hósdagur 10. apríl 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 11. apríl 2014
g byrjaði at hyggja eftir Listaháskúla
Íslands orsaka av hesi linjuni, ið eg nú
gangi á; hon kallast Sviðshøfundabraut á
íslendskum og er eitt BA nám. Enska heitið
á útbúgvingini er Theatre and performance
making og á føroyskum vil eg kalla hana
Pallhøvundanám.
Eg læri best við at gera
– Námið er sera breitt, men áhersla er løgd á tankar
og teoriir, í og handan palllist, og vit spæla nógv við at
avbjóða formar og mátar at pallseta. Fyrsta árið av út
búgvingini snýr seg um at byggja ein grunn, sum fyri
tað mesta er teoretiskur. Eg læri best við at gera, so
tað var ringt at sita við nøsini í bókunum meginpartin
av fyrsta árinum og ikki avprøva tað, ið vit lósu. Eg
setti alvorligt spurnartekin við um eg hevði valt rætta
skúlan, tí eg skjótt merkti hvussu fíggjarligt sperdur
hesin skúlin er og tað ávirkar fyrst og fremst praktisku
møguleikarnar hjá okkum næmingum. Eg valdi tó at
halda áfram og royna at síggja møguleikar ístaðin fyri
vansar. Avgerðin hevur víst seg at vera røtt.
– Heitið høvundur hevur fyri okkum breiðan týdn
ing. Vit kalla okkum høvundar at einum verki hóast
tað kanska ikki hevur eitt handrit í skrivaðum formi og
kanska ongantíð fer at hava tað. Hendan linjan er ikki
klassisk og av tí sama fara vit ikki í dýbdina av klass
iskum metodum og venjingum. Skeiðir í leikstjørn og
handrita greining eru fá, vit arbeiða meira við egnum
hugskotum og hvussu tey kunnu setast fram. Soleiðis
læra vit óbeinleiðis leikstjørn og framleiðslu.
Eitt av faktunum, vit hava, kallast pallsetan og
tað byrjar við at studera, hvussu eitt og hvørt rúm
virkar; hvat tað einsamalt sigur í sær sjálvum. Síðani
setur man leikhúsins elementir inn í rúmið, ljós, ljóð
og einfaldar ítøkiligar lutir s.s. borð, song, ein kop og
so granska hvat hesir lutir kunnu siga við áskoðaran.
Síðst kemur sjálvt menniskja inn í rúmið, likamið tess
við rørslum og ljóðum. Her granskaðu vit í styttri tíð -
orsaka av plásstroti – hvussu eitt likam kann brúkast
sum ein lutur og ikki sum menniskja ella persónur.
Um stutta tíð fara vit í hált við triðja partin av hesum
fakinum, sum er at pallseta teksir, handrit, stuttsøgur
og yrkingar eftir okkum sjálvum og øðrum.
íslendingur meir enn
einaferð árliga í leikhús
Vit hava nortið við yvirflatuna av leiklistarsøguni
kring allan heimin, frá byrjanini í Grikkalandi til dagin
í dag. Søgan er ovurstór og at kenna hana er ein heil
útbúgving í sær sjálvum. Í løtuni eru vit í íslendsku leik
listarsøguni og tó hon er ung í mun til alheimin, so er
hon sera áhugaverd. Hon avspeglar stóru hugsanina, ið
vit ofta seta í samband við íslendingar, og eisini teirra
tjóðskaparlyndi. Síðst í 19. øld birtist stórur áhugi fyri
leiklist, ið festir sær røtur í íslendsku mentanini og
sum stórtsæð hevur verið her líka síðani. Áhugin fyri
sjónleiki í dag er eisini óvanliga stórur. Í miðal fer hvør
íslendingur meir enn einaferð árliga í leikhús, sum fyri
flestu lond er púra óhoyrt.
– Óvanligt leikrúm er eisini eitt vit hava arbeitt
eitt sindur við, bæði inni sum úti. Har møtir man heilt
øðrum avbjóðingum enn hvat man er vanur við, og
planleggingin kann vera yvirdoyvandi stór til hugskot,
ið vanligt eru einføld í leikhúsi. Myndirnar eru dømi um
tvey verk, ið eg var við at gera í hesum fakinum. Í fyrra
verkinum brúktu vit býin sum pall, og staðið, vit í síðsta
enda valdu at arbeiða út frá, gav okkum hugskotið
»ítøkilig vs. sosial fjarstøða«. Ein leikari er staðsettur
á eini altan og ein leikari – nakað ringur at finna – er
staðsettur í graffitiumráðum. Seinna verkið snúði seg
um selfie- og pop mentan, ið var pallsett í og kring um
fýra bilar. Fýra áskoðarar á gangin vóru bjóðaðir biltúr
gjøgnum býin. Tað var ikki altíð heilt ófarligt og lógligt;
hendan myndin er av einum bilførara, sum ímillum
mangt annað tók selfies og snapchat av gestunum í
bilinum meðan tey koyrdu.
og eg havi
meir at geva enn
eg var greið yvir
Eg eri djarvari
E
– Eg havi altíð ynskt mær at búð í Íslandi. Eg havi altíð viljað
dugað íslendska málið og havi so leingi eg minnist verið bergtikin
av sambandinum, ið íslendingar og føroyingar hava. Av onkrari
orsøk hugsaði eg tó ongantíð at lesa her. Allarhelst tí eg
var sterkt ávirkað av hvar meirilutin leitar sær lestur
Listaútbúgving
Vit hava bíðið ung føroysk listafólk, sum nema sær listarliga útbúgving uttanlands, um at siga eitt sindur
um teirra útbúgving. Henda mánaðin er tað dugnaliga Mariann Hansen, sum lesur í Íslandi.
Mariann Hansen