Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Baresso kaffiketan, sum vit eisini kenna í Føroyum, hev­ur sín uppruna í 2000, og eigarin og stovnarin er Kenneth Luiciani. – Sum navnið sigur, so var pápi mín italiumaður, meðan mamman var donsk, sigur Kenneth Luiciani. Longu frá barnsbeini av lærdi hann at kenna serligu italsku kaffisløgini. – Eg minnist, hvussu omma mín serveraði kaffe latte fyri mær um morg­nar­ nar, og hvussu abbi mín og abbabeiggjar tóku meg við á kaffibarr, og har upplivdi eg espresso maskinurnar aft­ uri tíðliga í 60'unum, sigur Kenneth Luiciani. Fasinatiónina tók hann við sær, eisini tá hann ar­ beiddi fyri Eysturasiatiska Kom­paníið. – Har arbeiddi eg i 20 ár í Italia og Asia og upp­livdi, hvussu tulkingin av kaffi­ barrum har úti var hug­tak­ andi, og tá kona mín, Inger, og eg gjørdu av at flyta til Dan­markar í 2000, vóru vit uppsett upp á at byrja okk­ ara egnu kaffibarr ketur í Dan­mark, sigur Kenneth Luici­ani. Tú hevur altíð ein dreym, tá tú byrjar upp á okkurt. – Eg hevði altíð sagt, at eg ikki vildi byrja upp á nakað heilt frá botni, og slett ikki í Danmark. Men so fann eg upp á kaffibarr, og tað vóru ongar um ta tíðina í Dan­ mark, og jú, tað kemur eitt sindur ovart á, at tað hevur gingið so væl, sigur Kenneth Luiciani. Men tað hevur verið eitt hart arbeiði at deila gleðina við kaffi kopp um kopp hvønn dag. Á nógv trafikeraðum støðum Tað var í mai mánað í 2000, at fyrsta kaffibarrin lat upp á Højbro Plads í Keyp­manna­ havn. – Tað var torført at venja danir við Baresso. Vit lótu upp klokkan 7.30 og fyrsti gesturin var ein svii, sum helt, at hann var komin inn í eitt morgun vertshús, sigur Kenneth Luiciani. Hann hevur síðani 2000 lati upp tilsamans 45 kaffihús runt um í Danmark. – Okkara motto hevur altíð verið høg góðska og einki alkohol. Og nú 14 ár seinni er mangt broytt og fólk hava fingið eitt heilt annað inntrykk av Baresso, sigur Kenneth Luiciani. Tey hava lagt dent á at leggja Baresso kaffihús á nógv trafikeraðum støðum. – Vit eru umborð á DFDS ferjunum, ið sigla til Noregs og vit eru umborð á Mols­ ferjunum. Vit eru eisini at finna á jarnbreytarstøðum og flogvøllum og í heila tikið fram við nógv trafikeraðum vegum, sigur Kenneth Luici­ ani. Kaffi, sum tey brúka, kem­ ur úr Mið- og Suðuramerika, Asia og Afrika, har tey hava egið økið, 20 hektarar til støddar og 45.000 kaffitrø. – Í juli í fjør rundaðu vit 25 milliónir koppar av yms­ um kaffi. Og tað skulu 75 kaffibønir til hvønn kopp av dupultum espresso, sigur Kenneth Luiciani. Hann sigur, at tað týdn­ ingar­miklasta er gleði. – Tá starvsfólkini eru glað, smittar tað á gestirnar, og tá teir fara glaðari avstað aftur, so koma teir eisini aftur, sigur Kenneth Luiciani. Hann sigur, at tey fáa ein­ ar 700 umsóknir um árið frá fólki, sum søkja starv. – Og tað er javnt um 700 umsóknir, antin arbeiðsloysið er stórt ella lítið, sigur Kenn­ eth Luiciani. Danmark lítið men stórt Tað er ikki bara í Danmark, at Baresso finst. Vit hava eisini eina slíka her í Havn. Og hana hevur Kenneth sjálv­ andi vitjað. – Ja, eg var í morgun har uppi og fekk ein góðan dup­ ultan espresso og neyt hann, sum altíð, meðan Inger fekk ein skinny latte, sum hon eis­ini neyt, sigur Kenneth Luiciani. Hann var serliga glaðurs fyri ta góðu tænastuna, hann fekk. Hann var komin til Føroya fyri at vera við í einum sølu­ degi, sum Niclas Heri Jákups­ son skipaði fyri. – Mín uppgáva er at greiða fólki frá um Baresso, og hvussu tað byrjaði. Hvussu mann heilt frá botni kundi deila gleðina við kaffi kopp fyri kopp, samstundis sum mann alla tíðina skal hava fokus á, at talan er um handil eisini, sigur Kenneth Luiciani. Tað er gott, at tú kanst deila gleðina við fegnar gestir og starvsfelagar. Men tað steðgar ikki her. – Ambitiónirnr fyri Ba­ resso eru størri enn kaffi­ket­ an er nú. Tí tað eru nógvir býir í Danmark, har vit kunnu deila okkara kaffigleði við. Og tað er mín vón, at vit tey komandi árini kunnu økja okkara virksemi, sigur Kenn­eth Luiciani. Fyribils er talan bara um Danmark. – Danmark er eitt lítið land, men eisini eitt stórt land. Og tað eru fleiri býir, sum vit hava fest eyguni á og fegnir vilja deila okkara kaffi við, sigur Kenneth Luiciani. TÍÐINDI Ein frøi at spreiða gleði Tað sigur Kenneth Luiciani, sum eigur kaffiketuna, Baresso, men fyribils vil hann hava sítt fokus á Danmark. Í dag eigur hann 29 kaffibarrir og hevur 16 í franchise Kaffi, sum tey brúka, kem­ur úr Mið- og Suður­ amerika, Asia og Afrika, har tey hava egið økið, 20 hektarar til støddar og 45.000 kaffitrø. Kenneth Luiciani hevur í tey fjúrtan árini, hann hevur verið í vinnuni, latið 29 Baressohús upp, umframt sekstan franchises