Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 til sín sjálvs g skilti tað ikki í byrjanini. Men tað var altíð tað, tað handl­aði um. – Hvat var tað?, spyrji eg. Hon hyggur fram fyri seg, og hugsar longi, áðrenn hon svarar. – Tað ósagda. Alt sum var millum linjur­nar. Ikki at siga for nógv, at siga tað rætta, men eg visti ongantíð, hvat tað rætta var. Eg hittti leikstjóran Katrina Ottarsdóttir stutt eftir, at upp­tøkurnar til nýggja filmin LUDO vóru lidnar í august í fjør. Tað hevði gingið væl, og hon gleddi seg til at fara í gongd við arbeiðið at seta filmin saman. Upprunaliga skuldi filmurin vera ein stuttfilmur, men har var so nógv gott tilfar, at hon og maðurin, Hugin Eide, av­gjørdu at gera ein langfilm. Hugin og Katrin hava verið gift í 26 ár, og Hugin hevur síðani byrjan verið við í fram­ leiðsluni av filmunum hjá Katrini. LUDO er nú liðugt kliptur og fær vantandi frumsýning í Føroyum í mai/juni, um tey megna at fíggja tann seinasta partin av framleiðsluni. Tað eru sostatt 15 ár síðani, at ein langfilmur er framleiddur í Føroyum, og Katrin Ottarsdóttir kann ikki sigast annað enn at vera ein rættur pionerur innan films­listina herheima. Hon er fyrsti føroyingur, sum tók útbúgving í leikstjórn á danska filmsskúlanum í Keyp­mannahavn, har hon m.a. gekk í flokki saman við Lars von Trier. Fyrsti spælifilmur hennara var Atlantic Rhapsody frá 1989, og seinasti var Bye Bye Blue Bird frá 1999. Harumframt hevur hon eisini gjørt tríggjar dokumentarfilmar um listafólkini Jóanes Nielsen, Tórodd Poulsen og Hans Paula Olsen. Í 2012 gav hon út eitt sera persónligt yrkingasavn »Eru koparrør í himmiríki«, sum hon fekk M.A. Jacobsen virðislønina fyri í fjør. Í savninum er eisini ein yrking sum eitur LUDO, har eitt brot ljóðar soleiðis: …»barnið stendur bara har, hyggur, heldur ondini, sleppur álíkavæl upp í klemmið í nátt, vil, vil ikki spæla spælið longur«. Brúkar sítt egna tilfar Vit eru farnar ein túr í plantasjuni, sum liggur stutt frá barndómsheiminum. Eg spyrji, um yrkingin LUDO er byrj­anin til hugskotið til filmin. Ikki bara, sigur hon, men tað var útfrá yrkingini, at eg byrjaði at skriva víð­ari til tað sum í dag er filmshandritið. – Tað sum er hent hjá mær er, at eg nú endiliga tori at seta orð á tað, sum mann kallar høvuðsstólin. Tað til­farið, sum eitthvørt listafólk hevur eitt ella annað stað. Eg havi bara ikki kunnað verið í kontakt við tað. Eg havi fingið mær renningarlop nakrar ferðir, tikið pikkalítil smá ting við í tað eg havi gjørt, men ikki fyrrenn nú havi eg ordiliga kastað meg útí tað. At brúka tað. Tað er jú ikki nakað, sum er serstakt fyri meg. Ingmar Bergman hevur brúkt sítt, somuleiðis Lars Noren. Woody Allen brúkar sínar neurosur upp á sín máta, og arbeiðir útfrá tí. Tað er næstan eitt grundvilkor hjá lista­fólki at arbeiða við. Onnur hava kanska havt lætt­ ari atgongd til tað. Eg havi ikki kunnað brúkt tað fyrr­enn nú, í mínum høga aldri. Eg spyrji, hví hon torir at brúka tað nú, og hon svarar, at tað er tí, at nú er ongin eftir, sum kann fáa ilt av tí. Ein partur av tí er eisini, at hon vildi verja fólkini, nú fær hon andað betur enn fyrr. Nú livir ongin av teimum, sum kann taka skaða av tí, sum eg geri, staðfestir hon, og leggur afturat, at henni nýtist ikki longur at vera bangin um, at hon hevur oyðilagt lívið hjá øðrum við at koma alment fram við søguni. Hon fegnast um, at hon fór í holt við at skriva yrkingasavnið og at gera filmin. Temaið í filminum er tað sama sum í savninum, samanspælið millum smágentuna, mammuna og pápan. Hann, hon og barnið. Í mun til annað. Katrin hevur gjørt, heldur hon, at nú er hon komin heim til sín sjálvs. E Nýggjasti filmurin LUDO hjá leikstjóranum Katrini Ottarsdóttir tekur evni upp úr uppvøkstrinum og minnum úr barndómsheiminum í Havn. Fyri fyrstu ferð tosar hon alment um, hvussu tað var at vaksa upp sum smágenta í einum heimi merkt av tøgn og sálarsjúku Samrøða við Katrini Ottarsdóttir, leikstjóri Ingun í Skrivarastovu At koma heim