Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann dagin gloymi eg ongantíð. Ta løtuna komu boðini úr útvarpinum, at Føroyar í grundini vóru farnar á húsagang. Vit høvdu fíggjarliga forkomið okkum og vórðu sett undir umsiting úr Danmark. Eg minnist, hvar eg var, hvar eg stóð, hvør var í rúminum saman við mær. Tað var í lærutíð míni á Shell. Tíðin eftir hetta mann vera ein tann svárasta tíð hjá tjóð okkara yvirhøvur. Í øllum førum í friðartíð. Sjálvur var eg tíbetur so ungur, at eg hevði ikki tikið á meg skuld fyri hús, men nógv hoknaðu undir byrðuni, og næstu árini tosaði eg alt ov ofta við viðskiftafólk, sum sótu køld og høvdu ikki ráð at gjalda fyri oljuna. Tær samrøðurnar hava brent seg í minnið. Ta støðuna mugu vit ikki koma í aftur! Tíðin lekir øll sár, verður mangan sagt. Tað kunnu vit saktans siga við øll tey, sum noyddust av landinum og ongantíð komu aftur. Men ólukkan er, at tíðin eisini fær okkum at gloyma tað, vit mugu minnast. Tí tað er ikki alt, vit skulu gloyma. Sumt, eisini tað ringa, skulu vit brenna fast í minnið, so at vit ongantíð á ævini gera tað aftur. Eg havi í longri tíð havt kensluna, at vit fara at kenna sviðan av júst somu mistøkum og avleiðingum enn eina ferð. Hóast so nógv er sagt og skrivað um hví, tað endaði sum tað gjørdi tá. Vit og skil hevur ongan politiskan lit. Sama við idioti. Og eg ætli mær ikki at greina, júst hví andstøðan hevur rættari enn samgongan ella øvugt. Tí sambandsmaðurin kann hava líka rætt í, at minkaði blokkstuðulin hevur skyldina av halli okkara í dag, sum tjóðveldismaðurin hevur rætt í, at tað eru ófatiliga stóru virðini í makrelinum, sum eru atvoldin, tí virðini enda á fáum hondum og verða líkasum tikin úr samfelagnum og frá fólkinum. Tí hall er og tað stórt. Enntá eftir, at vit hava skattað pensjónirnar í sambandi við inngjald. Tað miðið er ikki eftir at troyta, tá ið vit um 20 ár hava munandi fleiri eldri enn nú. Við bremsilongd er tað so, at tess skjótari tú koyrir og seinni vandin sæst, harðari má verða bremsað ella brestur. Bera vit saman samfelag okkara nú við støðuna í 1992, er sjálvandi nógv broytt, og í nógvar mátar eru vit betur fyri, men grundleggjandi bygnaðurin í samfelagnum er nógv tann sami. Vit hava enn eitt ótal av kommunum, skúlum, sjúkrahúsverk í trimum og yvirhøvur eina tjóð, sum tykist lítið savnað í grundleggjandi fatanini av sær sjálvari. Og politiska skipan okkara er alt annað enn savnandi fyri land og fólk. Eg stúri! Magnus Tausen stjóri á Námi EYGA MÁLIÐ 6. oktober í 1992 Sjúkrakassarnir og granskingarráðið og Setrið Heri Mohr Í fjør varð sovnsfæið hjá sjúkra­køssunum í Føroyum skipað sum stovnsfæ í einum nýggjum Sjúkrakassagrunni. Og fyri viku siðani fekk Gransk­ingarráðið alt fæið – 28 milliónir – frá hes­um ný­stov­n­aða Sjúkra­kassa­ grunni. Í Sosialinum lesa vit nú, at Granskingarráðið skal ”brúka alt fæið uppá fá ár.” Sanniliga, eitt gott hál. Nú er ikki at liggja sjóvar­ fallið av sær, tí ein grunnur við ongum stovnsfæi er av­ oyddur. Men hvussu ber tað nú til, at sjúkrakassarnir hava verið so væl fyri? Fyri 1. januar 1988 rind­ aði ríkiskassin (Inden­rigs­ ministeriet) regluliga hvørt ár rakstrar­pening til sjúkra­ kassar­nar í Føroyum. Frá hesum degi broyttist ríkis­ kassans gjald soleiðis, at tað gjørdist ein partur av ríkiskassablokkinum, sum tá varð settur á stovn. Sjúkra­ kass­ar­nir fingu soleiðis frá 1.1.88 ríkiskassastuðulin gold­ nan um landskassan. Upphæddin í blokkinum broyttist regluliga ár um ár til 1. januar 2002, tá ið ríkis­ kassablokkurin varð niður­ bundin eftir lands­stýrisins boðum, og fíggingin til heilsuverkið og almanna­ verkið fekk mønustingin. Tá var ríkiskassans regluliga árs­gjald til sjúkrakassarnar einar 20 milliónir. Í hesum farna tíðarskeiði frá 1.1.02 til 1.1.14 hevur lands­kassin fingið einar 240 milliónir, markaðar sjúkra­ køssunum í Føroyum, úr tí niðurbundna blokkinum, sjá landskassans ársroknskapir: heilsutænastur 8.20. Hetta er í stuttum orsøkin til, at sjúkrakassarnir vóru so væl fyri. Um tað er so, at sjúkra­ kassarnir í roynd og veru eru farnir i søguna, so liggur nær at spyrja, um semja er millum landsstýrið og ríkisstýrið, at sjúkrakassablokkurin kann nýtast til annað endamál enn upprunaliga ætlað? Hann hevur, ið hvussu so er, ongan­tíð verið ætlaður til nak­að granskingarráð ”at brúka uppá fá ár.” Og hvaðna minni til Fróð­ skaparsetur Føroya. Í hesum døgum er tað eis­ ini kunngjørt Føroya fólki, at Føroya Fróðskaparsetur skal broyta Landssjúkrahúsið til universitetsjúkrahús og Setrið til universitet á altjóða støði við medicinskum fakul­ teti og øllum hartil hoyr­ andi. Ongar smáligheitir: tvey universitetsjúkrahús til 48000 sálir. Setrið tykist ikki vita, at ríkiskassin rindar helvtina av sjúkrahúsverkinum í Før­ oyum. Niðurstøðan av hesum lesarabrævi má vera: Høgt kall gevur høgt fall – við ella uttan olju. Er nú runnið saman millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin? Poul Michelsen løgtingsmaður fyri Framsókn Sambært tí sum Bárð­ur Niel­sen segði í sjón­varps­tíð­ indunum 8. apríl, er líkt til at runnið er saman mill­um Sambandsflokkin og Fólka­ flokkin um fiski­vinnu­poli­ tikkin eftir 2018. Boðini eru: Bara upp­ sjóvar­vinnan rindar nóg nógv í tilfeingisgjaldi, so skal vinn­an fáa tryggar karmar at virka undir. Tað kann ikki vera rætt, at bara tú rindar nóg nógv, so fært tú tey rættindi, ið tú vilt hava. Hetta líkist ongum. Tað hevur avgerðandi týdning, at gjøld fyri fiskirættindi hava sín uppruna í tí, sum markn­ aðurin - til eina og hvørja tíð - vil gjalda og ikki í tí, sum manglar í landskassanum. Higartil havi vit trúð og vónað, at Sambandsflokkurin vildi nýskipa fiskivinnuna á marknaðartreytaðum grund­ arlagi. Men hetta sampakkar ikki rættiliga við tað, sum Bárður Nielsen nú sigur at Sambandsflokkurin ætlar. Eg skilji útsøgnina hjá Bárði Nielsen soleiðis, at um verandi uppsjóvarflotin bara letur nóg nógv fyri tey rættindi flotin longu hevur, so vilja Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tryggja teimum tryggar karmar at virka undir í framtíðini. Vil tað so siga at: • at tað verður sum Jacob Vestergaard segði á Torra­ døg­unum í Klaksvík : “Fiski­rættindini skulu savn­ast á nøkrum fáum, sterkum hondum” ? • at nøkur fá - meira og minni føroysk - feløg skulu eiga rættin til at kalla alt tilfeingið og at nýggir ak­ tørar ikki sleppa fram at uppsjóvarfiskivinnuni ? • at allur kapitalur – sum ein náttúrlig fylgja av hes­um – verður savnaður hjá nøkrum fáum ? Sambandsflokkin og Fólka­ flokkin hava sum er, einsa­ mallir meiriluta á tingi og kunnu tí gera sum teimum lystir, men hvussu tryggar karmar hesir báðir flokkar einsa­mallir kunnu geva vinn­ uni í framtíðini er nakað heilt annað. Spell var, at tað eydnaðist Fólkaflokkinum at steðga arbeiðinum at finna eina breiða fiskivinnu- politiska semju. Nú er lítið sannlíkt at hetta arbeiði verður upp­ afturtikið og gjørt liðugt. Vit fara ikki at góðtaka at føroyska fiskatilfeingið fram yvir verður ogn hjá nøkrum fáum. Framsókn fer í politiska arbeiði sínum at søkja ein meiriluta á løgtingi, sum vil tryggja, at fleiri sleppa framat høvuðsvinnuni, og at vinnan fer at virka á ein­um marknaðarstýrdum grund­ ar­lagi.