Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Har sum viljin er til staðar, ber alt til! Tað hevur tann 15 ára gamli Einar Poulsen úr Pork­ eri prógvað fyri øllum soml­ um. Tá ið hann í heyst meld­ aði seg til kvøldskúla at taka dugna­skapsroynd í sigling, vóru tað mong sum stúrdu. Tað má eisini ásannast, at hann hevði umstøðurnar ímóti sær. Hann er nevniliga ógvu­liga orðblindur og fær bara lisið heilt einfaldar tekst­ir. Tað hevur ført til nógvar ósigr­ar í skúlanum og tað var uttan iva ein orsøk til, at yvirhøvur heldur ikki tím­ ir at ganga í skúla – og ikki hevur tímað at ganga í skúla. - So títt og knapt, hann er heimkomin úr skúlanum, tveit­ir hann taskuna frá sær, og hyggur ikki at henni aft­ ur, tí hann hevði mist allan áhuga fyri skúlanum, sig­ ur mamma hansara, Emily Midjord. Nógv stúrdu Tá ið hann so meldaði seg til at taka dugna­skaps­ roynd­ina, vóru tað nógv, sum stúrdu fyri, hvussu tað mun­di fara at ganga, og um hann fór at klára at lesa tær bøkurnar, ið kravdust. Men nú skeiðið er endað, hevur hann gjørt øllum teim­um ivandi sálunum til skamm­ar. Hann hevur nevniliga stað­ið royndina og tað har­ aftur­at við einum framúr góð­um úrsliti. Hann fekk nevniliga trý 12 tøl, sum er hægsti karak­ ter­ur yvirhøvur, og tvey 7 tøl, sum er yvir miðal. - Eg fekk 12 í skips­ teknikki, sjóreglum og í tól­ um, sum er at brúka radara, GPS o.s.fr., sigur Einar. Sjeytølini fekk hann í teim­um lærugreinunum, sum krevja meiri av lesi­før­ leika­num, nevniliga rokning og korti. Hann sigur, at lærarin dugdi serstakliga væl at undir­vísa, tí hann gjørdi sær ómak at lesa alt upp og at greiða frá. Men so hevur hann eisini fing­ið góðan stuðul heima. Og tað vísti seg, at tað, hann hevði hoyrt, tað sat fast, so tað lá ræðið fyri til próv­tøkur­nar. - Tað, sum hann ikki kun­ di fáa við ígjøgnum eygu­ni við at lesa, fekk hann við ígjøgn­um oyruni og so sat tað, sigur lærarin, Tórgir Strøm. Men so hevur Einar eisini sjálvu­r verið serstakliga nær­lagd­ur, tí hann møtti upp til hvønn einasta tíma. Sjógvurin dregur At Einar hevur tikið dugna­ skaps­roynd í sigling, er kort­ ini ikki heilt av tilvild. Hann er vaksin upp í ein­ um sjómannaheimi. Bæði pápin og hinir báðir eldru beiggjarnir hava valt sjógv­ in sum sítt yrki, og sjálvur hev­ur Einar heilt frá tí hann dugdi at ganga, havt eina brennandi áhuga fyri tí, sum hevði við sjógvin at gera. Familjan hevði útróðr­ ar­bát, tá ið Einar var lítil og hann var ikki meiri enn fimm ár, tá ið hann gekk uppi í, tá ið vit egndu, minn­ ist mamma hansara. Hann hevur altíð havt ein brennandi hug til sjógv­ in og­ hóast hann enn er í skúla­aldri, er tað longu fleiri ár síða­ni, hann tók 400 nát­ ung­ar ein dagin, saman við pápa sínum. Fyri trimum árum síðani, í 2011, keypti familjan ein held­ur størri útróðrarbát á 38 føtur, og har umborð hev­ur Einar næstan følt seg sum heima. Einar, pápin og báðir beiggj­ar­nir eiga hvør sín fjórðing í bátinum og Einar hevur sjálvur sett 100.000 krón­ur av sínum egnu peng­ um, í bátin. Eitt sindur átti hann fra­ m­man­undan, men rest­ina hevur hann sjálvur for­vunn­ ið av útróðuri. Hann sigur, at hann hevur brúkt hvørja fríløtu í skúlanum til at rógva út, og síðani hann var bara 12 ára gamal, hevur hann havt nógvar túrar á Før­ oya Banka og Skeiva Banka, saman við onkrum av beiggju­num og øðrum báts­feløg­um. - Vit vóru burtur í nakrar dagar hvørja ferð, so tað var fín­asta slag, sigur Einar. Ein uppgáva, hann fekk nokk so skjótt, var at sigla bát­in á fiskileið ímeð­an hin­ir svóvu og tað var ein upp­gáva, teir trygt kun­du lata honum upp í hend­ur­ nar. Hann hevur enntá roynt seg sum kokk á bátinum, tí hann VILDI sleppa við. Um sumri 2012, vóru teir eisi­ni á Bankanum, men tá vóru teir so óhepnir at bát­ ur­in fekk maskinskaða, so alt summarið fór fyri skeyt­ið. Men í fjør rokaðust Einar og beiggi hansara aftur við útróðri­num og tað hilnaðist av­bera væl. Tað hálva árið frá mai til okt­o­ber avreiddu teir fyri 563.000 krónur, og tað var bara við snellu. Velur sjógvin Einar Poulsen hevur eisini longu tikið støðu til, hvat hann skal gera, tá ið hann verð­ur stórur. Og í so máta gongur hann í mangar mátar ímóti streymi­num, tí tað eru ikki so øgiliga nógv 15 ára gom­ul, sum tráa eftir at gera sjógv­ in til sítt yrki. Men tað hevur Einar langt síðani tikið støðu til. Sjógvurin er hansara stóri áhugi. Hann tímir ikki yvirhøvur við seyði og fót­ bólt­ur sigur honum púra einki. Hjá honum er tað bara sjó­lívið, sum hevur týdning og hann sigur, at tá ið fólka- skúl­in er liðugur, ætlar hann sær til Klaksvíkar at ganga í Sjónám, tí har fær hann ein part av kravdu sigl­ing­ar­ tíðini góðskrivaða. Men fyribils bíðar hann eft­ir summarferiuni so at hann aftur sleppur út at róg­ va við familjubátinum, sum ann­ars er á Norðhavinum nú. Men hann eisini fingið ein lítlan, skjóttgangandi bát frá pápanum og nú kann summarið ikki koma nóg skjótt, so at hann fær flot­að hann. HAR SUM VILJI ER Einar vann á sær sjálvum Tá ið 15 ára gamli Einar Poulsen úr Porkeri meldaði seg til dugnaskapsroynd í sigling, vóru tað mong, sum stúrdu, tí hann er orðblindur og fær bara lisið ein heilt einfaldan tekst. Men Einar hevur gjørt øllum til skammar Nú skeiðið er endað, hevur hann gjørt øllum teimum ivandi sálunum til skammar Einar hevur sjálvur sett 100.000 krónur av sínum egnu pengum, í bátin Enn stendur rasarin í túninum, men nú kemur summarið ongantíð ov skjótt, so Einar fær flota hann