týsdagur 8. apríl 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Heidi er til
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Føroyska kvinnulandsliðið
skal hósdagin spæla móti
Norðurírlandi. Søguligi javn
leikurin móti Bosnia Herso
govina hevur givið liðnum
ein moralskan uppgang. Tað
ger tað ikki verri, at stóra
álopsessið á liðnum er við
aftur.
Heidi Sevdal, sum varð
kosin til ársins spælara í
føroysku kappingini í 2013,
hevur verið størsta álops
hóttanin á liðnum. Hon
skoraði eisini søguliga málið,
tá Føroyar á fyrsta sinni
fingu mál í eini HM undan
kapping. Tað var móti Skot
landi á Tórsvølli.
Skjótu
og
málrættaðu
renningarnar hjá Heidi geva
landsliðnum eina álopshótt
an, sum vónandi kann seta
Norðurírland í skák.
Brúsar av orku
Mánakvøldið var fyrsta venj
ingin hjá landsliðnum, eftir
at tær leygarkvøldið spældu
1-1 móti Bosnia Hersogovina.
Hóast okkara í løtum vóru
trýstar nakað aftur á vøllin,
so var javnleikurin fult uppi
borin. Tær kempaðu til sein
asta bríksl og tað sæst eitt
sindur aftur á venjingini
mánakvøldið. Onkrar hava
biðið um frí, men aðrar taka
sær eitt sindur av løttum.
Undantakið er Heidi Sevdal,
sum stendur uppi og spælir
við bóltin. Hon vendir sær
og smekkar bóltin í málið,
meðan hinar sita og strekkja
út.
Løtu seinni er innanhýsis
dystur á skránni. Aftur er
røddin hjá Heidi at hoyra
fleiri ferðir. Tá venjingin
er liðugt og venjarin hevur
havt orðið, er hon eisini tann
fyrsta at reisa seg og spæla
við bóltin.
– Eg gleði meg øgiliga
nógv at sleppa við aftur.
Tað er lítið áhugavert at sita
uttanfyri, so eg brúsi av orku
til komandi uppgávu, sigur
Heidi Sevdal.
Hart at sita uttanfyri
Heidi Sevdal eigur sín stóra
Hóskvøldið á Tórsvølli Landsdyst
urin móti Norðurírlandi verður hóskvøldið kl.
19.00 á Tórsvølli. Tað er ókeypis atgongd
og vónin er, at nógv fólk leita sær á Tórs
vøll at stuðla kvinnulandsliðnum.
Nei, takk! Spurd um hon hevði tikið av, um hon fekk
bjóðað ein 1-1 javnleik móti Norðurírlandi, so er Heidi
Sevdal avgjørd á málinum, tá hon svarar: – Nei, takk!
So vil eg heldur spæla dystin og møguliga vinna, sigur
Heidi Sevdal, sum spælir við HB í heimligu kappingini.
Heidi Sevdal, sum hevði leikbann
leygardagin, er nú til reiðar at
hjálpa føroyska kvinnulandsliðnum
til enn eitt søguligt úrslit
Landsliðsvenjarin hjá før
oyska kvinnulandsliðnum,
Jón Pauli Olsen, fegnast um,
at hann aftur hevur Heidi
Sevdal at velja í millum.
– Tað gevur okkum nak
að heilt annað at spæla
upp á. Hon er ótrúliga skjót
og hevur nógva orku. Har
fáa vit ein eyka møguleika
í
álopinum.
Samstundis
kunnu vit flyta runt við
onkrum av hinum spæl
arunum, sigur landsliðs
venjarin.
Føroyska liðið spældi
ein góðan dyst móti Bosnia
Hersogovina,
men
tað
tykist púra vist, at Heidi
Sevdal byrjar inni hós
kvøldið. Eisini gjørdu báðir
innskiftu spælararnir tað
gott. Sostatt hevur lands
liðsvenjarin eina torføra
uppgávu at velja ellivu teir
bestu.
– Eg vil ikki kalla tað
ein trupulleika. Tað er gott
at vit hava fleiri spælarar,
sum eru javnir. Tað bleiv
eisini kjastast nógv um hvør
skuldi byrja inni seinast,
og tað síggja vit bara sum
nakað positivt, at vit hava
fleiri góðar spælarar, sigur
Jón Pauli Olsen.
trondur@sosialurin.fo
Heidi við aftur