Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Tað, sum kann virka heilt nattúr­ligt og kanska banalt fyri okk­um vaksnu, tað kunnu tey ungu halda er ógvu­liga álvar­samt, sigur Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur Duga ikki at handfara truplar støður – Teir næmingarnir, ið verða vístir til mín, eru strongdir og tunglyntir, tí teir duga ikki at handfara onkra støðu, sum fyri teir er ógvuliga trupul. Tað sigur Helgi Rasmussen, sum er sálarfrøðingur á Studentaskúlanum í Hoydølum Rannvá G. Fossaberg Seinastu fýra árini hev­ur Helgi Rasmussen, sálar­frøð­ ingur, verið knýttur at Stu­ dentaskúlanum í Hoy­dølum. Næmingar, sum hava tað trupult, kunnu fáa í boði at práta við Helga Rasmussen tvær ferðir ókeypis, men hareftir gjalda tey fyri við­ talurnar,um so er tørvur er á fleiri. Sambært Helga Ras­ mus­sen ber ikki til at tekna eina ávísa mynd av næm­ ingunum, ið koma til hans­ ara. – Her koma heilt vanligir næmingar. Her er onkur, sum altíð hevur klárað seg serliga væl í skúlanum, og her er eisini onkur, ið altíð hevur stríðst við skúlan, so tú kanst ikki siga, at hetta eru strebararnir, ið gera seg sjálvan strongdar, ella bara næmingar, sum hava tungt við at ganga í skúla, sigur Helgi Rasmussen og leggur afturat, at tað hevur verið ein yvirvág av næmingum í 2.g. – Tað hevur ivaleyst nak­ að at gera við, at í 2.g hava næmingarnir serstakliga nógv at gera í mun til hini bæði árini. Harafturat er hatta eisini ofta tað árið, har tey byrja at gera sær nak­rar lívsroyndir og spaku­ liga leysríva seg frá for­eldr­ unum, greiðir Helgi Ras­mus­ sen frá. Hava tørv á práti Helgi Rasmussen sigur, at tað eru fleiri ymsar orsøkir til, at ein næmingur kann kenna seg strongdan. – Eg plagi at siga, at tey hava rent seg inn í lívið onk­ursvegna. Tey uppliva nakrar støður fyri fyrstu ferð, og tí vita tey ikki, hvussu tey skulu handfara ta støð­una. Summi tora ikki ella hava ikki hug til at práta við foreldrini ella vin­ fólkini, men ístaðin ganga tey einsamøll við trupul­leik­ anum, sigur Helgi Ras­mus­ sen, sum vísir á, at tað er ikki altíð, at trupulleikarnir eru so stórir – fyri tey vaksnu. – Tað, sum kann virka heilt nattúr­ligt og kanska banalt fyri okk­um vaksnu, tað kunnu tey ungu halda er ógvu­liga álvar­ samt, og tey duga als ikki at síggja seg út­av tí. Tá hjálp­ir tað, at onk­ur vaksin lurt­ar eftir teim­um og kann siga veitst tú hvat, tú ert púra nor­ mal, hatta hava vit øll upplivað, sigur Helgi Rasmussen. Hann tekur tó undir við lestrarvegleiðaranum, Annie Fjallsá, um at skúlin hevur verið hart raktur av deyðsføllum serliga seinasta árið, og tað hevur eisini havt sína ávirkan á strongdar næmingar á skúlanum. – Tí er tað ikki nakað løg­ið í, at fleiri næmingar dragast við strongd og tung­ lyndi. Tá slíkt hendir, so fyllir tað sjálvandi nógv, og sum tannáringur hevur tú kanska ikki upplivað slíkt áður og veitst tískil ikki, hvussu tú skalt arbeiða við sorgini og koma ígjøgnum hana. Tá hjálpir tað ofta at práta við ein vaksnan og seta orð á sínar kenslur, sigur Helgi Rasmussen. rannva@sosialurin.fo strongd ðast sigur Annie Fjallsá. Fyri fýra árum síðani byrjaðu lestrarvegleiðararnir at síggja stóra tørvin á ein­ um sálarfrøðingi til næm­ ing­arnar, sum av ymsum or­søkum vóru strongdir og í summum førum eisini tung­ lyntir, og valdu tí at gera nak­ að við trupulleikan. ­– Vit valdu at fáa ein sálar­ frøðing knýttan at skúlanum, og vit hava líka síðani bjóðað næmingum, sum hava tørv á tí, tvær ókeypis viðtalur hjá hesum sálarfrøðinginum, sig­ur Annie Fjallsá, sum vísir á, at tilboðið hevur verið nógv brúkt av næmingunum, sum onkursvegna hava tað tungt. – Tað er avgjørt tørv­ur á einum slíkum sálar­frøði­ tilboði. Nú er tað blivi so­ leiðis, at næmingarnir eru rætti­liga tilvitaðir um hetta tilboðið, og alsamt fleiri koma til okkum, har tey biðja um at sleppa til sálarfrøðingin, tí tey hava tørv á at tosa við ein persón, sum tey annars ikki hava nakað at gera við í gerandisdegnum, fortelur Annie Fjallsá. Hon vísir á, at tey í lest­rar­ vegleiðingini í fleiri ár hava sæð tørvin á einum sálar_ frøðingi, sum er knýttur at skúlanum. – Vit hava ikki ordiliga kunna víst teimum til nakr­ an, men tað kunnu vit nú, tá vit hava gjørt hesa avtaluna, og hetta seinasta árið er sálarfrøðingurin rættiliga nógv brúktur, sigur Annie Fjallsá. rannva@sosialurin.fo Seinasta árið hevur skúlin verið rætti­liga hart rakt­ur av deyðs­ føllum Annie Fjallsá