týsdagur 8. apríl 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
ítróttur
fótbóltur
reiðar
lut í, at føroyska kvinnu
landsliðið megnaði at vinna
seg til HM undankappingina.
Hon hevur verið verið fastur
fúsi á liðnum, men leygar
kvøldið sat hon á áskoðara
plássunum, tí hon hevði
leikbann.
– Eg hevði fyrireikað meg
upp á tað, tí tað er eitt hálvt
ár síðani eg fekk leikbannið.
Men tá so tær byrjaðu at
hita upp, so var tað ótrúliga
ringt at sita uttanfyri og ikki
kunnu hjálpa liðfeløgunum.
Eg vænti, at eg havi meiri
ansperru enn tær, so spent
sum eg var til dystin, greiðir
Heidi Sevdal frá.
Hon letur eisini væl at
avrikinum hjá landsliðnum
leygarkvøldið.
Tað var flott og avgjørt
góðtikið. 1-1 er eitt gott úrslit.
Vit kundu kanska havt lopið
eitt sindur meiri á móti end
anum, men sjálvandi bæði
venjarar og spælarar hugsa
sítt. Og vit skulu eisini verja
eina stigið, sigur Heidi Sevdal
víðari.
Hon heldur eisini, at mál
ið hjá Eyðvør Klakstein var
framúr gott.
– Tað var ótrúliga flott.
Eisini stuttligt fyri Eyðvør, tí
hon er so ung og nýggj á lið
num, sigur Heidi Sevdal.
Norðurírland
sterkari enn Bosnia
Hersogovina
Bæði Heidi og Jón Pauli
Olsen, landsliðsvenjari, meta
at mótstøðan hóskvøldið
verður sterkari enn hon var
leygardagin.
– Norðurírland er helst
sterkari enn Bosina Herso
govina, hóast tær spæla
javnlei innanhýsis. Tær tapa
tó 4-0 fyri Svøríki og vit tapa
5-0, munurin er ikki tann
heilt stóri, vísir Heidi Sevdal
á.
Jón Pauli Olsen metir,
at talan verður eitt lið, ið er
kropsliga væl fyri og spælir
klassiska bretska fótbólts
stílin við høgari leikferð og
nógvum nærdystum.
– Vit fara inn fyri at vinna
dystin og gera okkara besta.
Kunnu vit koma á odda, so
kunnu vit leggja okkum
aftur at verja og spæla upp
áskjótálop. Vit fara ikki fyri
at verja. Hetta er eitt av
teimum lægri styrkismettu
liðnum í bólkinum, leggur
Heidi Sevdal afturat.
– Vit eiga at mennast
gjøgnum eina kapping. Tað
gera vit eisini. Vit læra mill
um annað hvørja aðra at
kenna og venja okkum við
leikferðina.
Serliga
hesa
báðar dystirnar skulu vit
tora, tí hetta eru dystirnar
har vit kunnu gera nakað,
sigur Heidi Sevdal at enda.
Dyrsturin móti Norður
írlandi verður á Tórsvølli
hóskvøldið klokkan 19.
trondur@sosialurin.fo
1-1 er eitt gott úrslit Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari,
er meiri varin á málinum, tá somuleiðis fær spurningin um
ein 1-1 javnleik móti Norðurírlandi. – 1-1 er eitt gott úrslit,
men tað er ringt at siga undan einum dysti. Aftaná dystin er
lætt at svara upp á handan spurningin, sigur Jón Pauli Olsen.
Myndir: Álvur Haraldsen
HM undankappingarbólkur 4
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
Skotland
5
5
0
0
22
2
20
15
2
Svøríki
4
4
0
0
12
0
12
12
3
Pólland
5
2
0
3
9
8
1
6
4
Bosnia-Hersegovina 4
0
2
2
1
9
-8
2
5
Norðurírland
4
0
1
3
0
9
-9
1
6
Føroyar
4
0
1
3
3
19
-16
1
Favo
rittarnir
eru teir
somu
Tey átta liðini, sum vóru í
pottinum til lutakastið, spæla
øll í Effo-deildini, og tí er lítið
at ivast í, at talan í flestu
førunum verður um tættari
uppgerðir enn tað, sum í fleiri
førum var galdandi í fyrsta
umfarinum av steypakappingini
Tróndur Arge
Hóast spenningurin av
gjørt er til staðar í øllum
fýra uppgerðunum, so
tykist størsta brakið vera
í Sarpugerði, har KÍ fer á
vitjan hjá Víkingi, sum
hevur vunnið kappingini
seinastu tvey árini.
Steypaliðið yvir øllum
seinnu árini, EB/Streym
ur, spælir á heimavølli
móti NSÍ, HB skal aftur
spæla grannauppgerð –
hesa ferð á Argjum – og á
Toftum spæla B68 og ÍF.
Sostatt eru Víkingur,
EB/Streymur og HB øll
í hvør sínari fjórðings
finalu. Í fjórðu fjórðings
finaluni eru fuglfirðingar,
sum seinastu tvey árini
hava
vunnið
silvur
í
landskappingini.
Hóast
favoritt leikluturin ikki
er eins stórur í øllum
uppgerðunum, so tykjast
Víkingur,
EB/Streymur,
HB og ÍF verða favorittar
í løtuni. Men hetta er
steypakappingin og yvir
ein dyst, so kann so nógv
henda.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar
27. apríl, og dystirnir eru hesir:
Víkingur - KÍ
AB - HB
EB/Streymur - NSÍ
B68 - ÍF
Verandi steypavinnararnir taka ímóti KÍ í Gøtu
Savnsmynd: Álvur Haraldsen