Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 11. apríl 2014 · Nr. 43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 0 sigurin í Serpigerði hevur talan ikki verið um úrtøku á heimavølli ímóti B36 (1-2) og á útivølli ímóti NSÍ (3- 0). Í steypasigrinum ímóti TB síðsta vikuskifti var tað neyðugt við brots­sparks­ kapp­ing, áðrenn AB hevði kvali­fi­serað seg til næsta umfarið. Bill Jacobsen segði í síni eftirmeting, at síðstu løtuna vóru hansara spæl­ arar illa sperdir. Og hetta er tað, sum hann vónar verður betri ímóti Skála: – Skálamenn eru illa sperd­ir, og talan verður iva­ leyst um tætta og tor­føra avbjóðing. Um vit ætla okk­ um longri upp at kappast, so er hetta ein avbjóðing, sum vit mugu fáa fulla úrtøku burturúr. Hvat gera tit fyri at fáa meiri støðugt avrik? – Hetta er lykla­spurning­ urin. Í løtum hava vit higartil spælt væl, og aðrar løtur hava vit púra mist takið. Tað er stórur saknur í Morten Overgaard, miðverjanum, sum seinnu árini hevur verið undangongumaðurin. Tíverri vita vit ikki enn, nær hann verður tøkur aftur. Nógvir spælarar eru ungir, og vit hava nógv nýtt fólk. Eftir at vit vunnu 2-0 í Gøtu, eru tað ivaleyst fleiri, sum rokna meiri við okkum. Tað er neyðugt at vera eyð­ mjúkur í uppgávuni og at arbeiða nógv og hart. Eg ivist ikki í, at evnini eru á liðnum, og at tey fara at koma meiri støðugt til sjóndar, sigur Bill Jacobsen venjari hjá AB. Eliesar Olsen er framvegis venjari á Skála. Úrtøkan eftir trý umfør er 1-10 og 0 stig: – Ein stórur partur av frá­ greiðingini er, at spælar­arnir eru so óroyndir. Pætur Dam Jacobsen hevur spælt umleið eins nógv í bestu deildini sum allir hinir tilsaman. Í fjør vísti liðið fótbóltsligar dygdir. Higartil í ár hevur tað ver­ið torførari. Men vit kníta nevarnar saman og leita aftur til grundarlagið. Vit stríð­ast, og vit rokna avgjørt við, at tað fer at verða betri, sigur Skála venjarin, sum hev­ur allar sínar menn tøkar undan ferðini suður á Argir. Í fjør gekk tað av skriðuni nógvu tey fyrstu umførini hjá AB, áðrenn tað vendi: – Tað var gott dømi um, at tað er neyðugt at venja seg við nýggju umstøðurnar eftir uppflytingina, stað­ festir Eliesar Olsen. Nýggjar avbjóðingar hjá NSÍ Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ. Eftir trý umfør í lands­kappingini eru teir gulu úr Runavík einasta liðið við fullari úrtøku. Mál­ munurin er 9-1, og sunnu­ dagin var úrslitið á Vágseiði 4-0 sigur á FC Suðuroy í steypakappingini. Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin, er sjálvandi væl nøgdur við gongdina higartil. Samstundis vísir hann á, at nú bíðar nýggjur partur og aðrar fyritreytir enn tær, sum higartil hava verið: – Vit hava spælt ímóti upp­flytarunum og ímóti AB, sum í fjør var nýtt lið í deildini. Sjálvandi kunnu vit bara fegnast um, at vit higar­ til hava vunnið fulla úrtøku, og at tað hevur gingið væl við bæði at skjóta mál og verju­partinum. Spælararnir hava vult og heilt hildið seg til tað, ið frammanundan er avrátt, og í Vági bar til at lata onkrar at royndu monn­ unum hvíla eitt sindur. Men vit vita eisini, at nú bíða stórar avbjóðingar á úti­vølli. Vit skulu til Fugla­firðar, í Gundadal ímóti HB og so tvær ferðir til Streymnesar at hitta EB/Streym í lands­ kappingini og steypa­kapp­ ingini. Hvat rokna tit við? – Vit gera okkara besta, og vit vóna sjálvandi altíð, at tað skal eydnast at vinna. Vit vita, at vit fara ikki at vinna allar dystirnar. Saman við spælarunum hava vit sett okkum mál fyri næstu fýra dystunum á útivølli, men eg haldi, at vit fara at halda hetta fyri okkum sjálvar. Hvussu vit ÍF? – Eg sá teir í Gundadali ímóti HB. Teir taptu, men serliga í 2. hálvleiki sá tað gott út, og sunnudagin hoyrdu vit, at Clayton Soares er við at finna netið í mót­ støðu­málinum. Oyggja­upp­ gerð­ir­nar eru altíð undir­ haldandi og spennandi, og í Fugla­firði er torført at spæla ímóti ÍF. Vøllurin er ikki so breiður sum aðra staðni, og ÍF liðið er serliga væl fyri í høvuðs­pælinum, sigur Trygvi Mortensen. Í Fuglafirði fegnast teir um, at Jan Ó. Ellingsgaard aftur er tøkur. Hann er komin heim av flatlondum í páskafrí. Jákup Mikkelsen er so smátt farin av venja aftur. Hann hevur framvegis trupul­leikar við knænum. – Eg fari at spæla aftur, men tað er ikki greitt enn, nær tað verður, sigur vete­ ran­málverjin. Hvussu er liðið sammett við í fjør? – Liðið hjá okkum er gott og kanska betri enn í fjør, tá ið vit vunnu silvur. Tað er kapping um plássini, og spæl­ararnir geva seg fult og heilt í venjingunum, sigur Jákup Mikkelsen. Í Fuglafirði hava bæði Fritleif í Lambanum og Høgni Zachariassen verið á vong­verjanum í vinstru. Í mið­verjuni hevur Poul N. Mikkelsen spælt allar dystir­ nar á tamb, og á fram­rættaðu plássunum bjóðar Ari Ó. Ellingsgaard av í kapp­ing við Nenad Saric og Dánjal á Lakjuni. Ivi um KÍ toppskjúttan Tað gongur striltið fyrstu um­førini hjá EB/Streymi. Soleiðis plagar tað at vera, og soleiðis hevur tað víst seg at verið fyrstu umførini í ár. Skaðar hava darvað, men nú hevur Rúni Nolsøe allar sínar menn tøkar, tá ið sæð verður burtur frá Arnar Dam, sum er langtíðarskaddur. Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen eru báðir komnir fyri seg aftur. Í steypa­dyst­ inum síðsta sunnudag í Gunda­dali vísti Arnbjørn, at mál­tevinum bilar einki. Hjá KÍ er verri statt. Í fjør skoraðu Álvur F. Christian­ sen og Páll A. Klett­skarð flestu málini. Higartil hava teir ikki verið darvaðir og tískil ikki so eyðsýndir sum mál­skjúttar. Soleiðis er tað fram­vegis. Tað verður ikki fyrrenn stutt undan dystar­ byrjan, at tað verður greitt, um Páll verður førur fyri at spæla. Rodrigo vísti mikukvøldið við tveimum málum á næst­ besta liðnum, at hann er førur fyri at spæla. Hann verður við, og tað er ein møgu­leiki fyri, at hann verður millum teir fyrstu ellivu. Stórt mannfall á Toftum Marginalirnir hava higartil ikki verið við Víkingi. Í steypadystinum ímóti Skála eydnaðist tað at vinna 2-0, og sum tíðin leið kundi málmunurin verið uppaftur størri. Í oyggjauppgerðini ímóti fyrrverandi Víkinga venjar­anum, Jógvan Martin Olsen, og B68 í Serpugerði er heimaliðið at rokna sum greiður favorittur. Á Toftum er mannfall, sum rakar meint. Málverjin, Kristian Joensen, og bestu álopsessini Jonleif Højgaard og Óli Højgaard Olsen eru ikki tøkir, og Evrard Blé, sum saman við Jann Inga Petersen varð roknaður at vera royna álitið á mið­ vøllinum, er framvegis skaddur. Ragnar Lindholm er av­ loysari millum stólparnar. Øssur Hansen og Jógvan Martin Olsen verða noyddir at fremja fleiri broytingar, tá lyklaspælarar eru burturfrá. Tí ræður um at brynja seg við góðum hugburði og sjálvsálitinum, sum óroyndu toftamenninir í løtum – men ikki altíð – hava víst higartil í ár. fótbóltur VIT TIPPA André Olsen tippar... Næsta umfar tippar Teitur Joensen 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa skiftivís um umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 3 3 0 0 9 1 +8 9 2 HB 3 2 1 0 6 2 +4 7 3 B36 3 2 1 0 6 3 +3 7 4 KÍ 3 2 0 1 4 3 +1 6 5 EB/Streymur 3 1 2 0 5 2 +3 5 6 ÍF 3 1 0 2 5 6 -1 3 7 AB 3 1 0 2 3 5 -2 3 8 Víkingur 3 0 1 2 2 5 -3 1 9 B68 3 0 1 2 1 5 -4 1 10 Skála 3 0 0 3 1 10 -9 0 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 ÍF Ivasamur: Jákup Mikkelsen (Knæskadi) Við aftur: Jan Ellingsgaard (Komin heim í páskaferiu) KÍ Ivasamir: Páll Klettskarð (Fóturin) Heðin Klakstein (Baklær) Við: Rodrigo Silva (Arbeiðisloyvið komið upp á pláss) NSÍ Skaðar: Jústinus R. Hansen (3-4 vikur, ikki vant við bólti enn eftir skurðviðgerð) Skála Við: Mark Ryutin (Arbeiðisloyvið komið upp á pláss) Víkingur Skaddur: Dánial Pauli Lervig (2 vikur, keiking) Við aftur: Hans Jørgen Djurhuus (leikbann liðugt) Sunnudagin Kl. 16:00 Dómari: Dagfinn Forná Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Ransin Djurhuus Sunnudagin Kl. 16:00 Dómari: Eiler Rasmussen Slagið um Havnina