týsdagur 8. apríl 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur
ítróttur
9 ára gamal úr Rituvík:
Manchester
United vildi
síggja Marjus
– Mathias ringdi til mín og segði, at nú var tað álvari. Manchester United vildi sleppa at
síggja Marjus. Teir vildu hava føðingardag, longd og vekt, og hetta varð sent beinleiðis
til Manchester United, greiðir Torleif Nón frá. Hann er pápi at einans 9 ára gamla Marjus
Nón úr Rituvík, sum fyri góðari viku síðani var og royndarvandi við Manchester United
Pætur Albinus
Tað er blikalogn og sólin er
um at seta í Rituvík. Børnini,
sum spæla sær uttandura í
dýrdarveðrinum, eru eina
mest savnað á lítla sparki
vøllinum, sum liggur væl
fyri á stórum spæliøki í
bygdini. Ímillum børnini er
9 ára gamli Marjus Nón, sum
júst er afturkomin til Føroya
at spæla saman við hinum
børnunum.
Hann
hevur
verið á uttanlandsferð í
Onglandi. Nærri nágreiniliga
í stórbýnum Manchester,
har boð vóru eftir honum úr
sjálvasta Manchester United.
Evnini hjá hesum lítla
vinstrabeinta
bóltsnilling
inum eru eyðsæð, og tað var
ikki av tilvild, at talentleitari
úr Bayern München vísti
stóran áhuga í honum og
seinni
tryggjaði
honum
royndarvenjing í Manchester
United.
Marjus er úr góðum bergi
brotin. Hann er nevniliga
ikki fyrsti bóltsnillingur úr
Rituvík, men nógv bendir
á, at hesin lítli og lættbeinti
drongurin hevur serliga góð
evni. Undan honum hava
gingið leikarar sum Ian
Højgaard, brøðurnir Sonni
og Helgi L. Petersen um
framt trímenningurin og
stóra fyrimynd hansara, mál
revurin Klæmint A. Olsen.
Byrjaði tíðliga
Errin sessast Marjus við
køksborðið í Manchester
United-klæðum, sum hann
hevur fingið frá siðvanda
enska stórfelagnum eftir at
hava verið til royndarvenjing
har í nakrar dagar. Hann er
smæðin, og tó – hann er ikki
ov smæðin til at sláa fast alt
fyri eitt, at hann heldur við
Liverpool. Pápin tekur við og
fer at hugleiða um hvussu alt
byrjaði.
– Honum hevur altíð
dámt væl at spælt bólt. Frá
tí at hann dugdi at ganga,
sigur Torleif Nón, sum eisini
er Liverpool-fjeppari.
– Hann hevur góðar tekn
iskar førleikar og hevur altíð
verið kvikur. Hann dugir væl
at hugsa fótbólt, hevur hørð
skot og skeyt eini 40-50 mál
síðsta
kappingarár,
sigur
Torleif, sum ikki sigur seg
hava gjørt nakað serligt fyri
at menna Marjus fyri at vera
so frammarliga í fótbólti,
sum hann í mun til sín aldur
er.
– Als ikki. Hann er øgiliga
nógv á vøllinum, og tað er tí
at honum dámar tað. Annars
er hann sum øll onnur børn,
sigur hann.
Tilgongdin
Tað eru skjótt tvey ár síðani,
at
foreldrini,
Torleif
og
Sigrun, á fyrsta sinni koyrdu
Marjus í fótbóltsskúla á
Toftum. Hetta var á sumri
2012 og var Marjus tá bara
sjey ára gamal. Avgerðin hjá
foreldrunum skuldi vísa seg
at lata nakrar dyr upp longu
eftir fyrstu venjingina.
– Tá ið eg fór eftir Marjusi,
kom Mathias Davidsen, ein
av venjarunum, til mín og
segði, at hann var eitt talent.
Hann segði mær, at hann
metti hann vera ógvuliga
kvikan, hann dugdi væl
at hugsa og skeyt hart við
vinstra beini, greiðir Torleif
frá.
Eina tíð seinni var NM-
kapping í Gundadali fyri væl
eldri leikarar, men leikarar
í 7-8 ára aldri vóru eisini
bodnir við til eina lætta
venjing og sýnast fram fyri
talentleitarum, sum vóru
í Føroyum í sambandi við
kappingina.
– Eftir venjingina kom
ein maður til okkara. Hann
peikaði á Marjus og segði, at
hetta var eitt ordans talent
og ein framtíðar miðvallari.
Talentleitarin spurdi Marjus,
um hann kendi Bastian
Schweinsteiger
og
Mario
Gomez. Talentleitarin erpaði
sær av, at hann hevði fingið
teir til Bayern München,
greiðir Torleif víðari frá.
United upp í leikin
Mathias
Davidsen
hevur
staðið fyri víðari samskift
inum við talentleitaran. Tað
var eftir øllum at døma neyð
ugt, tí hesin týski talent
leitarin vísti Marjusi stóran
áhuga. Og rætt var, tí stutt
undan jólum í fjør komu boð
úr útlandinum.
– Mathias ringdi til mín
og segði, at nú var tað álvari.
Manchester
United
vildi
sleppa at síggja Marjus.
Teir vildu hava føðingardag,
longd og vekt, og hetta varð
sent
beinleiðis
til
Man
chester United. Teir vildu
hava hann yvir og síggja
hvussu støðið hjá honum var
í mun til aðrar leikarar, sigur
Torleif.
Torleif, Marjus og nakrir
vinmenn hjá Torleifi høvdu
frammanundan lagt ætlanir
um at fara á Anfield Road
at hyggja eftir Liverpool, og
teir fingu lagt tað soleiðis
til rættis, at teir fingu flætt
að henda túrin saman við
royndarvenjingina
hjá
Marjusi. Manchester United
lovaði at gjalda munin, sum
tað kostaði at broyta ferða
seðlarnar.
Hildu tað loyniligt
Foreldrini at Marjusi hildu
tað at byrja við loyniligt fyri
Marjusi, at hann eisini skuldi
venja við Manchester United
á ætlaðu ferðini til Liverpool.
Tey stúrdu fyri, hvat hann
fór at siga, tá ið tey fáar
dagar undan fráferð fortaldu
honum tað, men: