Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 – Man kann kanska siga, at tað eg havi gjørt higartil hevur verið eitt sindur tilvildarligt. T.d Atlantic Rhapsody, hann var kreeraður í vildensky, tí eg hoyrdi, at tað skuldi vera ein filmstevna í Føroyum. Eg hugsaði, fanans tíð, filmsstevna við fult av útlendingum, sum brúka Føroyar sum kullissu, og ikki ein einasti før­ oyskur filmur. Tað skuldi bara henda skjótt, vit høvdu so lítla tíð. Men Bye Bye Blue Bird var tað fyrsta stigið at nærkast mínum egna tilfari, sjálvt um søgan har slett ikki er mín egna søga. Vit koma inn á, hvussu tað var at skriva sjálvt yrkinga­savnið, um lítla barnið, sum sær og hoyrir alt sum gongur fyri seg millum foreldrini, og har barnið er tann, sum í stóran mun tekur alla ábyrgd á seg. – Eg veit, at onnur kanska halda, at tað má hava verið ein hørð prosess hjá mær. Men eg havi verið so nógv í øllum hasum har, og viðgjørt tað so nógv psyko­ logiskt og alt møguligt, so tað var eitt befríilsi bara at gera tað. Onki, onki við at hava tað ringt, meðani tað varð skrivað. Eg havi so ofta fyrr roynt at skrivað hetta, har tað ikki riggaði. Katrin greiður frá, at tá Bye Bye Blue Bird var lið­ ugur, skrivaði hon eitt langt handrit við sama evni, men tá skrivaði hon seg niður í eina svarta spiral, sum var ring at koma uppúr aftur. Eg spyrji nærri, hví tað var so torført at skriva hetta tá. Kann tað kanska vera, tí hon upplivdi hetta í heim­ inum sum barn?. Eg merki á henni, at hetta er torført at tosa um, hon vil helst ikki koma ov tætt inn á tað. Men so sigur hon: – Barn og barn, tað heldur jú ikki uppat, sjálvt um tú ert vaksin. Tað hevur verið har allatíðina, tað at hava nærkontakt við fólk við ringum nervum. Hon drálar og sigur, at hetta hevur verið eitt lívsvilkor hjá henni. Bara 17 ára gomul gerst Katrin við barn, og tá dóttirin Hildigunn var hálvtannað ára gomul, fluttu tær báðar til Danmarkar. Hon sigur, at hon flutti burtur, tí tað var neyðugt fyri at yvirliva sum menniskja, og ikki drukna heilt í sjúkuni heima. Hon heldur, at ein orsøk til, at hon enn fæst við at gera film, hóast alla mótgongdina er, at hon hevur upplivað kaosið í barnaheiminum, og tí hevur eina góða barlast. Tað hevur gjørt hana treiska, og hon dugir at arbeiða, hóast mótgongdina, sum er eitt grundvilkor innan hesa vinnu. Nú kennir hon seg fit for fight, sum hon sigur, og er ikki longur bangin fyri at brúka hetta grundtilfarið. At hon nú torir hetta, heldur hon verða eina stóra styrki í tí skapandi arbeiðnum. Aldrin at siga tað rætta Katrin metir, at sjálvt um fimurin tekur støði í sjálv­ bio­graf­iskum evnum, so er filmurin nakað øðrvísi. Men saman­umtikið handlar tað um, hvussu smágentan og pápin alla tíðina noyðast at lodda dýpið, tí mamman er so nervaveik. Eg komi inn upp á tøgnina, sum ráddi heima við hús, og ta altdominerandi mammuna. – Tað handlaði allatíðina um at rokna út, hvat var rætt at siga, og aldrin raka rætt, tí óansæð hvat man sigur, so er tað skeivt, og ikki nóg gott. Hetta er galdandi bæði fyri pápan og barnið. Tað skal onki til, so hava tey gjørt tað skeivt. Tað endar av hundanum til, tí tey siga tey skeivu tingini. So tað handlar eisini um tøgnina, sigur hon, og suffar hjartaliga, og heldur so fram. – Man kann aldrin rokna út, hvar man skal hyggja, hvar man ikki skal hyggja, um man skal koma við einum ljóði ella ikki. Altíð at vita, at um hin vaksni sigur okkurt skeivt, so endar galið. Við hvørt endar alt galið, tí gentan hevur hugt for nógv upp á pápan, og merkiliga upp á mamm­una. Tú mást alla tíðina royna at lodda stemn­ingin, og tað ger at tú fært yvirdimensioneraðar radarar. Hetta, at man aldrin í lívinum kann vera sikkur upp á, hvat fer at henda. Mamma Katrina var sálarliga sjúk, og dóttirin metir, at mamman fekk ikki ta hjálp, sum hon hevði brúk fyri. Mamma hennara var ein vøkur og stolt kvinna, fanga í 50ara idealinum av tí perfektu húsmóðurini við teimum yvirhonds stóru krøvunum. Hon hevur nokk ikki havt hatta í sær, heldur Katrin, og tí kendi hon tað, sum at hon onki dugdi. – Um henda familjan hevði livað í dag, so hevði eg nokk verið fjernað. Eg eri uppvaksin við at læknar komu mitt um náttina at geva henni sproytur fyri migrenu, tí tað hevði hon eisini. Hon kendi nógvar læknar, men har var ongin verulig hjálp hjá henna at fáa. Men kanska var hon eisini torfør at hjálpa, eg veit ikki. Hvussu hevur hetta merkt teg seinni í lívinum?, spyrji eg, og hon er skjót at svara. – Tað er hetta, at man allatíðina er »on«. Eg merki beinanveg stemningin, tá eg komi inn í eitt rúm, at har kanska er onkur, sum ikki hevur tað gott. Ella øvugt, at onkur er, sum ikki dámar, at eg eisini eri har. Av tí sama eri og oftani ræðuliga móð, tá eg eri saman við nógv­ um fólkum, tí man kann ikki bara vera. Summar tíðir klári eg betur at líva við tí, aðrar tíðir verri. Og so hesin yvir­vaksni sjálvkritikkurin, og altíð at vera órólig, tað hevur eisini gingið hart útyvir sjálvsvirðið. Men eg sleppi aldrin av við hetta. – Men tað, at eg kann brúka tað til yrkingarnar og filmin, ger at man ikki blívur heilt til frens, ha? Sigur hon og hyggur upp á meg við einum stórum smíli. Tað at umseta ein so persónligan tekst um tøgnina til filmsmál er ein djørv uppgáva at taka á seg. Tað krevur eisini treiskleika at halda á, og venda egnum veik­leikum til styrki. Sjálv sigur Katrin, at hon hevur blakað seg útí hetta, og at hon vónar, at tað eydnast. Men tað er altíð tað, sum er vandin, sigur hon at enda og flennir hjartaliga.