Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur upptakt Jóannes Hansen Eftir steðg orsaka av steypa­ kappingini síðsta vikuskifti er umfar í landskappingini aftur á skránni. Sjøtil verður settur á fjórða umfar longu í kvøld, tá ið grannarnir í Gundadali bresta saman. Hinir fýra dystirnir eru settir at vera sunnudagin. Sambært støðutalvuni er talan um innanhýsis upp­gerðir millum seks tey ovastu á talvuni og innan­ hýsis uppgerðir millum tey fýra, sum nú eru á niðastu pláss­unum. Tað er lítið fráliðið, og tað eru 24 umfør eftir at spæla. Í fjør vísti AB, at tað ber til orduiliga at fóta sær, hóast tað í nógvum teimum fyrstu um­førunum ikki gekk nakað serligt. Men ofta hevur tað víst seg at vera tungt hoyggj at draga, tá ið munurin frá teimum við soltnastu úr­ tøkuni og fram til tey bestu tíðliga í kappingini verður ov stórur. At skráin hetta vikuskiftið sær út, sum hon ger, ber við sær, at tað er møguleiki hjá eitt nú AB og serliga Víkingi, sum ikki hevur havt eydnuna við sær, at lyfta seg nærri plássunum, sum hesi feløgini halda, at tey eiga at vera við í kappingini um. Felags fyri AB og Víking er tað, at tey hesa ferð eiga heimavøll ímóti uppflytarunum. Burtursæð frá B36 og Skála so eru øll hini feløg­ini í Effo-deildini fram­vegis við í kappingini um løg­mans­ steyp­ið. Harvið verður tað næstu vikurnar heilt stutt millum týdningarmikar dystir. B36 skal hava nýggja verju Sunnudagin sendi HB grannarnar í B36 úr steypakappingini. HB var frammanfyri 2-0 í 1. hálvleiki, og støðan var 3-0, áðrenn B36 fekk um endan og tvær ferðir minkaði um munin, og síðstu løtuna var tað heilt spennandi. Undan grannauppgerðini í landskappingini er tað greitt, at tað enn eina ferð verður neyðugt at umskipa B36 verjuna. Eli Falkvar Nielsen, sum sunnudagin var undir liðini á Hørði Askham í mið­verjuni, er leikbannaður. Klæmint Matras er skaddur, Karl Martin Danielsen er lang­tíðarskaddur, og Robert Heðin Brockie, sum í fjør var sjálvskrivað val, er burtur­ staddur. Tá ið tað stendur so illa til við fólki, hevði verið upp­lagt at flutt verjukenda mið­vallaran Símun Joensen aftur í miðverjuna, har hann við­hvørt hevur vikarierað, men tað ber heldur ikki til, tí Símun noyddist av vøllinum sunnudagin orsaka av knæskaða, og hann verður ikki tøkur í kvøld. – Vit hava gott mót, og tað kann gott vera, at tað verð­ur ein nýggjur og á hesum støð­ inum óroyndur maður, sum fær møguleikan, og satt at siga stúra vit ikki fyri hes­ um, tí nýggi maðurin hevur í 1. deild víst, at vit skulu rokna við honum, sigur liðformaðurin og hjálpar­ venjarin Jákup á Borg. Hann sipar til 20 ára Anders Eriksen, sum í fyrstu um­ før­unum hevur verið álitið í mið­verjuni hjá liðnum í 12. deild, sum eftir fýra um­før hevur fult stigatal og mál­ munin 18-4. – Hann flutti í B36 í fjør. Anders er stórur og sterkur, hann hevur góða spælfatan, og hann dugir væl at finna saman við liðfeløgunum. So tí kvíga vit ikki so nógv fyri, sigur Jákup á Borg. Hvat ber við sær, at tit rokna við, at tað hesa ferð skal ganga øðrvísi, enn tað gjørdi, tá ið tit sunnudagin taptu 3-2 ímóti HB? – Serliga seinni parturin av 2. hálvleiki. Tá fingu vit rættiliga um endan. Fyrsta stóra tíman vóru vit als ikki so við upp á tað, sum tað er neyðugt at vera, um hugsn­ ingur skal vera um at fáa nakað burturúr so góð­um liði sum HB. Tí skulu vit taka út­ gangsstøði í tí, sum vit vístu síðstu løtuna sunnudagin. Og um nakað skal spyrjast burt­urúr, so er alneyðugt, at vit sleppa undan persónligu mis­tøkunum, ið kostaðu so nógv ímóti HB. HB venjarin Heðin Askham fegnast um, at tað eydnaðist at vinna steypa­ dystin: – Tað var málið, og at tað eydnaðist ber boð um, at úrtøkan ímóti B36 var betri, enn hon oftast hevur verið tey seinnu árini. Sjálvandi ætla teir sær at byggja upp á avrikið síðstu løtuna. Tá ið vit síggja hetta frá okkara síðu, so mugu vit staðfesta, at nógvir av okkara síðstu tíggju minuttirnar, tá ið teir pressaðu, mistu høvdið. Tað vóru fyrst og fremst royndu menninir – Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum – ið lyftu liðið fram ímóti sigrinum. Teir hava verið framúr higartil í ár. Nú ræður um at fáa skil aftur á spælið í borðunum. Serliga síðstu løtuna vóru vit ikki sannførandi í tí partinum. Um tað fæst at rigga aftur, so hava vit gott mót. Sunnudagin var tað steypa­dystur, og í kvøld verður tað lands­kappingar­ dystur. Er tað stórur munur á avbjóðingunum? – Í steypakappingini ræð­ ur um at vinna hvørja ferð. Tað gerst tú ikki í lands­kapp­ ingini. Vit fara eftir sigr­inum, men tað er greitt, at fyri­ treytirnar eru øðrvísi, enn tær vóru sunnudagin, sigur HB venjarin. Skulu finna seg sjálvar Uppflytararnir av Skála bíða framvegis eftir fyrsta stig­ inum. Nú skulu teir royna seg á Argjum. AB legði bragd­liga fyri, men eftir 2- Rás2 til grannauppgerð Rás2 sigur beinleiðis frá granna­ uppgerðini millum B36 og HB, sum verður fríggjakvøldið klokkan 18. Byrjað verður at senda longu klokkan 15. Tá verður Fótbólts­ panelið og upptakt til vikuskiftið á skránni. Eftir tíðindini klokkan 17 verður sett beinleiðis niðan í Gundadali til sjálvan dystin. Fríggjadagin: 15-17: Seinnapartssending við fótbóltspanelinum 17.30: Upptakt B36-HB 18.00: Beinleiðis frásøgn: B36-HB Leygardagin: 13-14: Fótbóltspanelið (E) Sunnudagin: 17.50-19: 3. Hálvleikur: LIÐ TÍÐINDI AB Skaðar: Kári Nielsen (Fibur, 1-2 vikur) Andras Brixen Vágsheyg (Lærkrikin, óvist) B36 Skaddur: Klæmint Matras (Vøddaskaði, 1-2 vikur) Ivasamur: Símun Joensen (knæskaði) Leikbann: Eli Falkvard Nielsen (1 dyst) Ikki við: Robert Heðin Brockie (Burturstaddur, 1-3 mánaðir) B68 Skaðar: Evrard Blé (2 vikur, fibur) Jónleif Højgaard (3-4 vikur, fibur) Ivasamir: Kristian Joensen (koykt fótin) Óli H. Olsen (koykt fótin aftur) EB/Streymur Skaðar: Arnar Dam (Fótskaði, 2-3 mánaðir) HB Skaðar: Teitur M. Gestsson (1-2 vikur, økslin) Símun Samuelsen (Hælsinan, 2 vikur) Gunnar Haraldsen (Lýska, 1-2 vikur) Leigaður: Heðin Stenberg Fríggjadag Kl. 18:00 Dómari: Petur Reinert Sunnudagin Kl. 16:00 Dómari: Rói Jacobsen í B36 og B68 Stórt mannfall Fremstu álopsspælararnir hjá toftamonnum eru burtur, og neyðugt er við nýggjari verju í árstalsfelagnum, sum hevur gott mót undan aðru grannauppgerðini í eina viku