hósdagur 10. apríl 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HAR SUM VILJI ER
- Einar hevði rættiliga góð
evni at læra.
Tórgir Strøm í Porkeri
hevur verið lærari í kvøld
skúlanum, har Einar Poulsen
nú fekk dugnaskapsprógv í
sigling.
Hann er fegin, nú Einar
hevur fingið prógvið, og at
tað gekst honum so væl í
próvtøkuni.
- Eg havi varhugan av, at
mong ivaðust, tá ið hann
meldaði seg til dugnaskap
sroyndina tí hann er orð
blindur. Men sum lærari sá
eg rættiliga skjótt, at hann
hevur rættiliga góð evni at
læra.
Í munnligu lærugreinun
um fekk hann toppkarakterir
og í tí tí skrivliga gekk eisini
heilt væl, hóast hann er lesi
veikur.
Lærarin sigur, at í undir
vísingini gjørdi hann nógv
burtur úr at forklára og at
tað var týðiligt, at Einar fylg
di hann ógvuliga væl við, og
sat undir hvørjum orði.
Hann leggur afturat, at
Einar hevur møtt til undir
vísing hvønn einasta tíma í
vetur.
Próvdómararnir
báðir
vóru av Vinnuháskúlnum í
Havn.
Góðskriva siglingstíð
Á Sjónámi í Klaksvík siga
tey, at dugnaskapsroyndin
í sigling loyvir Einar at
mynstra sum skipari, ella
stýrimaður, við útróðrarbáti,
ella skipi upp til 100 tons og
út á 30 fjórðingar.
Skalt tú longur út, ella
longur upp í stødd, skal
undantaksloyvi fáast til tað
frá Sjóvinnustýrinum.
Men fyrst skal hann hava
vinnubræv og tað fær hann
ikki, fyrrenn hann er fyltur
18 ár og harafturat skal hann
hava siglingstíð í 12 mánaðir.
- Men hjá tí, sum tekur sjó
vinnuskúla, verður ein stórur
partur av siglingstíðini góð
skrivað, tí tá er nóg mikið við
siglingstíð í tríggjar mánaðir,
siga tey á Sjónámi í Klaksvík.
Einar sat undir
hvørjum orði
Á egnum kjøli
Her er 15 ára gamli Einar umborð á Emily. Emily er
familjuútróðrarbáturin hjá teimum og sum Einar
sjálvur eigur 25% í. Her eru teir á Nevinum síðsta
vetur, har teir drógu stóran upsa. Nevið er ein
kneysi, 36 fjóringar suður úr Akraberg og har er
vanliga bara stórur upsi at fáa, siga tey í Porkeri
Hjá honum er tað
bara sjólívið, sum
hevur týdning
Her er Einar við
einum modelli, sum
Poul Niclasen í Vági
hevur gjørt av
skonnartini, Standard,
sum forfedrarnir hjá
Einar keyptu til Porkeris.
Eisini Einar droymir um
at sigla á egnum kjøli