so alt bleiv ein
berur látur.
Finnur, eg vildi so gjarna
duga, at takka tær fyri alt tað
góða eg minnist teg fyri, men
tíðverri, eg dugi tað ikki, og eg
eri tað ikki mentur. Nú ikki
fyrr enn hálvan annan mána
eftir at tú fór frá okkum
kennist saknurin so stórur,
eg havi ikki ordliga fata tað
enn at tú ert farin handan
sýnina, tað kennist løgi, at eg
ikki longur ringi suður á Gil
og tosi við teg, tú vart altíð so
góður í ráðum, hjálpsamur,
skemtingarsamur og nemm
ur at tosa við.
Deyðin er ikki tað sein
asta, tú ert bara farin um
sýnina. Tað sum vit áður
vóru fyri hvørjum øðrum, tað
eru vit enn. Meðan eg skrivi
hesar reglur og minnini um
teg kveikjast í mínum huga,
so flenni eg soleiðis, sum vit
báðir vóru vanir at flenna
saman at onkrum skemti
ligum. Deyðin og lívið hoyra
saman. Lívið er framvegis
dýrabært, tað heldur fram
øld eftir øld.
Hví skuldi tú fari úr mín
um huga, tó at tú nú ert farin
úr míni eygsjón.
Finnur er farin og kemur
ikki aftur til okkara, nei, vit
fara til hansara.
"Tá sól er sett her, eg aftur
síggi øll tey sum fóru heim
undan mær, og í tí landi vit
aldri skiljast, tá sól er sett
her, í ævir har"
Alt er sum tað eigur at
vera, vit síggjast handan
sýnina.
Hvíl í friði kæri frændi
Djóni Kunoy