hósdagur 10. apríl 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kanst tú
byggja brúgv
- millum arbeiðsgevarar og fólk,
sum leita sær arbeiði?
Les meira á als.fo
sansir.fo
Virkisráðgevin skal ráðgeva arbeiðsgevar-
um at finna røttu starvsfólkini og virka
fyri, at arbeiðstøk koma sær út aftur á
arbeiðs marknaðin.
Arbeiðið verður at vitja og samskifta við
føroyskar arbeiðsgevarar um, hvussu
ALS best kann vera við at tryggja arbeiðs-
gevarum neyðuga arbeiðsmegi og
neyðugar førleikar.
Tí er umráðandi, at tú hevur eina góða
fatan av, hvønn tørv arbeiðsgevarar hava
og dugir at seta teg inn í viðurskiftini hjá
arbeiðsgevaranum. Tú dugir væl at tosa
– og enn betri at lurta – og megnar at
byggja upp eitt samstarv, ið byggir á álit
og trúvirði.
Tað snýr seg um at finna røttu starvs fólk-
ini, og tí fert tú at arbeiða tætt saman við
serliga kveikjarunum, sum hava sam band
við tey arbeiðstøku, og saman finna røttu
starvsfólkini.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur
viðkomandi útbúgving ella royndir til
dømis innan samskifti ella sølu - men hjá
okkum hevur hugburðurin sera stóran
týdning.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og
lønin verður sambært avtalu.
Send umsóknina við telduposti til Biritu
Hansen, HR-mennara, á birita@als.fo í
seinasta lagi mánadagin 21. apríl 2014,
klokkan 12.00.
Hevur tú spurningar um starvið sum
virkisráðgevi, ber til at ringja til Høgna í
Stórustovu, deildarleiðara, á tlf. 299 502
ella senda ein teldupost til hognis@als.fo.
Til ávísingina hjá ALS søkja vit eftir virkisráðgeva, at byggja brúgv millum
arbeiðsgevarar og fólk, sum leita sær arbeiði.