hósdagur 10. apríl 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 11. apríl 2014
TD: Eg havi onki við moral
ella politikk at gera í mín
um søgum, soleiðis er veru
leikin ikki.
OMR: Ein partur av til
veruni
er
moralur
og
politikkur, men ofta eru tey
ikki áhugaverd fyri søgur
nar.
(TD guvar sigarettina og ruspar hárið.)
TD: Endamálið hjá mær er ikki at moralisera, men at
vísa á eina søgu og á persónarnar í søguni, og hvat teir
fara ígjøgnum. At vísa á ta broyting, sum ger at menn
iskju ikki altíð eru tey somu.
OMR: Hvussu gert tú persónarnar?
(TD reisir seg upp og setur Tom Waits á.)
TD: Man fær eitt hugskot til eina søgu, og lærir
persónarnar at kenna, og hvussu persónarnir hugsa.
Mær dámar væl, at persónarnir fara ígjøgnum okkurt og
at fylgja teimum allan vegin. Persónarnir verða settir
saman av øllum møguligum, sum eg upplivi. Persónar
nir verða millum annað gjørdir úr ymiskum persónlig
heitum. Okkurt í persónunum er íspunnið – ymiskt, sum
eg taki úr bókum ella filmum. Tað eru eisini persónar,
sum eg onkursvegna kenni.
OMR: Hevur rithøvundurin altíð verið í tær?
TD: Eg lærdi tíðliga at lesa. Eg dugdi at lesa, áðrenn eg
fór í skúla. Dugdi enskt, áðrenn eg fór í skúla. Spældi
nógv Playstation. Eg minnist, at eg ofta gekk og mól um
kvøldarnar og hugdi upp í himmalin. Eg hevði tankar
um alt, sum eg undraðist á, og so skrivaði eg tað niður.
Mær hevur altíð dámt væl orð. Serliga á einum pappíri.
Mær hevur altíð dámt væl at smakka orðini og lukta
tey. At funnið fram til hvørja rútmu tey hava. Málið er
eisini eitt slag av tónleiki. Men eg haldi eisini, at orðini
á pappírinum larma illa. Á filmi kann tú arbeiða við
tøgn. Tað kann tú ikki á sama hátt við bókum. Orðini
fylla allar síðurnar og larma.
OMR: Hvaðani koma søgurnar?
TD: Í bókini hjá mær? Tann fyrsta søgan í bókini. Hana
hevði eg í tonkunum leingi. Eg hugsaði um, at sjónar
hornið skuldi verða hjá einum fostri í móðurlívinum.
Soleiðis kom evnið til søguna fram, og so var bara at
fylla søguna út. Søgurnar hjá mær eru ikki bundnar at
ávísum støðum ella einum ávísum tíðarskeiði. Støðini
og tíðin eru fiktiv. So, ja, søgurnar koma frá einum
lítlum hugskoti, og øll sum fáa slík hugskot, vita, hvat
eg meini við – tað eru smáar opinberingar, sum eru
verdar at hugsa meir um, sum gera eina søgu.
OMR: Hvat er ein góð stuttsøga?
TD: Eg haldi tað er, tá ið hon ger okkurt við teg. Hon
spælir við høvdið á tær, og setir seg fasta í teg og lærir
teg okkurt um teg sjálvan og heimin, tú ert partur av.
Tað er tí, at fólkum dámar søgur, haldi eg. Tey síggja
seg í persónunum og læra eitt sindur betur at vera til.
OMR: Men allar søgur eru ikki góðar?
(TD hyggur av vana niður í kaffikrússið. Tað er tómt. TD
sløkkir sigarettina.)
TD: Eg veit ikki! Summi halda, at ein søga skal hava
eina sloyfu á endanum og alt er lukkað, meðan onnur
vilja fegin hava ein opnan enda á søgunum, so at tey
kunnu ganga og hugsa um hana í langa tíð. Summum
dámar endan í 2001 (2001: A Space Odyssey, er ein
filmur frá 1968 eftir Stanley Kubrick, red.) meðan onnur
vita ikki, hvussu tey skulu skilja slíkar endar.
OMR: Hvat er ein góð yrking?
(TD reisir seg upp. Býður mær ein kopp av kaffi afturat.
Eg orki ikki meir kaffi. Hann leggur nú eina plátu við
Billie Holiday á. Dansandi setur hann seg niður á
sofuna aftur.)
TD: Øhm, eg veit ikki … øhm, mær dámar mest orðini,
og hvussu tey ljóða, og eg veit ikki… hjá mær siga
rútmurnar mest. Ikki hvat yrkingarnar hava at siga.
Mest hvussu tær ljóða. Mest bara fasinatiónin av
orðum. Tær behøvast ikki at betýða nakað. Mær dámar
væl snildar yrkingar.
OMR: Hvat er ein snild yrking?
TD: Ein sum spælir við orðum, og sum fær teg at hugsa
um orð á ein annan máta.
OMR: Gera ikki allar yrkingar tað?
TD: Jú, nakrar. Mær dámar væl yrkingar sum duga tað.
OMR: Hvørjar?
(OMR reisir seg upp og tekur tóma kaffikrússið og
setur tað yvir á stóra borðið. Varnast at VITA margarin
stendur krússinum.)
TD: Eg veit ikki. Eg havi ikki lisið so nógvar yrkingar.
Mær dámar væl stílin hjá Tóroddi, tí at hann setur orð
saman á ein máta, sum man vanliga ikki kemur í tankar
um. Tað ger okkurt við meg, tá ið eg lesi slíkt. Eg lesi
ikki so nógvar ykringar. Eg skrivi tær. Tær koma úr
mær, og tað hava tær altíð gjørt. Eg eri ungur, havi ikki
lisið so nógv, og veit ikki, hvat eg skal gera. Eg haldi,
at tað, sum eg geri er totalt amatøragtigt, men tað skal
tað eisini vera. Ein ungur jassur sum eg kann ikki vera
profetur!
OMR: Tú hevur nevnt amerikanska yrkjaran e.e.
cummings, sum ein, ið sigur tær nakað?
TD: Ja, tað var mest, tí at mær dámar væl, hvussu
yrkingarnar hjá honum síggja út á pappírinum. Ikki
hvat tær siga. Mest estetikkurin.
(TD festir sær í eina sigarett.)
OMR: Tú ger eisini tónleik. Er tað ikki strævið at ferð
ast millum ymiskar listagreinar?
TD: Eg haldi, at tað er ein máti at finna seg sjálvan.
Eg kann ikki gera við, at eg fái eitt hugskot – tá ið eldur
kemur í búkin á mær. Eg má fylgja tí. Eg geri tað, sum
gevur mær eld í búkin. Eg dugi ikki at keða meg. Eg blívi
í ringum lag. Um eg ikki geri okkurt, so blívi eg depri
meraður, sum er eitt vánaligt orð, hvat merkir tað? Eg
trívist ikki í einum bási. Eg geri bara tað, sum eg havi
hug til. Um tú gert okkurt, sum følist rætt og gott, so er
onki problem.
OMR: Sært tú, hvar tú ert sum rithøvundur um 20 ár?
TD: Vónandi eri eg eitt sindur klókari tá, og skuldi
helst fingið eina meira innviklaða fatan av stuttsøguni,
so tað skuldi helst komið av sær sjálvum – at søgurnar
fara at broytast saman við mær. Nú, fyri tíðina, eri eg
áhugaður í smáum søgum. Eg vil gjarna búnast sum
søguforteljari. Er tað ikki vanligt fyri ungar høvundar?
Restin fer at koma av sær sjálvum.
(TD sløkkir sigarettina. OMR knappar telduna saman.)