Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. apríl 2014 · Nr. 42 ítróttur – Hann bleiv øgiliga spent­ ur. Tað ringasta hjá honum var, at mamman ikki kom við, og hann ætlaði at samla fløskur fyri at fáa mammuna við, flennur mamman, sum eisini fekk eitt lítið skeld frá soninum fyri at vera somikið spent og hava Manchester United nógv á tungu. – Mamma, hví tosar tú bara um Manchester United? Eg haldi við Liverpool, segði hann við mammuna, sum bara flennir eftir hendingini, og annars letur pápan um tað mesta viðvíkjandi fót­ bólt­inum. – Tað er hann, sum er so spentur við fótbóltinum, sigur Sigrun. Í stjørnanna fótasporum Hósmorgunin í undanfarnu viku upprann dagurin, ið Marjus hevði glett seg til. Hann møtti á The Cliff Training Ground hjá Man­ chester United, har hann fekk venjingarbúna og rann á vøllin at venja við einum av heimsins størstu feløgum. Á hesum sama vølli eru David Beckham, Paul Scholes, Ryan Giggs og aðrir frá gylta 90- ara liðnum uppaldir. Enska málið var ein forð­ ing hjá Marjusi, men hann varð væl móttikin og fall betur til rættis tá ið leikarar róptu á hann um at spæla til sín. Hóast strangliga bann­ að, so fekk pápin undan­taks­ loyvi at ganga á vøll­inum og umseta. Tað gekk tó lættliga og Marjus stillaði seg bara aftarliga í røðina, soleiðis at hann kundi síggja hvussu hinir gjørdu. – Tað vóru nógv spøl, sum umráddu at spæla saman og at skjóta á mál. Venjingarnar endaðu við innanhýsis dysti, greiðir Torleif frá. Serliga í tí eina venjingar­ dystinum, sum var á graslíki í eini fótbóltshøll, gjørdi Marjus vart við seg. Hann skeyt heili fimm mál. Seinni, tá ið spælt varð uttandura, legði hann upp til tvey mál. – Hann spældi fyrst á høgra vongi, men varð síðani fluttur á vinstra vong, har hann riggaði betur. Hann er kvikur og hevur evni at koma aftur um verjuna og síðani leggja innfyri, vísir pápin á. Eftir royndarvenjingina søgdu venjararnir, at teir mettu Marjus vera ein góð­ an leikara, men annars vórðu ikki nærri ætlanir lagdar um framtíðina meiri enn tað, at felagið hevur tryggj­að sær, at Mathias Davidsen skal halda fram við at venja hesar serliga evna­ríku smá­ dreingirnar og at eyga ann­ ars verður hildið við teimum. Umhugsa møguleikan Undir samrøðuni merkist, at pápin er ógvuliga fegin upp­ livingarnar hjá Marjusi og bjart spáddu framtíð hans­ ara, meðan mamman – hóast eisini fegin – vigar ímóti við størri spurningum. Nú er teimum frítt at práta, tí und­ ir samrøðuni er Marjus farin á dyr við bólti í hondini. – Viðhvørt hugsi eg, um hann klárar hetta trýstið. Hann er so ungur, heldur Sigrun. Vit seta foreldrunum stóra spurningin, um tey eru til reiðar at ríva teltpelarnar úr tryggu heimajørðini í Ritu­vík og fara við Marjusi á eitt ævintýr uttanlands. – Eg meti ikki, at vit fara nakran veg meðan hann er 10 ella 11 ára gamal, men um hann gerst 12 og áhugi fram­vegis er úr útlandinum, so fari eg í øllum førum at um­hugsa tað, sigur Torleif áðrenn konan fær seinasta orðið. – Hann má vera klárur til tað. Ein kann ikki leypa av­stað við báðum beinum, sigur Sigrun at enda. albinus@sosialurin.fo fótbóltur Marjus saman við venjarum sínum í Manchester United Marjus slapp at síggja United ímóti Aston Villa á Old Trafford Marjus (t.v.) saman við Michael, ið tók væl ímóti Marjusi