Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-10, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 10 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 Bókmentir Ummæli Vakrari Varði við ringari blaðstjórn arðin hevur mangan verið út­skeldaður. Í seinastuni eru nógv, sum hava vent hon­um bakið. Tí er at gleðast um, at hann hevur fingið eina yvir­ háling, og at hann er nógv betur sniðgivin enn sein­ astu 20 árini. Við eru yrkingar, søgur, greinar, ummæli og samrøður. Besta til­farið í blaðnum er helst stuttsøgan hjá Sámal Soll, samrøðan við Einar Már Guðmundsson og greinin hjá Kim Simonsen um ímyndirnar av okkum her norð­uri gjøgnum søguna. Nógvar av yrking­unum er beinleiðis vánaligar, og týdda til­farið er alt ov tilvildarliga valt, somu­leiðis eru viðmerkingarnar hjá blað­stjóra­num nakað sum ikki burdi verið við. Sámal Sollsa Ring boð er ein skemtilig stuttsøga um ein mann, sum hevur fingið sekkin. Hann situr skít heima og skrivar eitt beiskt og hatursfult bræv til fyrr­verandi stjóran. Søgan byrjar so­ leiðis: Eg skrivi til tín fyri at fortelja tær, at tú ert eitt helvitis mogghøvd. Hetta kemur uttan iva óvart á teg. Tað er ein sann­ roynd, at tey flestu helvitis mogg­høvdini spáka runt í býnum og halda, at tey eru púrasta vanlig fólk. Sanniliga ein dramatisk og innibrend byrjan til eina deiliga burleksa stutt­- søgu. Ein góð samrøða Samrøðan við Einar Már Guðmundsson eftir Berg Rønne Moberg er áhugaverd og væl sett upp við nógvum myndum. Samrøðan kallast: »Krynikusamfelagið og slottið í høvdinum«, her sigur Einar Már m.a.: Í roynd og veru er tað líkamikið, um tú ert innandura ella uttandura. Verðin uttan­dura kemur við inn og øvugt. Man kann ivaleyst generalisera og tosa um hetta í einum norðurlendskum høpi. Vit hava ofta sagt, at heimurin ikki er størri enn vit, tí restin er eitt avrit. Vit eru eitt av mongum dømum um hetta. Saman­ bera vit við sjónleikarar, so eru vit ikki so nógvir sjónleikarar, men pallurin er ógvu­liga stórur. Hesin pallur er lagnan og havið og øll tann uttandura verðin. So tað er ongin tilvild, at okkara bókmentir eru uttan­durabókmentir, sum Amos Oz tosar um. Tað er ongin tilvild, at vit ofta eru upp­tikin av uttandurahendingum, men sum eru viðkomandi hjá fólki innan- ­dura. Ein long og áhugaverd samrøða. Okkara sjálvsmynd Og frá hesum tonkum um at vera uttan­ dura stendur greinin hjá Kim Simonsen kanska sum ein viðmerking. Hann skrivar í greinini: »Noðrið tíðarinnar rann­sóknar­stova« um hvønn týdning euro­peiskar ímyndir av Føroyum hava fyri okkara sjálvs­mynd í dag. Hann sigur m.a.: Føroyska sjálvsmyndin var soleiðis skapt av at brúka eina evrosentriska romanti­sering av at vera ein sokallaður tíðarlummi – eitt land ella eitt »Shire« uttan ­fyri tíð og modernitet. (…) Vit síggja enn romantiska sambandið millum ímynd­ina av náttúruni og samleikan hjá før­oy­ingum. Í øðrum lýsingum siga tey Før­oyar vera »órørdar av tíðini«. Tað er soleiðis, at sjálvseksotiska ímynd­in sær ósek út sum »færø kunst«, men hon er eisini skaðilig fyri okkum, tí modernað Føroyar eru eitt lítið spenn­ andi, modernað, hipt og smart land, sum hevur alt, hvat man kann droyma um av t.d. mentan, mati og rokktónleiki. Ringi parturin Tá alt tað meiri jaliga er viðgjørt, so er ikki nógv gott at siga um restina av inni­ hald­inum i Varðanum. Nógvar yrkingar eru bæði vánaligar og púra ókendar, her hugsi eg ikki bert um ókendar á okkara leiðum, men ókendar allastaðni. Hvar blaðstjórin hevur gravað tær upp er ikki gott at vita? At blaðstjórin ikki tekur lesaran í álvara er eisini eyðsýnt í øllum hann skriv­ar. Her er t.d ein keldulisti til eina grein kallað Um tað nýggja Sierra Leone har stendur: NAKRAR KELDUR: Bouldaine, Antoine: Jeux-jeux, Cè faulou poix (1985) Vallée de Buée Zje-Al, Zje-zje-zje, Abbidulla: Ginge-ling, Sing-ein-Sang, heysa-upp-og-lora- nakað-væl (2091) Mieur qua Daleur Hvi skal slíkt standa í Varðanum? Tað tekur alla tign frá honum. Somuleiðis eru gamlar hendingar, so sum tá Geytin var givin við í Varðanum, og blaðstjórin hevur verið við til eina ungdómskafe. Hetta er ikki tilfar, ið skal við í Varðan. Yrkingarnar hjá John Ísheim er gamalt kvæðabuldur og koyra í poet­isk­ ari tóm­gongd aftur til Jólafundin. Tær eru ikki verdar at prenta. Tóroddur Poulsen og Byrta Ummælini hjá Øssuri Johannessen av Byrta og Tóroddi Poulsen eru hin vegin nógv meiri upp á seg. Samanumtikið er okk­urt um helvtin av Varðanum verdur at lesa, hin burdi ikki verið við. Tað sum blað­stjórin hevur skrivað, um tað so eru yrkingar ella hugleiðingar, geva púra onga mein­ing. Tað er synd fyri Varðan, nú hann er so mikið flott sniðgivin av For­lag­inum Eksil, at alt hetta buldrið og tvætlið skal vera við og arga fólk. V Vónbjørt Vang – Varðin í nýggjum hami Varðin Bind LXXXI, bind 1. 2014 103 síður Blaðstjóri: Agnar Artúvertin Sniðgeving: Forlagið Eksil