Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Hvørja viku fær lestrar­veg­ leiðingin í Studentaskúlanum í Hoydølum næmingar inn á skrivstovuna sum hava tørv á hjálp. Ikki bara fyri at spyrja um útbúgving, val av fak­um ella øðrum í sambandi við skúlagongdina. Seinasta árið hava lest­ rarvegleiðararnir í Hoydølum í størri mun enn áður upp­ livað, at næmingar venda sær til teirra, tí teir kenna seg strongdar og tunglyntar. Trupla sálarstøðan ger, at næmingarnir hava fráveru, gera ikki skúlating og lata ikki tær uppgávurnar inn, sum teir skulu. Annie Fjallsá er ein av teimum fýra lestrar­veg­leið­ arunum á Studentaskúlanum í Hoydølum, og hon sigur, at strong og tunglynti eru ein trupulleiki á skúlanum. – Tað er blivið heilt van­ ligt, at næmingar á skúl­anum koma til okkum lestrar­veg­ leiðararnar, tí teir hava tað ikki gott og makta ikki tær uppgávurnar, sum teir skulu gera. Hesin trupulleikin er blivin alsamt vanligari, sigur Annie Fjallsá. Ein ónd ringrás Hóast meginparturin av næmingunum trívist væl og klárar seg væl, so gongst tað ikki øllum soleiðis. Tað eru fleiri ymsar orsøkir til, at fleiri ung á Studentaskúlanum í Hoydølum dragast við strongd og í summum førum eis­ini tunglyndi. – Trupulleikin er fyrst og fremst tann, at tey eru afturúr við teimum kravdu inn­latingunum, sum skulu gerast. Harafturat hava fleiri teirra eisini ov nógva frá­veru, og hasi bæði tingini til­samans gera, at tey kenna seg strongd, greiðir Annie Fjallsá frá og heldur fram: – Orsøkirnar til, at tey ikki fáa gjørt skúlating, ikki møta til allar tímar og ikki gera neyðugu inn­lat­ ingarnar eru fleiri. Fleiri hava frítíðarvirksemi, sum fer við nógvari tíð, og eis­ ini kann arbeiðið fylla nógv hjá summum, og tey kunnu sjálvandi tískil kenna seg strongd í eitt styttri tíðar­ skeið. Men tað eru eisini tey, sum hava størri og álvar­ samar trupulleikar, sum gera, at tey ikki kunnu passa skúl­ an, sum tey eiga, sigur Annie Fjallsá. Álvarsomu trupulleik­ar­ nir sum føra til strongdina og tunglyndi hjá næmingunum eru eitt nú ov nógv alko­ hol heima við hús, hjúna­ skilnaður og einsemi. – Nú hava vit ikki hag­tøl fyri, hvussu nógvir næm­ ingar koma til okkara, tí teir eru strongdir og tunglyntir, men í hvussu so er einaferð um vikuna kemur onkur næmi­ngur inn til okkum, tí við­komandi kennir seg troytt­an, er illa fyri og fær ikki hugsavnað seg um skúl­ an. Viðkomandi kennir tað sum eina ónda ringrás, tí tað ber ikki til at koma upp­und­ an við uppgávunum á skúl­ anum, greiðir Annie Fjallsá frá. Mugu til sálarfrøðing Sambært lestrarvegleiðingini á Studentaskúlanum í Hoy­ døl­um er tað serliga ein or­søk, ið hevur gjørt seg gald­andi seinasta árið, hvat næm­ingum við strongd og tung­lyndi viðvíkur. – Seinasta árið hevur skúlin verið rættiliga hart rakt­ur av deyðsføllum. Fleiri ung eru deyð í ferðsluni og eisini hava deyðsføll orsakað av sjúku verið í fleiri familjum hjá okkara næmingum, og sjálvandi ávirkar tað teirra gerandisdag og skúlagongd, strongd Tey ungu strí við strongd Seinasta árið hava lestrarvegleiðararnir í Studentaskúlanum í Hoydølum havt úr at gera við at taka sær av næmingum, ið kenna seg strongdar og tunglyntar. – Fleiri av næmingunum hava ymsar trupulleikar at dragast við, og tí hava tey ikki orku og yvirskot til til skúlan og skúlating, sigur Annie Fjallsá, lestrarvegleiðari