Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 6 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 Bókmentir Ummæli Fjaldur arvur eramikarin Edmund de Waal býr í London. Í 1994 arvar hann 264 evarska smáar japanskar prýðislutir frá ommu­beiggja sínum. Lutirnir eru figurar úr fínum viði ella fílabeini, t.d. ein úlvur, ein genta, ein gamal maður við stavi ella ein hara. Á japanskum verða lut­ir­nir nevndir netsukur. Upprunaliga vóru netsukur brúkslutir. Fólk í japansku yvirstættini gingu vanliga í kimono, og tey høvdu tí ongar lummar. Skuldu tey hava okkurt við sær, máttu tey festa tað í bandið, sum tey høvdu um miðjuna. Netsukur vóru upprunaliga slík festi, men tað var ein serlig listagrein at gera net­sukur. Netsukur vóru brúkslist av ser­liga fínum slag. Um aldaskiftið 1900 høvdu fólk í Evropa fingið áhuga fyri japanskari mentan og list, og netsukur vóru væl­umtóktar, serliga í Fraklandi. Á fronskum nevndu tey hesa sveimanina fyri japanskum »japonisme«. Netsukur stóðu í glas­skápum hjá mongum kønum lista­savnarum, og ein av hesum var langabba­beiggi Edmund de Waal, tann kendi Charles Ephrussi, ein av fyri­ myndunum til per­sónin Charles Swann í skald­søgu­røðini »Á slóðini eftir burtur­ mistu tíðini« (1913-22) eftir franska rit­ høvundin Marcel Proust. Charles Ephrussi var virkin í lista­ umhvørvinum í Paris, hann ritstjórnaði tíðarritinum »Gazette des beaux-arts«, var væl við rithøvundar og listafólk, og fleiri av málningum, sum hann keypti, hanga í dag á listasøvnum í Evropa. Men ættarsøgan hjá Edmund de Waal byrjar í jødiska umhvørvinum í Odessa við Svarta­havið miðskeiðis í 19. øld. At taka í heimin Edmund de Waal er sum keramikari van­ur at arbeiða við hondunum, og fyri hann eru netsukurnar tølandi at sita við, tær geva honum eina góða kenslu av tættleika. Fleiri ferðir ger hann vart við, at vit eiga uppliva lutir kring okkum við hond­unum, ikki bara við eygunum. Edmund de Waal vil nerta við lutir, og á slíkan hátt vil hann eisini siga sína søga, t.v.s. hann vil ganga úti á torgum og gøtum, fara inn í bygningar, taka í gamlar lutir o.s.fr. Ein slóð í Evropa Netsukurnar verða byrjanin til eina ferð aftur í tíð. Við netsukunum eltir Edmund de Waal eina slóð í evropeiskari søgu, tí hóast hann frá abbanum hevur fingið hollendskt eftir­navn, hoyrir hann til víðagitnu og ríku, jødisku Ephrussi-ættina, sum undan seinna kríggi átti bank­ar í øllum Evropa. Glæsiligir bygn­ingar, sum fólk í ættini lótu byggja, standa í evropeiskum stórbýum í dag, og Edmund de Waal ferðast úr einum býi í ann­ an fyri at siga søguna um sína ætt. Vit lesarar fylgja honum úr Odessa til Wien, til Paris, til Berlin, til Tokyo, til London o.s.fr. Netsukurnar eru tráðurin í søguni, men tær eru við hvørt bara eitt slag av distraktión, tí tær lata upp fyri hugtakandi søgum um eina ríka og mátt­ mikla jødiska ætt, sum brádliga misti alt, og Edmund de Waal steðgar á við áhugaverdar per­ sónar, hendingar, bygn­ingar, gøtur og listaverk. Endur­ minningar­nar verða til eina per­ són­liga søgu um list, politikk og anti­semitismu í Evropa. »Hara við ravgulum eygum« er tí ikki ein vanlig bók við endur­minningum. Bókin er endur­minn­ ingar, skaldsøga og essay í einum. Undir endurminningunum lúra ræðuligu hendingarnar, sum raktu Ephrussi- ættina – og aðrar jødar – undir seinna kríggi. Men bókin er ikki ein bók um jødatýningina – ikki beinleiðis í hvussu er. »Hara við ravgulum eygum« er fyrst og fremst ein søga um, at tað, sum vit arva frá okkara forfedrum, ikki eru lutir, men øll tann søgan, sum hongur uppi við lutunum. Okkara veruligi arvur er fjaldur. Týðingin Annfinnur í Skála er málkønur, og hann hevur avgjørdar meiningar um føroyskt mál. Tað sæst í týðingini. Enska heitið á bókini er »The Hare With Amber Eyes«, t.v.s. navnorðið »hara« er bundið, men Annfinnur í Skála ger tað óbundið: »Hara við ravgulum eygum«. Mest sannlíkt hevur Annfinnur í Skála valt óbundið navnorð fyri at gera heitið lættari og snøggari, men vit hava nógv søguheiti á føroyskum við bundnum navnorðum, t.d. hjá Jakob Jakobsen: »Trøllið við Sjógv” og “Seyðamaðurin á Sondum« ella í gomlu týðingunum hjá Jákupi Dahl av søgu­num eftir Esop, t.d. »Hin øvundsjúki hundur­in og oksin«. Tað hevði borið til at latið navnorðið verið bundið. Eitt eyðkenni í týðingini er, at Annfinnur í Skála vil sleppa undan at brúka óbundin kenni­orð, t.v.s. »ein« og »eitt«. Heldur enn at skriva um ein persón, at viðkomandi »búði í einari lítlari íbúð í einum bústaðar­bygningi«, skrivar hann, at við­komandi »búði í lítlari íbúð í bústaðar­bygningi«. At tað ikki eru óbundin kenniorð (ella nógv færri enn vanligt) bendir á fornt norrønt mál, og tað kann við hvørt sita væl. Tey, sum minnast orðabókarsendingarnar hjá Jóhan Hendriki Winther Poulsen, kenna orðalagið aftur. Hann segði t.d. »Hvalbingur skrivar« ella »Lurtari á Skála ber upp á mál« og ikki “Ein hval­ bingur skrivar« ella »Ein lurtari á Skála ber upp á mál«. Men verða óbundnu kenni­orðini slept í ov stóran mun, kann málið gerast merkiliga hátíðarligt, og tað kann ganga út yvir greidleikan og festi í einum setningi. Í týðingini hjá Annfinni í Skála kemur tað fyri við hvørt, t.d. »savnið er umbygdur garður í útryðjubýlingi« ella »ígjøgnum dyr leiddi steinsetingin til linoliumlagda gong«. Men týðingin er góð. Setningarnir eru sum heild greiðir og sita væl. Edmund de Waal leitar aftur á slóðina, men hann er ikki nostalgiskur og ikki kensluborin, held­ur er hann stundum speiskur, fyri tað mesta sakligur og forvitin, og tað hevur eydnast Annfinni í Skála væl at fáa hetta fram í týðingini. Ein serlig avbjóðing má tað hava verið at týtt partarnar um list, tí nógv av orðunum eru ikki vanlig í før­oyskum. Einstøk mistøk Tíverri tykist forlagið ikki at hava kannað týðingina gjølla, tí fleiri smá mistøk eru í tekst­ inum, t.d. stendur ovast á bls. 14 Rodin (franskur listamaður), tað skal vera Ruskin (enskur rithøvundur og kritikari). Á bls. 115 stendur, at »Á slóðini eftir burturmistu tíðini« kom út í 12 bindum, tað rætta er 7 bindum. Men tað órógvar ikki lesingina. Søgan hugtekur og krøkir lesaran. Annfinnur í Skála hevur við nærlagni týtt eitt stór­verk. Tað er somuleiðis frálíkt, at forlagið hevur lagt seg eftir at fáa myndirnar í bókini endur­givnir (tó í so smáar), so lesarin kann sita og fylgja við á kortum ella hyggja at myndum frá Odessa, Wien ella Paris. Hvør einasti bygningur, hattur ella kjóli sigur eina søgu, og Edmund de Waal hevur eyga fyri øllum smálutum. Mistu alt Undir krígnum misti Ephrussi-ættin alla sína ogn. Fleiri í ættini doyðu í týningar­legum, onnur flýddu til USA. Ein tænastugenta í Wien goymdi netsukur­ nar í einari madrassu, og við teimum í hondini kundi eftirkomarin, Edmund de Waal, siga søguna um ættina. »Hara við ravgulum eygum« kom út í 2010, og fleiri nevndu tá Edmund de Waal ársins nýggja høvund. Sjálvur visti hann ógvuliga lítið um sína ætt framman­undan, og tað er hugtakandi at lesa, hvussu pápin livnar upp av áhuganum hjá soninum og fer at leita eftir gomlum myndum, brøvum og bókum. Per­són­liga søgan og almenna søgan verða tengdar saman. Nú bókin er týdd til føroyskt, er hon komin út á 29 málum. K Bergur Djurhuus Hansen Ein søga um kríggj og frið, ættarbond og arvalutir. Annfinnur í Skála hevur týtt vælumtóktu endurminningarnar hjá Edmund De Waal »Hara við ravgulum eygum« Edmund de Waal: Hara við ravgulum eygum – Fjaldur arvur Upprunaheiti: The Hare with Amber Eyes – A Hidden Inheritance Annfinnur í Skála týddi, 415 bls. Sprotin 2014