hósdagur 10. apríl 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Siðsøga
við Óla Jacobsen
Tað var
eitt dráp at
drepa tarv
Í dag er tarvur als ikki til sum partur av neytahaldi. Teir vóru neyðugur fyrr, og tað eru
ikki fáar søgur um ørar tarvar, og at fáa lívið av teimum var ikki bara sum at siga tað
F
estið hjá okkum er 7½ mørk. Vit
høvdu trý mjólkneyt umframt eitt
og tvey ungneyt. Tað vóru nógv
neyt í bygdini fyrst eg minnist, tey
vóru um 20-30.
Eg minnist, tá ið vit fóru at senda mjólk
til Klaksvíkar. Fartur var tríggjar ferðir um
vikuna, mánadag, mikudag og fríggjadag.
Postbáturin var Immanuel. Fyrsti skipari á
honum eg minnist var Hugo Gardar. Seinni
gjørdist tað Fríðrik Heinesen, ættaður úr
Kunoy. Másin sigldi í nógv ár, og nú er tað
Ritan, sum siglir hvønn dag. Umframt tað er
tað tyrlan, har tað bert tekur nakrar minuttir
at koma til Klaksvíkar, so tað er munur á.
Vanliga kálvaðu kýrnar um várið. Tá
ið kúgvin kálvaði bóru tey ketilost til hini
húsini. Í dag eru nógv sum ikki vita hvat
ketilostur. Hetta er fyrsta mjólkin hjá nýkálv
aðari kúgv. Tá hon var kókað, skiltist hon í
kost og mysu. Frá mjólkini fekst eisini róma
stampur. Hetta var alt roknað fyri at vera
góður matur.
Móti vári fóru neytini út, og tey vóru rikin
niðan í hagan og heim aftur um kvøldið. Tá
ið komið var út í mai/juni lógu neytini úti
alla tíðina fram til september. Tá var farið at
ganga til neyta. Tað kundi vera 6 til 8 konu
fólk, sum gingu til neyta. Tær kundu eisini
skiftast um at ganga fyri hvørja aðra.
Kálvar gjørdust kíkar
Tá kálvar blivu flettir, so var eisini borið
ímillum húsini. Tað hendi seg eisini, at kálvar
blivu flettir til kík. Hetta kundi vera nokk
so strævið, tí skinnið skuldi av kálvinum í
heilum líki.
Teir bundu eitt band um hálsin á kálvinum
og flettu so niður eftir. Tað ringasta takið
var at fáa niður um bøgirnar. Tað var nokk
so trongt at fáa hálsin niður um. Her mátti
ansast væl eftir ikki at skera hol á kíkin. Uppi
á hálsinum skuldi spunsl setast á til at pumpa
kíkin upp.
Um heystið var ofta ein kúgv dripin. Tá
flettu øll 4 húsini í býlinginum hjá hvørjum
øðrum.
At síggja eina kúgv verða dripna vildu
øll vera við til. Tær blivu altíð stungnar við
knívi. Eg minnist ikki annað, enn at væl varð
rakt hvørja ferð. Blóðið bleiv brúkt til blóð
pannukøkur.
So var tað flettingin, sum nógv eisini
vildu síggja. Eitt orðatak høvdu teir, tá teir
flettu: »Kemur tú ov nær, so skal tú verða
koyrdur í kokuna«. Teir, sum flettu, fingu
hálsin, mjóryggin, rukkulakkan og garn
mørin í flettingarløn.
Hoyggingarlønin – eitt lamb
Ein partur av bóndaskapinum var hoygg
ingin. Hetta var eisini strævið. Hoyggið
skuldi alt verða turt, og alt varð gjørt við
handamegi. Úr teimum húsum, har tað ikki
var so nógv at hoyggja, blivu genturnar
bidnar at vera hoyggingarkonur. Hoygg
ingarlønin fyri eitt heilt summar var eitt
lamb. Tað ljóðar ikki av nógvum í dag, men
hetta vóru báðir partar nøgdir við.
Gamal siður var, at tá ið tað var liðugt at
sláa, kókaðu tey greyt til nátturða, og hetta
róptu tey sløttuleiðina. Tá alt hoyggið var
komið inn, kókaðu tey eisini greyt, sum var
kallað desasneisin.
Illir tarvar
Ræðsla hevur altíð verið fyri illum tarvum.
Eg minnist serliga ein slíkan tarv, tá ið eg var
16 ára gamal. Neytakonurnar ræddust hann
eisini so illa. So her var einki at gera uttan
at fáa hann oman úr haganum at fáa lívið
av honum.
Teir fingu hann inn í kjallaran, har sum
hann var vanur at standa. So lótu teir hurðina
aftur, men eingin tordi at binda hann.
So tóku teir eina línu gjørdu eina bukt og
hongdu hana fyri hurðina. Teir settu tveir
naglar í báðumegin, so hongdu teir buktina
soleiðis, at hon skuldi sansa at, tá ið hann
kom út aftur.
Gamli Hanus, sum var vanur at passa
tarvin, fór so inn eftir honum. Tarvurin kom
so út og í buktina, men hon fór aftur um
miðjuna á honum. Tarvurin fór so spenandi
omaneftir, men tað var so nógv fólk á end
anum, at hann steðgaði.
Hann vendi so niðan aftur millum royk
stovurnar. Tað var so trongt millum tær, at
tarvurin júst slapp ímillum. So var ein maður
á hvørjum taki við einum mokara. Teir fingu
sligið hann so mikið dygt, at hann lá, og so
fingu teir stungið hann.
Tá fingu teir drigið hann oman eftir at
bløða. Fólk var uppi á hvørjum úthúsi at
hyggja at hesum. Hetta er eitt tað ringasta
eg minnist.
Tað var annars eina ferð mitt í torvtíð,
at pápi var uppi á Brúnum og skar torv. Tá
kom boð um, at tarvurin gekk og leikaði í har
uppi. Eg fór so niðan, pápi sat uppi í Langurð.
Eg fór so upp á gróthúsið, og tarvurin kom
hagar. Eg tók tá ein stein, og blakaði hann
í høvdið á tarvinum, tá rýmdi hann. Illir
tarvar vóru ikki at spæla við.
Alt kom til sættis av seyðinum
Festið hjá okkum hevur 120 seyðir. Tað er
nokk ymiskt, sum tað verður skorið. Men tað
plagar at liggja um 70 til 115, alt eftir sum
seyðurin er fyri.
Meginparturin hevur seinnu tíðina verið
selt á lívi, serliga til Klaksvíkar.
Men fyrst eg minnist varð alt flett. Tað
skuldi alt takast upp.
Skinn vórðu ikki keypt fyrst eg minnist,
men tey komu til nyttu kortini. Skinnini
blivu hongt upp at rota til ullin datt av og
síðan bleiv roðið vaskað og hongt upp at
turka.
Tá tey vóru tornað, blivu tey tikin niður
og løgd saman. Nøkur skinn vórðu turkað við
ullini, og ullin varð seinni tikin av teimum.
Neytakonur í Hattarvík. Maria Petersen, Marianna Hansen hjá Sofus, Anna Olivia Kerlok,
Anna Gretha Petersen, Hansina Hansen hjá Mikkjali, Gigga Hansen í Útistovu,
Matilda Svøðstein, Frida Malena og mamma hennara Petra Gullaksen, mamma Símun
Símun við fleygastongini
Símun Gullaksen: 4. partur