hósdagur 10. apríl 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
So vóru tað góð skinn, sum skuldu nýtast
til roðbuksur. Tey kundu ikki rotast, men
blivu saltað ella løgd í blástein, og seinni
varð ullin rakað av teimum.
Seinni, undan krígnum, fór handilsmað
urin at keypa skinn. Tá blivu tey saltað og
avreidd. Hetta lætti nógv um.
Nakað seinni fór handilsmaðurin eisini
at keypa vil. Vatn varð koyrt gjøgnum tey,
til allur lorturin var farin úr teimum,og so
skuldu tey hespast upp. Hetta gav nokk so
nógv arbeiði. Tað fingust tríggjar krónur
fyri eini vil. Hetta var hildið at vera óført.
Vilini vórðu nýtt til pylsuframleiðslu, men
tað verða tey ikki longur.
So var tað tálgin. Nakað bleiv saltað og so
bleiv nakað lagt til krotur at smelta til fløt.
Summir av garnmørunum blivu saltaðir og
restin lagt inn til netjur til garnatálg. Tað
bleiv skorið niður og so elt. Garnatálgin var
so grúiliga treyst, nógv treystari enn nú.
Mørirnir blivu saltaðir og hongdir upp at
ræsa.
So var tað seyðarhøvdini. Ullin bleiv
skorin av teimum. Tey blivu so greipað sam
an og hongd upp í hjallin. So blivu tey svídd
so hvørt, tey vóru kókað. Tey seinastu vóru
nokk so røst.
Nýrur, sperðlar og hvítanýrur komu eisini
til gagns. Tað bleiv kókað so hvørt tað var
etið. Hetta var koyrt í sperðilin og kókað.
Nýru og sperðil vórðu koyrd upp á ein pinn,
sum tey róptu nýrasneis.
Tað var eisini nokk so nógv av livur. Av
teimum varð gjørd livurpostei, sum smakkaði
væl. Hon varð goymd í tøttum íløtum, og fløt
varð stoytt yvir tað. Tá goymdist tað betri.
Fjøllini
Fjallgongur og hagarøkt tók nógva tíð. Tá
ið hoyggingin var liðug um heystið, kom
fjallið fyri. Tað vóru nógvir fjalldagar bæði í
skurð og klipping. Bara í hvørjum »triðingi«,
sum hagapartarnir vóru nevndir, vóru tveir
fjalldagar til hvønn um heysti. Umframt
var roytingin á vári og fjallgongan yviri í
Skorðum.
Fyrsta fjallið var at fara eftir veðra
gjólingum. Hetta var aftaná tjúgunda, um
hálvan januar.
Ein siður var at hava rættargildi. Hetta
var um heystið eftir, at fólkið var komið
heim aftur. Teir fóru á fjall eftir bestu ærini
í haganum. Tá varð øll bygdin boðin til døg
urða. Hetta var ein høgtíðardagur, og tað
varð dansað um kvøldið.
Jólafjallið var gjarna í jólavikuni. Tá tóku
teir jólaseyð, vanliga eina ær. Tað var nokk
so hugaligt at fara á fjall eftir jólaærini.
Onkuntíð varð pylsa gjørd jólaaftan.
Tað var eisini tann siður, tá ið flett var,
at ganga inn til hvønn annan at fregnast um
vekt og góðsku á fletta seyðinum.
Fyrst eg minnist varð flett í køkinum.
Hann kundi vera nokk so fúlur, tá ið flett
ingin var av, tá var nógv at gera reint. Seinni
varð so flett í kjallaranum.
Tað var nógv baks, tí alt skuldi takast so
væl upp, vembur og vil skuldu eisini vaskast.
Tey vigaðu altíð tálgina, fyrst eg minnist.
Krovið varð ikki vigað, uttan tað var serdeilis
gott. Tað kundi vera onkur geldær, veðrur
ella serliga gott lamb.
Eisini deyðseyður kom til sættis
Á fjallgongu vóru allir deyðseyðirnir tikn
ir upp og flettir. Tá flettu teir oyruni upp í
skinnið, so teir sóu hvaðani teir vóru slekt
aðir. Deyðseyðirnir vóru væl upptiknir. Alt
varð tikið upp og býtt sundur, eisini um tað
var deytt í bráðsótt.
Tann, sum bar deyðseyðin til hús, fekk
fótamørin í finningarløn. So nógv vóru
deyðseyðirnir mettir tá. Teir vóru býttir í
triðingar. Hálsurin og báðir bøgirnir í ein
triðing, síðurnar, háryggurin og høvdið í ein
triðing, so var tjógvið, mjóryggurin og há
rógvan í ein triðing.
Ullin
Ullin hevur altíð komið til sættis. Hon
hevur verið vaskað og hevur verið send til
spinningar. Annars hevur tað eisini verið
vanligt at býta ull um við tógv. Tað gamla
var annars, at rokkur var í hvørjum húsi.
Ullin sum datt í rættina varð tikin upp,
og tað sama var við lesullini. Hetta bleiv alt
vaskað og kom til gagns.
Fuglurin var eitt gott ískoyti
Fugloyggin hevur tvey fuglabjørg Norðberg
og undir Eystfelli, sum í Hattarvík vanliga
verður nevnt Norðuri undir Landi. So var
tað eisini Urðin, sum Hattarvík og Kirkja átti
annað hvørt ár.
Gamalt er, at lomvigan kemur at landi á
pálsmessu um 25. januar. Tá ið tað var komið
út í mai var lomvigin altíð at síggja í berg
inum. Hann verpur frá um 20. mai til 10. juni.
Tá tað er komið út móti 20. mai kann lom
vigin fáast við stong og snaru. Seinast í mai
var byrjað at fleyga av báti á sjónum, og helt
hetta fram til um seinast í juni. So vítt eg veit
eru tað bara fugloyingar ið fleyga lomviga av
báti. Tað mesta menn hava fleygað av báti
ein dag er 500 lomvigar. Á landi hevur tað
verið upp til 800 lomvigar.
Við snaru fekst lomvigi frá 20. mai og
fram til ólavsøku. Síðst í mai flýgur lomvigin
lágt í tyssum eftir sjónum og fram við berg
inum. Út móti jóansøku fara pisurnar at
hvína í berginum, og um hesa tíðina tekur
lomvigin seg upp eftir og flýgur hægri uppi
frá sjónum. Um hálvan august er eingin lom
vigi eftir í berginum.
Tá menn høvdu fleygað, varð fuglurin
førdur heim við báti. Tá komu børnini oman
á støðna. Tá nógv var fleygað tók tað eina
løtu at fáa alt upp á land. Tá fingu menn
drekka oman á støðna. Hetta kom væl við
eftir ein strævnan dag. Og so var at fáa alt
til hús. Var veiðan stór mátti gangast fleiri
ferðir. Tað sat hvørt konufólk og roytti um
sumrini, meðan menninir fleygaðu. Tá ið
heimadagar vóru, kundu menninir hjálpa
til. Fjøðurin kom til sættis og varð seld til
Havnar til Fjøðureinsaríið.
Nógvur fuglur varð sendur til Klaksvíkar
til handilsmenninar at selja. Seinni varð
fuglur eisini sendur til Havnar.
Einaferð fóru vit til Havnar við fugli,
høvdu einar 1.000 við. Ferðin tók hálvan
fjórða tíma hvønn vegin. Vit komu í Vágsbotn.
Tá kom bestýrarin á sjómansheiminum oman
at bjóða okkum niðan til ein drekkamunn.
Hetta kom væl við.
Lomvigin kostaði 23 oyru stykki. Tað kom
fyri, at tað var ókyrt, og tá kundi Immanuel
ikki leggja at í Hattarvík men bert á Kirkju.
Tá mátti fuglurin berast til Kirkju og fáast
umborð har.
Fuglurin, sum var eftir, varð kruvdur og
saltaður í tunnir.
Komandi partur:
Vegna páskirnar kemur komandi
og seinasti partur 14 dagar.
Tá verður millum greitt frá grind.
Sjófleyg í Fugloy. Á postkortinum stendur, at tað var eftir lunda,
men eftir støddini á fuglinum man tað hava verið eftir lomviga
Á veg at fleyga lunda í Fugloy. Á bakinum hevur maðurin ein eggjaleyp
Tær royta. Hansina Hansen, hjá Amaliu, Gigga Hansen í Útistovu,
Maria Petersen á Fløtti, Malan Petersen á Fløtti, Marianna Hansen, hjá Sofus,
Petra Gullaksen, mamma Símun, Solveig Petersen og Frida Malena Gullaksen