hósdagur 10. apríl 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 11. apríl 2014
að er sunnudagur. Hetta er
ikki ein vanligur sunnudagur.
Veðrið er óvanliga gott, og
klokkan er flutt ein tíma fram.
Og tá gongur mestsum alt bara
av sær sjálvum. Eg eri á veg at
gera eina samrøðu við unga rithøvundin
og tónleikaran, Trygva Danielsen. Trygvi
fekk 15. januar heiðurslønina fyri ungt
listafólk fyri rithøvundavirkið sítt. Hann
hevur givið út eitt savn við blendings
skaldskapi. Í savninum er eisini ein fløga
við bólki hansara, Tha Absent Silver King.
Soleiðis eitur bókin eisini.
Eg seti meg í bilin. Havi gloymt sólbrill
urnar eftir inni, so eg má krympa eyguni
saman, tí hetta heldur sjáldsama likamið
á luftini blendar meg, meðan eg koyri.
Eg tendri útvarpið, og úr hátalarunum
hoyrist mín góði lærari, Árni Dahl, greiða
frá á tryggum føroyskum, um tá ið hann
slapp inn á læraraskúlan fyri 48 árum
síðani. Í 1966.
Eg seti bilin niðri í Vágsbotni og gangi
niðan móti Klokkarastovu, har Trygvi býr
fyribils. Seinni fái eg at vita, at hann skal
flyta út sama kvøld. Sjálvur búði eg í mið
hæddini í Klokkarastovu einaferð tíðliga í
90 árunum, so eg kenni húsini. Eg var tá
um sama aldur, sum Trygvi er nú.
Eg smúgvi mær inn millum skotið
millum Klokkarastovu og klettagrundina
undir Tummasarstovu. Har hanga nakrar
svartar taskur í ymsum støddum og prýða
grøna klettaveggin. Tá ið eg taki í hurðina
møtir mær tann undurfullasti sigarett
deymur. Fyri ein fyrrverandi stórroykjara
er lukturin frá eini sigarett altíð góður.
Trygvi kemur ímóti mær í gongini. Tekur
fast í hondina á mær og umber seg við, at
hann sær rotin út og hevur timburmenn.
Eg seti meg – inniliga fyrigevandi - niður
á eina gamla, brúnstríputa tveymanssofu
og knappi telduna upp. Tá ið eg eri klárur, hevur Trygvi
gjørt mær ein kopp við pulvurkaffi. ”Tess verri kaffi er,
tess betur smakkar tað. Alt ringt er gott,” sigur hann
og setur seg niður, meðan hann staðiliga sigur mær,
hvussu illa honum dámar samrøður av hesum slagi.
Á borðinum, sum er ein grøn kista, liggja øskuspor,
ein plastfløska við onkrari vætu í, eitt leika, runt við
tannhjólum innií, kaffikoppar, ein Prince Light, á
pakkanum stendur: Royking skaðir barnið í móðurlívi.
Veggirnir eru prýddir við plátuhúsum frá ymiskum
tónleikarum úr ymiskum tíðarskeiðum. Í horninum
standa ein didgeridoo og ein Fender bassur. Við ein
veggin er ein stór hill við plátum og plátuspælara.
Ungdómsins slóðir hanga tjúkkar í luftini. Á stóra
borðinum standa tveir tómir pakkar av Coko Pops,
krúss og ein telda hjá Trygva.
Eg hevði skrivað mær niður nakrar spurningar, og
var nú klárur at skriva niður svarini.
OMR: Hví skrivar tú tekstir?
TD: Eg veit ikki. Eg haldi ikki, at eg havi
nakað val. Man kann fara langt inn í
handa spurningin. Kanska tí, at eg royni
at gera heimin til eitt ríkari stað.
(TD flennir speiskliga niður í lógvan við
sigarettini millum fingrarnar.)
OMR: Hatta er banalt, ha?
TD: Er ikki alt banalt.
OMR: Er nøkur søga hjá tær, sum ger
heimin til eitt ríkari stað?
TD: Nei, men onkur hevur sagt, at tey
hava fingið okkurt burtur úr søgunum.
Tað hjálpir.
OMR: Skrivar tú fyri teg sjálvan ella fyri
onnur?
TD: Eg haldi, at eg skrivi, tí at tað er stutt
ligt, og eg tími at vera til, tá ið eg sleppi
at fáast við søgur … tað er nakað eg havi
áhuga fyri og eg vil gera søgurnar betri,
og tann tilgongdin ger mítt lív ríkari. Gera
mínar søgur lívið hjá øðrum ríkari, so er
tað fínt, men tað finnast ongi garanti fyri
tí.
OMR: Hví gerast summi rithøvundar?
(TD reisir seg upp og setur onkran tónleik
frá, sum kundi verið tikin úr einum filmi
eftir Quentin Tarantino.)
TD: Eg veit ikki … altso tað eru helst fleiri
ting, sum gera tað. Millum annað: fólk sum
tú møtir á tíni lívsleið, og tey, sum bara
eru har, so sum familja. Eg haldi, at alt er
eitt sindur tilvildariligt. Hvat heldur tú?
OMR: Eg havi fingið ein møguleika at siga okkurt sum
longu er sagt fyrr, bara á ein annan hátt.
TD: Er ikki alt sagt fyrr.
OMR: Jú, men onkuntíð sigur tú okkurt í eini søgu ella
eini yrking, sum er sagt fyrr. Tú sigur tað bara á ein hátt,
sum ongin hevur sagt tað fyrr.
(TD tekur eina sigarett úr pakkanum og festir sær í.)
eg geri tað
sum gevur mær
eld í búkin
T
Oddfríður Marni Rasmussen
Viðtal við Trygva Danielsen