hósdagur 10. apríl 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jógvan við Keldu
fyrrverandi landsstýrismaður
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Jógvan
við Keldu
Kanska ein feril av
»trojanskum hesti«
Hvat er tað, sum ger, at verkfrøð
ingarnir Svend Olufsen og Peter
Bang sita í Struer í Norðurjútlandi
og stovna felagið Bang og Olufsen,
ella Ole Kirk Christiansen, í Billund
í Miðjútlandi, stovnar LEGO, J.
Lauritzen,
skipafelagið
yviri
í
Esbjerg í Vesturjútlandi, fyri at
nevna trý donsk feløg av so mong
um, sum gjørdust heimskend, settu
Danmark á heimskortið og góvu
landinum ruddiliga økt arbeiðspláss
til útflutnings.
Hvussu
við
okkara
egnu,
hvat vilja teir: Jákup Jacobsen
(Dungajákup),
Kristian
Martin
Rasmussen, Eiler Jacobsen, Osmund
Justinussen, Poul Hansen, Hanus
Hansen, Hans og Regin Jacobsen
á Bakkafrost, brøðurnir Hans
Andrias og Gunnbjørn Joensen á
Thor, fyri at nevna onkrar uttan
at fara aftur í søguna, sum skaptu
okkum nýskipanir, útvegaðu Før
oyum milliardavirði til høldar til
útflutnings.
Hesir, sum ígjøgnum upp- og
niðurgongdartíðir gjørdu íløgur,
hava satsað, verið noyddir av og á
“at sigla uppá spring”, halda tørn,
meðan til aðrar tíðir noyddust at
geva út, fyri møguliga at klára at
halda seinasta petti av endanum,
meðan aðrir fingu so harðliga við
ferð, at teir vunnu ikki upp land. -
Søgan vísir, at tíðirnar í Føroyum
hava verið sera ymiskar.
Bara krevja
Hvat er tað sum ger, at talið av
føroyingum økist, sum seta krøv
til nakað, tey ikki vóru við til í
innsatsinum, og hvørji eru tey
so, sum seta krøvini, eru tey ikki
politikarin fyri at fáa meiri til
alment at geva út av til størri al
mennan rakstur, sum longu er ov
høgur, eru tað ikki tey, sum ikki
veruliga liva tætt upp at vinnu
lívinum, sum seta krøvini!
Tá eg hugsi um hesi, fer tankin
um vandamikla “Trojanska hestin”,
sum stóð yvirfyri fólkinum í Troja,
ígjøgnum høvdið, soleiðis kennast
hesi mitt í okkara vinnulívið, sum
útvegar milliardavirðir til fólkið,
til landskassan og kommunur, til
tænastuvinnur o.s.fr. – Her ræður
sera ótiltalandi hugburður móti
vinnulívsfólki, sjófólki og fiska
virkisfólki.
Borgarligi vongurin
er trýstur
Seinastu árini hevur eisini borg
arligi vongurin givið eftir fyri
trýstinum frá fólkinum, og frá
áhaldandi og ágangandi fjølmiðla
trýstinum. Gangi út frá, at føroysku
journalistarnir eru onki undantak
í mun til hini Norðurlondini, sum
greitt liggja vinstrumegin miðj
una.
Vit hava seinastu árini sæð
ófrættakend krøv til vinnuna og
tey, sum arbeiða í fiskivinnuni. –
Spurningurin er bara um “gullhønan
spakuliga verður kvørkrað, so hon
dregur sín seinasta andadrátt”!
Tað eru ídag tríggir tættir, sum
klára seg: alivinnan, langfaraflotin
og uppisjóvarflotin, meðan botn
fiskaflotin, sum eisini gevur hópin
av arbeiði til flaka- og fiskavirkini
gongur illa og klárar ikki sínar
skyldur, og enn minni hevur pening
til at endurnýggja tólini. Hesi
eru tey sum gera, at Føroyar hava
lægsta arbeiðsloysi. Meðan alt hetta
fer fram, sita “klókir” heilar og “geva
ráð” í allar ættir – oftast ómótsagdir
- í okkara fjølmiðlum.
Alt kann fáa bráðliga vend
Søgan hevur víst, at hetta kann alt
venda eftir stuttari løtu, at alt ikki
var so bjart, sum tað sá út. Hvar
er tá konsolideringin og hvar eru
møguleikarnir til endurnýggjan.
Tað óhepna við føroyska sam
felagum er, at hesar krevjandi kreft
irnar, sum bara vilja hava burturav,
økjast og síggja út til at fara at
vinna enntá sambært fíggjar
málaráðharranum
í
borgarliga
landsstýrinum. – Andstøðan ímóti
vinnuni er týðilig og hon fremur
ongan framburð – tvørturímóti.
Peningurin brúkast
aftur í vinnuni
Hendir tað at tey, ið bara krevja,
vinna, eigur peningur, sum verður
tikin inn í tilfeingisgjaldi at verða
brúktur aftur í fiskivinnuni, og
ikki druknast í almenna rakstri
num. Hesin peningur eigur fyrst
og fremst at verða brúktur til
generella menning av fiskivinnuni,
herundir til fiskivinnugransking,
til fiskivinnuroyndir og til verri
tíðir. Spurningurin er bara, nær tær
koma og ikki um tær koma.
Bjarni Arnason grannskoðari frá
Grannskoðanarfelagnum NUMO,
gjørdi eina sera áhugaverda uppgerð
yvir stovnar, sum lutvíst kunnu
setast í samband við fiskivinnuna:
Fiskimálaráðið, Tilbúgving á sjógvi,
Veðurtænastuna, Tyrlutænastuna,
Fiskivinnuráðið, Fiskiveiðieftirlitið,
Vaktarskipið, Havstovuna, Magnus
Heinason,
Fiskivinnuroyndir,
Flutningsstuðul, Avskrivingar til
vaktarskip og havrannsóknarskip.
Allir hesir stovnar tilsaman kosta
152 mió. krónur í 2014.
Fiskivinnan ber longu størsta
partin av hesum bæði í skatta
krónum, innflutningsgjøldum og
avleiddum vinnum, men nú tykist,
sum um tað ikki er nóg mikið.
Einki er at siga til við hesum
háttarlagi, at Føroyar alt meiri verða
at rokna sum vinnuóvinarligar
og lítið hugaligar, at gera íløgur.
Hetta kann tykjast “sum ein feril
av trojanskum hesti” mitt í vinnu
lívinum – hann er sera vandamikil!
Vit hava seinastu árini sæð ófrættakend krøv til fiskivinnuna og tey, sum arbeiða í fiskivinnuni.
Spurningurin er bara, um ”gullhønan spakuliga verður kvørkrað, so hon dregur sín seinasta andardrátt”
Hvørji eru tey, sum seta krøvini til vinnuna, eru tey ikki politikarin fyri at fáa meiri til alment at
geva út av til størri almennan rakstur, sum longu er ov høgur, eru tað ikki tey, sum ikki veruliga liva
tætt upp at vinnulívinum, sum seta krøvini til vinnulívsfólki, sjófólkið og fiskavirkisfólkið?